hósdagur 11. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
9
móti heimbygdini. Kanningarnar
hjá læknunum aftaná staðfestu
tað, ið hann var bangin fyri. Har
var talan um brot.
Ikki mist mótið
Sum 89 ára gamal er Agnar Nielsen
ikki heilt ungur longur, men hóast
keðiligu hendingina umborð á
bátinum, so hevur hann ongar
ætlanir um at gevast at rógva út.
Tvørturímóti gleðir hann seg til at
sleppa av við gipsi, so at hann aftur
kann fara til útróðrar.
- Eg fekk at vita, at eg skuldi
ganga við hesum í seks vikur.
Higartil kanningarnar vísa eisini,
at tað grøðir væl. So eg vóni, at
eg kann fara út aftur, tá tær seks
vikurnar eru farnar. Eg var eisini
nú ein dagin og royndi, um eg slapp
umborð bátin. Tað gekk, eg slapp
umborð og hevði bátin í gongd. Tá
visti eg, at tað nokk fer at lukkast,
at sleppa avstað aftur, tá hesar
seks vikurnar eru farnar. So eg havi
ikki mist mótið, sigur skjótt 90 ára
gamli vestmenningurin.
Hóast hendingina hendan
dagin, so metir hann, at tað er
einki galið hjá monnum at fara
einsamallir til útróðrar, tí tøknin
nú á døgum er so framkomin, at
man altíð kann rópa á hjálp, um
tørvur er á tí.
- Mangan verður tosað um,
um tað er rætt, at menn rógva
út einsamallir. Summi meina, at
tað skal skuldi ikki veri lógligt,
at menn fara avstað einsamallir
í báti. Eg havi ongantíð hildið, at
tað er nakað órætt í tí, at man rør
út einsamallur, tí greiðurnar eru
so framkomnar í dag. Man hevur
telefon og alt slag av útgerð at
hjálpa sær við, um tað er neyðugt,
sigur hann.
Ein deiligur bátur
Flestu føroyingar munnu nokk
annars best kenna navnið Agnar
Nielsen frá landspolitikki, har
hann var virkin í 20 ár. Frá 1970 til
1990 mannaði hann ein av tveimum
tingsessum í Norðstreymoyar
valdømi og í tveimum skiftum
var hann eisini løgtingsformaður.
Hetta var í árunum 1978-79 og
aftur í 1989-1990. Hann umboðaði
Sambandsflokkin øll árini á tingi og
er eisini mammubeiggi núverandi
sambandsformanninum Bárður
Nielsen.
Umframt at vera politikari
er hann eisini kendur sum
byggimeistari í Vestmanna. Men
tá hann fyri sekstan árum síðan
hevði tørv á einum frítíðarítrivi,
aftaná at eitt virkið arbeiðslív var
komið at enda, ognaði hann sær
bátin úr Norra, ið hann hevur havt
stóra gleði av síðan.
- At fara til útróðrar var tað, ið
eg valdi at brúka tíðina upp á, tá eg
ikki skuldi arbeiða longur. Eg fekk
mær hendan deiligan bátin, og tað
eri eg glaður fyri, tí tað haldi eg, er
orsøkin til mína góða heilsu í dag,
nú eg fylli 90 ár seinni í ár, sigur
Agnar Nielsen.
- Mangan verður
tosað um, um tað er
rætt, at menn rógva
út einsamallir.
Summi meina, at
tað skal skuldi ikki veri lógligt,
at menn fara avstað einsamallir
í báti. Eg havi ongantíð hildið, at
tað er nakað órætt í tí, at man rør
út einsamallur, tí greiðurnar eru
so framkomnar í dag.
PERSÓNSSØGA