Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 10 PÆTUR HJALMAR EVENSSON F yri fáum árum síðani var tað eingin, sum tók telduspøl og e-sport mentanina í álvara. Í dag er støðan ein heilt onnur, tí nú er e-sportur skjótast vaksandi ítróttagreinin í heiminum – um mann kann loyva sær at kalla tað eina ítróttagrein. E-sportur er ein samandráttur av orðunum electronic sport, og tað fevnir um telduspøl, ið verða spæld á kappingarstøði. Tað er eitt heimsfevnandi fyribrigdi, sum hevur fingið sína heilt serligu støðu seinastu árini, har ovurstórar peningaupphæddir eru uppá spæl. Har eru eftir hondini nógv í e-sport heiminum, ið ikki nýtast at hugsa um pengar restina av lívinum, tí tey tjena so gott uppá at spæla telduspøl. Eitt dømi er føroyski Jóhan Sundstein, ið saman við liði sínum vann 72 milliónir í stórari kapping í Dota 2 í august. Eitt annar úrmælingur er hálvføroyski Lukas Egholm Rossander, ið er nýklæktur heimsmeistari í Counter-Strike. Hesir báðir teljast millum allar størstu fyrimyndirnar í einum heimi við fjepparum og hyggjarum í milliónavís, og teirra nógvu góðu úrslit hava m.a. verið við til at fingið danskar politikarar at lata eyguni upp fyri e-sporti. Tí stuðla fleiri kommunur í Danmark e-sporti, og danska stjórnin hevur enntá avsett 10 milliónir til e-sport í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019-22. Hetta reisir fleiri áhugaverdar spurningar til okkum føroyingar. Hví er e-sportur ikki eins stórur í Føroyum sum í okkara grannalondum? Og kunnu føroyingar í Føroyum ikki eisini skara framúr í e-sporti, eins og Jóhan Sundstein og Lukas Egholm gera? Mann kann í øllum førum siga, at teir eru livandi prógv fyri, at tað ber til, og at tað kundi saktans eggjað føroyingum at fylgt teirra sporum. Esport.fo slóðar fyri føroysku menningini E-sport umhvørvið í Føroyum er støðugt vaksandi, og har hendir eisini nógv fyri tíðina. Síðan 2016 hevur Esport.fo skipað fyri tiltøkum og kappingum í e-sporti við jøvnum millumbilum. Rúni Winther Johnsen er maðurin handan føroyska e-sports aktørin, og hann stovnaði Esport.fo saman við øðrum áhugaðum fyri at fáa gongd á føroyskan e-sport, tí lítið og einki hendi áðrenn. - Har var eingin annar, sum gjørdi nakað við e-sport í Føroyum, so vit settu okkum fyri at gera okkurt við tað. Vit gera nú aktivt íløgur í e-sport og skipa fyri afturvendandi sosialum tiltøkum fyri føroyskar geymarar, sigur Rúni Winther Johnsen. Elektron deildin er heitið á føroysku kappingini í skjótispælinum, Counter-Strike: Global Offensive, sum Esport.fo skipar fyri. 5. juli í ár var finalan í Elektron deildini í Hoyvíkshøllini, og tá vóru vinningar fyri tilsamans 58.000 krónur í umferð. Kappingina í ár vunnu “Team Ballast”. Dagin eftir hetta varð skipað fyri føroyameistarakapping í FIFA 18. Umleið 1.000 føroyingar eru tilsamans skrásettir í kappingunum, sum Esport.fo hevur skipað fyri. Aftrat hesum eru sjálvsagt fleiri aðrir spælarar, ið spæla fyri seg sjálvar uttan at luttaka í hesum kappingunum. - Næstan allir ungdómar spæla okkurt e-sport spæl, sigur Rúni Winther Johnsen. - Tað almenna eigur at stuðla Rúni Winther Johnsen meinar, at føroyingar hava góðan møguleika at gera seg galdandi á altjóða støði í e-sporti, og tí eigur tað almenna at stuðla, so at e-sportur kann mennast enn meira í Føroyum. - E-sportur er ein altjóða pallur, sum føroyingar eiga at kunna standa sterkir á og vísa seg frá einari góðari síðu. Føroyingar eru sum heild ræðuliga dugnaligir í e-sporti, og tí er tað ein gyltur møguleiki at fáa tað almenna inn og stuðla. Eg eri steinsikkur í, at føroyingar uppá hendan mátan kunnu klára seg væl í altjóða e-sporti, sigur Rúni Winther Johnsen og vísir á eina møguliga forðing, sum skjótt verður søga. - Tað einasta, sum kann forða føroyingum í e-sporti, er internetið. Men internetið er blivið so mikið gott, at tað ikki er ein so stór forðing longur. Nú útbyggir mann internetið til at blíva fipurinternet í Føroyum, og tað ger bara, at vit kunnu kappast enn betur altjóða, sigur hann. Droyma um eitt føroyskt lið Esport.fo hava spælt við tankan um at seta á stovn eitt spildurnýtt føroyskt e-sport felag við skipaðari venjing við venjara. Tað hevði latið upp fyri nógvum møguleikum hjá føroyskum spælarum at mennast og kappast uttanlands, men tað er í so dýrt at fara undir uttan rætta stuðulin. - Vit hava roynt at byrja eitt felag, sum skal venja e-sport spælarar upp. Men tað hevur ikki borið til enn, tí tað krevur so stóran kapital. Eg vænti, at E-Sportur TEMA: E-Sportur E-sportur í Føroyum er í menning: FØROYINGAR KUNNU EISINI BLÍVA MILLUM HEIMSINS BESTU Í E-SPORTI - Føroyingar eru sum heild ræðuliga dugnaligir í e-sporti, og tí er tað ein gyltur møguleiki at fáa tað almenna inn og stuðla, sigur Rúni Winther Johnsen, stovnari av Esport.fo Rúni Winther Johnsen