Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 11 eitt føroyskt lið hevði klárað seg ekstremt væl altjóða. Har eru fleiri føroyingar í Counter-Strike- og Dota-heiminum, sum veruliga eru góðir og spæla á høgum støði, so tí dugi eg ikki at síggja, hví vit ikki skuldu verið kappingarførir, sigur Rúni Winther Johnsen. Menningin og pengarnir í e-sporti Hevur tú fylgt væl við í miðlunum, hevur tú óivað lagt merki til munandi meira tos um e-sport í dag í mun til fyri bara seks árum síðani. Tað er eingin ivi um, at e-sportur bara er vaksandi, og tað sæst eisini á hagtølunum hjá donsku greiningarstovuni, Nielsen. Sambært tølunum har spælir triði hvør evropeari millum 16 og 49 ár telduspøl við jøvnum millumbilum, og fyri at seta tað í perspektiv til eina aðra ítróttagrein vísa tølini, at beint undir tíggjundi hvør dani spælir fótbólt. Stóri aktørurin í undirhaldi og e-sporti, Newzoo, metir, at talið av fastum áskoðarum í e-sporti í 2019 verður 190 milliónir kring heimin, meðan 165 milliónir fara at hyggja av og á – altso 345 milliónir tilsamans. Samanborið við hetta var talið av áskoðarum tilsamans 204 milliónir í 2014, meðan tað í 2016 vaks upp til 256 milliónir. Hesin ekstremt vaksandi áhugin fangar sjálvsagt uppmerksemið hjá fyritøkum og stuðlum kring allan heimin. Tí veksa peningaupphæddirnar í kappingunum í e-sporti við stórum tølum fyri hvørt ár, meðan fleiri miðlar og sjónvarpsstøðir samstundis velja at senda og stroyma frá kappingunum. Lat okkum taka stóru Dota 2 kappingina, The International, sum dømi. Í 2011 vóru góðar 10 milliónir krónur í umferð millum øll luttakandi liðini í kappingini, og í 2014 var upphæddin hækkað til 70 milliónir. Í ár var samlaða puljan áljóðandi góðar 163 milliónir krónur, har vinnararnir, sum vóru “OG” við Jóhan Sundstein á odda, fingu 72 milliónir av hesum, meðan rest varð býtt út til hini fremstu liðini. PATURE@SOSIALURIN.FO Í takt við at kappingarnar og professionalisman í e-sporti vaksa við rúkandi ferð, verður nógv kjakast um, í hvønn mun e-sportur er ein ítróttur ella ikki. Tí hvat eru krøv­ini til, nær mann kann kalla eitt spæl fyri ein ítrótt? Tað er ringt at siga, tí fyribrigdið er so nýtt enn. Magni Mohr er útbúgvin ph.D. í ítróttafysiologi, og hann mein­ar ikki, at tað er ráðiligt at kalla e-sport fyri ein ítrótt. - Eg haldi ikki, at e-sportur er ein ítróttur, og tað vænti eg neyvan, eg nakrantíð komi at halda. Tað er kanska bara ein gamaldags fatan hjá mær, tí eg ikki veit nóg nógv um e-sport. Men ítróttur skal vera nakað, sum fólk skulu íðka fyri at fáa eina góða heilsu. Ein av teim­ um stóru avbjóðingunum við heilsu­ni hjá fólki í dag er inak­ ti­vi­tet­ur og yvirdrivin skermtíð. Tí haldi eg ikki, mann skal kalla aktivi­tetin í e-sporti fyri ítrótt, sigur Magni Mohr. Talv og e-sportur Tað eru fleiri ítróttagreinar, ið ofta kunnu skapa kjak um al­lýs­ing­ina av ítrótti. Dart og talv eru tvey dømi, og her kann prinsippið í talv væl saman­ berast við e-sport, heldur ítrótta­sálarfrøðingur, Rigmor Napoleons­dóttir Arge. - Fleiri spøl í e-sporti eru strategispøl, líka sum talv er tað. E-sportur hevur eitt kappingarelement og inni­ heldur strategiir og teknikkir, sum annars er týdningarmikið at hava í ítrótti. So eg hugsi absolutt, at mann kann umtala e-sport sum ein nýggjan ítrótt, sum er væl á veg at blíva ein van­ligur partur av føroyska ítrótta­lívinum, sigur Rigmor Napoleons­dóttir Arge, sum meinar, at ítróttur søguliga sæð av­speglar dagsins samfelag, og av tí, at e-sportur er partur av nú­tíðini, kann mann loyva sær at allýsa tað sum ein ítrótt. Magni Mohr meinar ikki, at mann kann samanbera e-sport og talv, tí talv er í serstøðu í mun til onnur borðspøl, sum ikki koma undir ítrótt. - Talv hevur eina langa søgu, og tí hevur talv eina serstøðu sum ítróttagrein. Um mann loyv­ir sær at kalla e-sport fyri ítrótt, bara tí at talv er ein ítrótt­ ur, so kann mann líka so væl kalla ludo og poker fyri ítrótt, sigur hann. Magni Mohr meinar ikki, at e-sportur hevur sama virðis­ grund­ar­lagið sum kropsliga aktiv­ar ítróttagreinar, og tí vónar hann ikki, at e-sportur verður bólkaður undir ítrótt. - Eg hopi ikki, at e-sportur verður til eina ítróttagrein við tíð­ini, tí eg eri bangin fyri, at mát­in, mann fyrireikar seg til e-sport, fer at merkja, at mann skal spæla og sita ótrúliga nógv. Hetta seti eg ikki í samband við tað virðisgrundarlagið, sum ligg­ur í ítrótti, sigur ítrótta­ser­ frøð­ing­urin. Er E-sportur ítróttur ella spæl? eLan #1 tiltak hjá Esport.fo í Hoyvíkshøllini í 2017 Um orðið “geyming” Málráðið góðtók í apríl í ár orðið “geyming” sum uppskot fyri enska orðið “gaming” um tað at spæla telduspøl. Samstundis kom “geymari” eisini á listan fyri ein, ið spælir telduspøl