Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 12 E-Sportur TEMA: E-Sportur PÆTUR HJALMAR EVENSSON T að er okkurt, sum bend­ir á, at tað væl ber til hjá føroyingum at blanda seg uppí heimsins bestu í e-sporti. Tað er ikki nógv meira enn seks vikur síðan, at Jóhan Sundstein saman við liði sínum vann 72 milliónir og heimsmeistaraheitið í Dota 2, og nú hevur hálvføroyski Lukas Egholm Rossander vunnið heims­ meistaraheitið í nógv spælda skjóti­spælinum, Counter-Strike: Global Offensive. Hóast hvørgin teirra hevur búð í Føroyum, eru teir báðir av føroyskum blóði, og tað vísir onkurs­vegna, hvussu ítøkiligur, veru­leikakendur og væl gjørligur hesin vinnuvegurin er og kann vera. Astralis er danski stoltleikin í e-sporti 21 ára gamli Lukas Egholm Ross­ ander hevur føroyska mammu, og hann er ein sonn heimsstjørna í e-sporti. Hann er partur av víða­ gitna danska Astralis liðnum, sum fyri stuttum vann stóru FaceIt Major heimsmeistarakappingina í Lon­don. Hetta er størsta kappingin í Counter-Strike: Global Offensive, og Astralis eru nú styrkismettir sum heimsins besta og sterkasta lið í hesum spælinum. Eingin klárar at steðga Astral­ is fyri tíðina, tí stutt eftir heims­ meistara­heitið vunnu teir síðst í sep­tember eisini eina stóra kapp­ ing í Istanbul og hartil 805.000 krón­ur. Hetta hava verið nakrir hend­ingaríkir dagar fyri hálva før­ oy­ingin, sum í e-sports­heimi­num kallar seg “gla1ve”. - Seinasta tíðin hevur verið so vill. Vit byrjaðu við at vinna Majorin í London, og síðani spældu vit til BLAST Pro Series í Istanbul. At lyfta tvey steyp í so stórum kapp­ingum uppá eina viku var veru­liga eitt stórt og feitt upplivilsi, sigur Lukas Egholm. Byrjaði sum 10 ára gamal Sum teir flestu byrjaði hann byrjaði at spæla teldu, tá hann var um 10 ára aldurin, og íblásturin at byrja kom frá stórabeiggja hansara. - Eg bleiv so inspireraður av at síggja beiggja mín og hansara vin­ mann spæla telduspælið, Diablo, og eftir hetta bleiv eg sjálvur heilt bitin av spølum, fortelur Lukas Eg­ holm. Hann plagdi at spæla spøl sum Keen 4, Aqua, og so spældi hann sjálv­andi eisini Playstation. Hesi spøl­ini spældi hann ofta saman við familjuni. - Tað fyrsta, mamma mín gjørdi, tá hon kom heim frá arbeiði, tá eg var lítil, var at seta seg niður við stóra­beiggja mínum, David, og so spældu vit spøl á telduni. Seinni bleiv tað til, at hann fór at spæla nógv Counter-Strike 1.6 í frítíðarskúlanum saman við javnaldrum sínum. - So fekk eg einaferð lokkað mammu til at keypa mær Counter- Strike spælið, og tá kom knappliga ferð á. Eg spældi nógv og elskaði tað, og so bleiv eg bara betri og betri, sigur yrkisgeymarin. Royndist væl á fótbóltsvøllinum Tá Lukas Egholm var yngri, spældi hann nógv fótbólt, og tað gekk í roynd og veru rættiliga væl hjá hon­um í stórfelagnum, Brøndby IF. Men tað bleiv ongantíð til nakra fót­bóltsyrkisleið hóast alt. - Lagnan vildi, at eg skuldi fáa skaða á bæði knøini hjá mær, og tí mátti eg halda ein steðg frá fót­ bólti­num í longri tíð, sigur hann. Nú hevði hann knappliga góða tíð til at byrja at ganga meira upp í okkurt annað. Tað lat upp fyri enn meira Counter-Strike, og herfrá byrjaði tað seriøsa geymaralívið hjá “gla1ve”. Krevjandi at vera yrkisgeymari RFRSH Entertainment er felagið handan Astralis liðið, og hetta felag­ið veitir teimum alt tað, teir hava brúk fyri í sambandi við kapp­ingar, venjingar, vælveru, praktisk ting og annað. Hetta vísir, hvussu professionelt og seriøst pro­fessionella e-sportslívið er, tí tað snýr seg um so nógv annað enn bara at spæla teldu. - Tað krevur ótrúliga nógv at vera yrkisgeymari. Tað snýr seg ikki bara um at sita framman fyri einari teldu átta tímar um dagin. Vit hava bæði ein fysioterapeut, ein lækna, fjølmiðlafólk, ein ítróttar­ sálar­frøðing og ein kostráðgeva í starvi, nettup tí at um mann sum yrkis­geymari skal avrika á allar­ hægsta støði, so snýr tað seg um meira enn bara at spæla teldu. Tú skalt vera í góðum formi, tú skalt vera til staðar mentalt, og tú skalt eta rætt, greiðir Lukas Egholm frá. Vunnu tað størsta av tí størsta Tað var í tíðarskeiðnum 5. sep­ tem­ber til 23. september at bestu Counter-Strike liðini í heiminum kapp­aðust í kappingini FaceIt Major í Wembley Arena í London. Donsku Astralis við hálvføroyska Lukas Egholm sum liðskipara fóru erpnir avstað við fyrsta plássinum. Hendan kappingin er tað absolutt størsta, mann sum Counter-Strike spælari kann vinna yvirhøvur. Hetta var aðru ferð, at Astralis vinna Facelt Major, og tí staðfestu teir enn einaferð 23. september, at teir eru besta Counter- Strike lið í heimi­num. V i n n i n g u r i n var áljóðandi 3.25 milliónir krónur, og Lukas Egholm er sum vera mann glaður fyri at hava vunnið aftur í ár. - Hetta er aðru ferð, eg havi vunnið, og tað var eitt risastórt upp­ livilsi. Vit spældu ordi­ liga væl, og tað er jú eingin ivi um, at ein Major er tað størsta, mann kann v i n ­n a í C o u n t e r - Strike, sigur Lukas Eg­ holm. H a n n for­tel­ur, at Enn ein e-sport úrmælingur av føroyskum blóði: - Eg haldi, at tað føroyska sinnalagið gevur einum pláss at útfolda seg í tí, sum mann gongur uppí, sigur 21 ára gamli Lukas Egholm, sum tvær ferðir hevur vunnið heimsmeistaraheitið í Counter-Strike HÁLVFØROYSKI LUKAS ER EIN HEIMSSTJØRNA Í E-SPORTI Í Counter-Strike: Global Offensive dystast tvey lið ímóti hvørjum øðrum, og liðini eru deild upp í politistar og terroristar