hósdagur 11. oktober 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
13
Astralis fjepparar vóru til
staðar og gjørdu nógv um
seg.
- Har var lív í teimum, og
teir heppaðu allan vegin
ígjøgnum. Tað gjørdi bara
upplivilsið enn feitari,
sigur heimsmeitarin.
Umgirdur av
føroyskari mentan
Hálvføroyska heims
stjørnan hevur ongan
tíð búð í Føroyum, men
hann hevur kortini
eitt gott samband við
heimlandið hjá mam
mu sínari, og hann
er uppvaksin við før
oysku mentanini.
- Eg havi eitt
øgiliga gott forhold til
Føroyar. Í mínum upp
vøkstri havi eg altíð
havt føroyingar, før
oyskan mat, føroyskar
sangir og tað føroyska
málið rundan um meg,
fortelur Lukas Egholm.
Sum yrkisgeymari hevur mann
ikki nógva tíð til góðar, og tá kann
vera ringt at finna tíð til at ferðast.
Tað er nakað síðani nú, at Lukas Eg
holm hevur verið í Føroyum, men
hann vónar at sleppa til Føroya
aftur skjótt.
- Føroyar eru eitt ótrúliga
vakurt land, og tað er eingin ivi um,
at eg skal til Føroyar at vitja aftur í
nærmastu framtíð, um kalendarin
hjá mær loyvir tí væl at merkja,
sigur hann.
Føroyski mentaliteturin
eigur sín part av æruni
26. august vann føroyski Jóhan
Sundstein 72 milliónir og heims
meistaraheitið í Dota 2 saman við
liði sínum. Hann hevur leingi verið
eyðsýndur í e-sportsheiminum
sum ein av størstu fyrimyndunum
og slóðbrótarunum í e-sporti.
Longu nú hevur ein annar við
føroyskum blóði gjørt um seg í
e-sporti sum nýklæktur heims
meistari, og hetta er enntá ikki
fyrstu ferð hjá Lukas Egholm. Tað
er undranarvert og forvitnisligt,
at tveir av høvuðspersónunum í
e-sportsheiminum eru av føroy
skari ætt.
Lukas Egholm heldur tað vera
stuttligt, at teir báðir hava klárað
seg so væl, nú teir báðir hava
tilknýti til Føroya.
- Eg eri stoltur av Jóhan Sund
stein og veruliga glaður hansara
vegna. Hann ynskti mær eisini til
lukku nú, tá vit vunnu FaceIt Major
kappingina. Tað hevði nógv at siga
fyri meg, sigur Lukas Egholm.
Counter-Strike stjørnan meinar,
at hann og Jóhan Sundstein hava
sama føroyska sinnalag, sum iva
leyst hevur havt sítt at siga fyri
teirra yrkisleið.
- Eg haldi, at tað føroyska sinna
lagið gevur einum pláss at útfolda
seg í tí, sum mann gongur uppí.
Føroyingar eru øgiliga fyrikom
andi og blíðir og hava nógvar góð
ar sosialar førleikar, og hesi ting
ini skal mann ikki undirmeta, um
mann vil blíva ein góður e-sports
íðkari, sigur Lukas Egholm.
Strategisku evnini
eru í genunum
Hann metir eisini, at hann hevur
arvað strategisku evnini, sum eru
øgiliga umráðandi í e-sporti, frá
foreldrunum. Pápi hansara, sum
doyði av ringari sjúku, tá hann
var 17 ár, var yrkisfótbóltsleikari
og seinni fótbóltsvenjari. Mamma
hansara Elin Egholm, arbeiðir í
sálarsjúkufrøðini og kennir til tað
at hava strategiir í kvittanum og
skipa sítt arbeiði. Harumframt
er hon eisini dugnaligur bridge
spælari, eins og foreldur hennara
í Føroyum eru.
- Abbi hevur í nógv ár undirvíst
á Bridgeskúlanum í Havn, og hann
og omma plaga at spæla bridge
saman. So hetta við at hugsa
strategiskt liggur nokk í genunum.
Har er sanniliga ein góð blanding
av føroyskum og donskum genum í
mær, staðfestir Lukas Egholm.
E-sportur fær nógva
miðlaumrøðu
Lukas Egholm ivast ikki eina løtu
í, at e-sportur er ein ítróttagrein,
sum bara er vaksandi. Hann vísir
á, hvussu nógva miðlaumrøðu tað
byrjar at fáa nú, sum er eitt tekin
um, at e-sportur er framtíðin, tí
fyri fáum árum síðani, legði eingin
sjónvarpskanal í at dekka e-sports
kappingar.
- E-sportur er hundrað prosent
framtíðin. BLAST Pro Series í
Istanbul bleiv víst í sjónvarpinum í
129 londum, og tað varð dekkað á 20
ymsum málum online, sigur yrkis
geymarin, sum sjálvur hevur verið
rættiliga nógv í bæði donskum og
altjóða miðlum í seinastuni.
3. november verður BLAST Pro
Series kappingin í Royal Arena í
Keypmannahavn, og hetta savna
Lukas Egholm og Astralis seg um
fyri tíðina. Teir hava stórar ætlanir
og ætla sær undir ongum umstøð
um at fara tómhendir heim.
- Eg gleði meg til at spæla á
heimabana í einari útseldari Arena,
har 12.500 danir sita og heppa. Vit
vunnu í Istanbul og vilja gera alt,
vit kunnu, fyri eisini at vinna í
Royal Arena, sigur hálvføroyski
heimsmeistarin at enda.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Astralis vinnarar
MYND: ESPAT MEDIA