hósdagur 11. oktober 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
14
HALLUR AV RANA
F
yri fimm árum síðan stóð
tann tá 22 ára gamli Arnar
Lognberg í einari støðu,
ið nógv ung ítróttarfólk
kenna aftur, tá tey skulu velja
næsta stig í yrkisleiðini sum
ítróttarfólk. Hann mátti taka eitt
val. Síðan hann var eitt barn hevði
hann lagt ómetaliga nógva orku, tíð
og pengar í at mennast so nógv sum
gjørligt innan sína ítróttagrein. Og
øll venjingin hevði givið úrslit, tí nú
hevði hann møguleikan at skifta
gerandisdagin í Føroyum um við
eina tilveru í Týsklandi sum pro
fessionellur íðkari.
Tað óvanliga við støðuni hjá
Arnari Lognberg var, at ítróttar
greinin, ið honum nú stóð í boði
at royna seg innan, ikki er millum
teirra, ið føroyingar vanliga gera
seg galdandi í. Faktiskt eru tað
mong, ið als ikki viðurkenna tað
sum eina ítróttargrein.
Arnar Lognberg dugdi nevniliga
væl at spæla telduspøl, og møgu
leikin var ein sáttmáli við eitt týskt
lið, ið bjóðaði honum at flyta til
Týsklands og liva av at spæla teldu.
Tá avtornaði tók hann ikki av til
boðnum.
- Eg angri tað eitt sindur, men
tað hevði sínar orsøkir. Vanliga
toppar man millum 18 og 25 ár,
so eg sá onga framtíð í tí, tí eg var
longu 22 ár. Eg var eisini vorðin
pápi tá, og kundi ikki bara flyta av
landinum undan familjuni, sigur
Arnar Lognberg.
Øgilig menning
Nógv er hent innan e-sport síðan
hann fyri seks árum síðan takkaði
nei til tilboðið úr Týsklandi. Mett
verður, at 226 milliónir menniskjur
hugdu eftir einari e-sport kapping
í 2015 og kappast bestu íðkararnir í
dag um milliónaupphæddir í vinn
ingum.
Í dag kappast Arnar Lognberg
ikki nakað serligt longur, men
hevur í staðin átikið sær uppgávu
na sum fyriskipari av kappingum
í Føroyum. Og eisini her á landi
er talan um eina øgiliga menning
seinnu árini.
- E-sportur hevur veruliga fing
ið fótafesti eftir 2010. Áðrenn tað
vóru nakrar smærri kappingar
millum nøkur lið, men tá kappaðist
man meira fyri heiður og æru enn
nakað annað, sigur fyriskiparin.
Sjálvur metir hann, at ítrótta
greinin bleiv lyft upp á eitt nýtt
støði fyri trimum árum síðan, tá
eitt nýtt felag bleiv stovnað.
- Tá kom E-sport.fo upp í leikin.
Teir hava ment Counter-Strike
umhvørvið í Føroyum. Fleiri lýsar
ar eru fingnir til vega og verður nú
skipað fyri CS-deildum í Føroyum.
Í teimum deildunum kunnu
spælarar vinna upp til 60.000 krón
ur í vinningum. Tað leggjast nýggir
lýsarar aftrat í heilum og fleiri av
liðunum hava eisini sínar egnu
sponsorar, vísir hann á.
Kapping fyrigongur á tann hátt,
at tað eru umleið 10 lið í hvørjari
deild. Topp fýra koma víðari til eitt
endaspæl, har tey møtast til eina
LAN-kapping. Tað vil siga, at man
er fysiskt á sama staði. Seinnu árini
er endaspælið voksið alsamt í vavi
og vóru 100 áhoyrarar til staðar til
seinasta endaspæl, meðan yvir 400
fólk fylgdu við á netinum.
Ikki góðtikið
Hóast her er talan um eina altjóða
ítróttargrein, ið veksur alsamt í
vavi, so stríðast føroyskir íðkarar
enn móti fordómum, vísir Arnar
Lognberg á.
- Tað manglar at blíva meira góð
tikið í samfelagnum. Man reypar
ikki um, at man spælir telduspøl
og fær pengar fyri tað. Tað er ikki
so væl dámt í Føroyum, men tað er
eisini í ferð við at broytast, sigur
hann.
Hann vísir á, at tað at bæði
Johan Sundstein og Lukas Egholm
seinastu vikurnar hava vunnið
fleirtals milliónir krónur í DOTA og
CS ger eisini sítt til, at føroyingar
byrja at góðtaka, at talan er um
eina ítróttargrein.
- Um man skal vera pro
fessionellur, so skal man brúka
nógva tíð upp á tað. Man vaknar
um morgunin og venur til man fer í
song. Um man skal vera millum teir
bestu í heiminum, so kanst tú ikki
hava eitt lív við síðuna av, sigur
Arnar Lognberg.
Trupult í Føroyum
Í løtuni eru tveir føroyingar millum
200 teir fremstu í Evropa innan
LOL, meðan ein føroyingur er
millum 100 teir fremstu í DOTA.
Arnar Lognberg metir tó, at tað
kundu verið fleiri, tí føroyingar
hava nakrar tekniskar forðingar,
ið eru ein vansi í altjóða kappingini.
- Latency er størsta forðanin.
Tað er skrásetta tíðin frá tí, at tú
trýstir á músina, til spælið ger
tað, tú ætlaði. Hvussu høgt tað
er verður ávirkað av fjarstøðuni
til ambætaran. Flestu ambætarar
liggja í Týsklandi. Tí er tað ringt,
um ikki ómøguligt, at spæla pro
fessionelt í Føroyum. Tað eru
nøkur talent í Føroyum, ið kunnu
koma langt, men so mugu teir flyta
av landinum at spæla, sigur hann.
Arbeitt verður í løtuni við at
umleggja netið í Føroyum, so at
tað koyrir gjøgnum fipurkaðlar.
Tað fer at betra um kappingarførið
hjá føroyskum spælarum.
- Latency kann betrast. Fyri
fimtan árum síðan var tað uppi
á 120 m/s. Nú er tað á 50/60 m/s,
meðan tað í Danmark er 15/20 m/s.
Við fipur væntar man, at latency
lækkar við umleið 20 prosentum
aftrat. Tá eru vit kanska á einum
støði, ið ger, at teir bestu í Før
oyum, kunnu gera seg galdandi í
kappingum á netinum, sigur Arnar
Lognberg.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Tað manglar at blíva meira góðtikið í samfelagnum. Man reypar ikki um,
at man spælir telduspøl og fær pengar fyri tað. Tað er ikki so væl dámt í
Føroyum, men tað er eisini í ferð við at broytast, sigur Arnar Lognberg, ið
seinastu árini hevur verið ein av fyriskiparunum innan E-sport í Føroyum
E-Sportur
TEMA: E-Sportur
IKKI GÓÐTIKIÐ Í
SAMFELAGNUM