hósdagur 11. oktober 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
15
- Í løtuni raðfesti eg skúlan fyrst og ætli tí
ikki at blíva professionellur, men tað er ein
møguleiki, tá eg eri liðugur í student. Men um
eg aftur ætli at spæla Counter-Strike seriøst,
so má eg flyta til Danmarkar, sigur 17 ára gamli
Heðin Mortensen, ið verður mettur at vera ein
av bestu Counter-Strike spælarum í Føroyum
EIN
MØGULIG
FRAMTÍÐ
Í E-SPORT
HALLUR AV RANA
E
in av teimum føroysku
e-sport
íðkarunum,
ið mett verður hevur
størsta møguleikan at
fáa eitt gjøgnumbrot í altjóða
e-sporti er 17 ára gamli havnar
maðurin Heðin Mortensen.
Longu sum 15 ára gamal
staðfesti hann, at hann var verdur
at halda eyga við, tá hann vann
virðislønina sum besti leikari í FM
finaluni í Counter-Strike Global
Offensive, har hann luttók við
liðnum Stole Your Glory. Um
leiklutin hjá unga íðkarunum
skrivaði Vodafone tá fylgjandi.
- Í flestu lyklatølum var hann
langt fremstur. Hann drap 147, ið
vóru 18 fleiri enn nakar annar í
kappingini. Hann skaddi aðrar
leikarar 15.209 stig, tað er 2.194
fleiri enn nakar annar megnaði
og ikki færri enn 501 ferðir rakti
hann ein annan leikara, tað vóru
61 ferðir fleiri enn nakar annar.
63 ferðir megnaði hann sokallaði
headshots, tað vóru 9 fleiri enn
nakar annar, skrivaði Vodafone
um unga leikaran, aftaná at
virðislønin bleiv handað.
Skúli fyrsta val
Hóast hann verður mettur at vera
millum størstu stjørnuskot innan
føroyskan e-sport, so hevur nú 17
ára gamli Heðin Mortensen valt at
minkað um tíðina, ið hann brúkar
frammanfyri telduni. Orsøkin
er, at hann í summar byrjaði í
student á Glasi og hevur hann
valt at hugsavna seg um skúlan
í fyrstu atløgu.
- Í løtuni spæli eg ikki so
nógv, tí eg eri farin á student og
havi ikki eins góðar stundir til
tað longur. Men eg havi spælt
Counter-Strike í fýra ár, harav
eg var rættiliga seriøsur í tvey av
teimum, sigur hann.
Tað eru ikki meira enn fýra ár
síðan, at ungi leikarin byrjaði at
spæla Counter-Strike, men skjótt
varnaðist hann og onnur, at hann
hevði serligar gávur innan spælið.
- Tað var til fyrstu Counter-
Strike kappingina, sum var í Før
oyum. Eg meldaði meg til, og fann
tá út av, at eg var rættiliga dugna
ligur til hetta spælið, sigur hann.
Tað gekk eisini væl frá byrjan
av. Til fyrstu kappingina gjørdist
liðið hjá honum nummar fýra,
men longu til næstu kappingina
høvdu teir ment seg so nógv, at
teir gjørdist bestir í Føroyum.
Síðan tá hevur hann vunnið fleiri
kappingar, og hevur liðið vunnið
50.000 krónur tilsamans.
30 tímar um vikuna
Man verður tó ikki nummar eitt
í Føroyum uttan at venja, og tá
Heðin Mortensen og hinir á lið
num vandu upp á tað harðasta,
spældu teir Counter-Strike í um
leið 30 tímar um vikuna.
- Tað er eins og venjingartíðir í
fótbólti. Vit møttust á einum am
bætara klokkan 17 og spældu so
í einar fimm tímar móti øðrum
liðum, greiðir hann frá.
Tað kann tykjast at vera nógv
tíð at brúka frammanfyri einari
teldu, og tá var tað heldur ikki
altíð so lætt at greiða øðrum frá,
hvat hann gjørdi í frítíðini, men
eisini tað er broytt nú.
- Í byrjanini var tað torført,
tí fólk hildu tað vera løgið, at
man spældi teldu í fleiri tímar
um dagin, men nú er tað vorðið
modernað og nógv fleiri eru farin
at spæla e-sport. Familjan hevur
tó altíð stuðlað mær, tí samstundis
havi eg altíð fingið góð próvtøl og
klára meg væl í skúlanum, sigur
Heðin Mortensen.
Ein møgulig framtíð
Heðin Mortensen hevur ikki heilt
slept Counter-Strike, hóast skúlin
nú kemur í fyrstu røð. Hann
luttekur í teimum kappingum, ið
E-sport.fo skipar fyri og dreym
urin um at liva av at spæla Count
er-Strike livir enn.
- Í løtuni raðfesti eg skúlin
fyrst og ætli tí ikki at blíva pro
fessionellur, men tað er ein møgu
leiki, tá eg eri liðugur í student.
Men um eg aftur ætli at spæla
Counter-Strike seriøst, so má eg
flyta til Danmarkar, sigur hann.
Seinastu árini er e-sport ment
nógv sum ítróttur í Føroyum, men
er langt aftanfyri tað, ið Dan
mark hevur at bjóða teimum, ið
ynskja at liva av ítróttinum. Tað
er orsøkin til, at ungi leikarin
væntar, at hann má flyta niður,
um hann ynskir at spæla pro
fessionelt.
- Tað eru ikki líka nógvir møgu
leikar í Føroyum innan e-sport
sum aðrastaðni. Aðrastaðni hava
tey góðu liðini eitt hús har tey
venja saman, fastar venjingartíðir,
venjarar og annað. Harumframt
eru fleiri kappingar í Danmark,
har man má vera til staðar, greiðir
Heðin Mortensen frá.