hósdagur 11. oktober 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
16
TEMA: E-Sportur
E-Sportur
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
U
m mann ivast í, um
e-sportur verður tikin
í álvara nakrastaðni
í Føroyum, kann
mann bara hyggja eftir Skúla
num við Streymin. Har bjóða
tey nevniliga e-sport út sum
eina valbreyt til 10. flokkar
nar í eNámi, sum er eitt skúla
samstarv millum Skúlan við
Streymin, Fuglafjarðar skúla
og Stranda skúla. Í Danmark
bjóða heili 62 eftirskúlar e-sport
út sum lærugrein. Enn er Skúlin
við Streymin einasti skúli, ið
hevur e-sport á tímatalvuni í
Føroyum.
- Vit vildu hava nakrar breytir,
ið brutu frá teimum vanligu
lærugreinunum. Har kundi
e-sportur geva næmingunum
nakað heilt annað, enn teir eru
vanir við at fáa bjóðað, sigur
Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í
Skúlanum við Streymin.
Tá nýggjar valbreytir skuldu
skipast í nýggja eNám skúlasam
starvinum, skjeyt lærarin og KT-
vørurin, Høgni Lützen, upp at
menna eina breyt í e-sporti. Sonur
hansara, Eyðstein Lützen, var júst
liðugur at lesa Game Design and
Production Management, og tí var
tað upplagt at fáa hann inn at leggja
undirvísingina til rættis. Hetta helt
skúlastjórin vera eitt gott hugskot,
tí hann visti, hvussu nógv e-sportur
fylti úti í heimi.
- Hatta er skjótast vaksandi
ítrótturin yvirhøvur. Tí hugsaðu
vit, at vit akkurát tað sama kundu
vera fyrst og vera við í hesari
menningini, tí hatta er komið fyri
at vera, sigur Sonni Óli Djurhuus.
Snýr seg um annað
enn bara spæl
Eyðstein Lützen stóð fyri at skipa
undirvísingina og undirvísti
næmingarnar fyrstu tíðina, og
fyri hann hevði tað nógv at siga, at
hetta ikki bara var ein lærugrein,
har mann bara spældi telduspøl.
- Endamálið var ikki bara at
síggja tað sum ein ítrótt. Tað er
ein partur av tí, men tað snýr seg
eisini um mentanina aftanfyri og
um tað at yvirhøvur spæla spøl.
Her verður hugt eftir hvørjar
fyrimunir, mann kann fáa av at
spæla spøl, og hvussu tað heila
hongur saman, sigur Eyðstein
Lutzen, sum í dag býr í Aalborg.
N æ m i n g a r n i r
f á a
innlit í e-sport heimin, læra
ástøði, forritan og læra at íðka
gaming á sunnan og hóvsaman
hátt. Samskifti og samstarv
eru grundleggjandi eginleikar,
ið næmingarnir arbeiða við og
menna í hesum sambandi.
Skúlastjórin í Skúlanum við
Streymin vísir eisini á, hvussu
E-sportur sum valbreyt í Skúlanum við Streymin:
Næmingarnir á E-sport breytini hava góðar umstøður
NÆMINGAR LÆRA
UM FYRIMUNIRNAR
VIÐ AT GEYMA
- Tað eru ongar natúrligar forðingar fyri, hví føroyingar ikki skuldu verið
kappingarførir í e-sporti á altjóða støði, heldur Eyðstein Lützen, ið legði
undirvísingina í e-sport lærugreinini í Skúlanum við Streymin til rættis