Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 17 undirvísingin snýr seg um eina størri heild enn bara telduspøl. - Tey flestu halda, at hetta bara er spæl. Men tað er so ræðuliga nógv annað enn tað. Mann skrúvar eisini teldur sundur og lærir, hvussu teldur eru uppbygdar, sigur hann. Sambært skúlastjóranum roynist breytin væl, og áhugin kemur bæði frá gentum og dreingjum. Føroyingar hava altjóða umstøður Í føroyskum uttandura ítrótti er mann ofta tengdur at veðrinum. Er tað ov ringt veður, so ávirkar tað ofta spælið, og av og á verður mann noyddur at avlýsa dystir og venjingar. Samstundis eru tað summar ítróttagreinar, sum ikki egna seg nóg væl til føroyska veðurlagið, til at føroyingar kunnu mennast og kappast á jøvnum føti við fólk í øðrum londum. Tað er t.d. ov kalt og vindhart til strandaflogbólt, og tað er ov heitt til skíð. Men í e-sporti hongur mann uppá ongan máta uppá veðrið, og tað sær Eyðstein Lützen sum eina góða fyritreyt hjá føroyingum til at klára seg eins væl sum yrkisgeymararnar í øðrum londum. - Tað eru ongar natúrligar forðingar fyri, hví føroyingar ikki skuldu verið kappingarførir á altjóða støði. So leingi, sum mann hevur eina teldu og gott internet í Føroyum, so stendur mann á sama støði, sum øll onnur. Tí er eingin grund til, hví mann ikki skuldi satsað meira uppá e-sport í Føroyum, sigur hann. Nógvir møguleikar í e-sporti Jógvan Poulsen er lærari á “Gaming og E-sport” valbreytini, og hann heldur, at skipað undirvísing í e-sporti kann vera við til at lata upp fyri fleiri møguleikum. - Tað er avmarkað, hvussu nógvir føroyingar enda sum yrkisfótbóltsspælarar. Men í geymingheiminum eru so ræðuliga nógvir møguleikar at fara víðari. Mann kann arbeiða við teldu, og mann kann eisini enda sum yrkisgeymari. Hetta er so vaksandi nú, so tí haldi eg, tað er gott at kunna næmingar um hetta, sigur Jógvan Poulsen. Hann heldur, at mann átti at gjørt almennar íløgur í skjótt vaksandi e-sportin við nógvu møguleikunum. - Tá eg byrjaði at geyma, sóu fólk geyming sum nakað tvætl. Men nú sær mann tað ikki sum nakað tvætl longur, men heldur sum ein møguleika. Tí haldi eg, mann endiliga skal gera almennar íløgur í e-sport í Føroyum fyri at viðurkenna e-sport og gera fólk meira tilvitað um tað, sigur Jógvan Poulsen. Eyðstein Lützen samanber e-sport við aðrar ítróttagreinar, og meinar, at vit eiga at møta hesum marknaðinum. - E-sportur er akkurát líka sum við øðrum ítrótti. Fólk eru drigin at spølum, og tað er ein marknaður fyri spølum, eins og í øðrum ítróttagreinum. Tað snýr seg tí bara um at møta tí marknaðinum, sigur Eyðstein Lützen. PATURE@SOSIALURIN.FO ÍSF og FSF: PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í fleiri londum verður e-sport­ur bólkaður undir ítrótt, sum vil siga, at um mann spælir e-sport, so er mann eitt ítróttafólk og fær teir fyri­munir, sum ítróttafólk fáa. Sum nú er, viðurkennir mann ikki e-sport í Føroyum sum eina ítrótta­grein. Um e-sportur skal viður­kenn­ ast sum ítróttagrein í Føroyum, skal Ítróttasamband Føroya fyrst góðkenna eina umsókn frá einum felag við ítøkiligum ítrótta­ligum relevansi og grund­ gevingum, so at e-sportur kann verða eitt samband undir ÍSF. Men ÍSF hevur ikki fingið nakra um­sókn enn, og tað er núverandi høvuðs­orsøkin til, at e-sportur enn koyrir á einum síðuspori í før­oyskum ítrótti. - Tað allar fyrsta stigið er, at ein ítøkilig umsókn má koma, um hvat tað er, mann ætlar, og tað hava vit so ikki fingið enn, sig­ur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF. ÍSF hevur júst verið á norður­ lendskum aðalfundi í sep­tem­ber mánað, og tá bleiv m.a. kjak­ast um e-sport. Hóast ÍSF ikki hevur við­gjørt e-sport í Før­oy­um, úti­ lokar ÍSF forsetin ikki møgu­leik­ an at viðurkenna e-sport sum eina nýggja føroyska ítrótta­ grein. - E-sportur er komin fyri at vera, og vit hava ikki nakra nei­ liga støðu til tað, men tað snýr seg eisini um, hvussu mann skal skipa tað, um tað verður eitt sam­ band undir ÍSF. Fyrsta stigið er eitt menningarsamband Allar nýggjar ítróttagreinar hjá ÍSF byrja sum menn­ingar­sam­ bond. Eitt dømi er tae­kwondo, sum enn er eitt menn­ingar­ sam­band. Tá stuðlar ÍSF við at fyri­reika kappingar við einari upp­hædd, men mann fær sum menn­ingarsamband ikki eina pulju at arbeiða við, fyrr enn tað verð­ur til eitt sersamband, og har eru ymsar fortreytir fyri at blíva tað. Mann kundi fyristillað sær, at almenna føroyska ítrótta­ sam­bandið hevði sum uppgávu at hava fingurin á pulsinum og slóða fyri við at menna nýggjar ítrótta­greinar. Men ÍSF vil hava áhugan at koma uttanífrá í fyrsta um­fari, soleiðis at mann sikrar sær, at nýggjar ítróttagreinar ikki detta burtur. - Vit vilja vita, um tað er seriøst, og vit vilja síggja, at tað er undir­tøka fyri tí. Vit kunnu ikki fara út og spyrja fólk um at byrja eina ítróttagrein, tí tá er áhugin ikki har úti. Tí skal mann koma til okkum, tá mann hevur startað okkurt upp, og har frá kunnu vit hjálpa tí til at vaksa. Tað er ikki meiningin, at vit í ÍSF sjálvi skulu stovna ítróttagreinar, tí so doyggja tær út beinanvegin, sigur ÍSF forsetin. Superligan í Danmark velur e-sport Í danska fótbóltsheiminum hev­ur mann veruliga opnað eygu­ni fyri e-sporti. Fleiri av stóru fótbóltsfeløgunum hava leingi havt eitt e-sport lið aftr­ at fótbóltsliðnum, har fót­bólts­ spælið FIFA verður spælt. Hetta er ein natúrligur partur av tøkniligu menningini, sum mann eisini sær í nógvum øðrum lond­um. Nú er mann farin eitt stig víðari í Danmark, tí nú er ein e-Superliga júst sett á stovn, har øll tey fremstu fótbóltsfeløgini í Dan­mark fara at kappast ímóti hvørjum øðrum í FIFA 19 á Play­ station 4. Her koma e-sport leikarar at spæla FIFA 19 á høgum støði, sum so eisini verður stroymað bein­ leiðis á Discovery Networks. 365.000 krónur eru tilsamans av­settar til vinningar í hesari nýggju e-Superligu kappingini. E-Superligan fer fyri fyrstu ferð av bakkastokki 5. november og verður í sjey vikur. Kombinera e-sport við annan ítrótt Í Fótbóltssambandinum eru tey væl kunnað um nógv vaksandi e-sportin, og tí hevur spurn­ing­ ur­in um teirra leiklut í e-sporti­ num eisini verið reistur. Men tey eru ikki klár at sambinda fót­ bóltin á vøllinum við fótbóltin í spælinum enn. - Vit hava enn ikki nóg nógva er­faring í e-sporti, men tað er eingin ivi um, at e-sportur er komin fyri at vera. So er spurn­ ing­urin bara, hvussu aktivur partur vit skulu vera av tí. Her koma vit at fylgja eitt sindur við, hvussu tað verður gjørt í granna­ lond­unum, og ikki minst hvussu UEFA og FIFA fóta tí, sigur Virgar Hvid­bro, forseti í FSF. Magni Mohr, ítrótta­ser­frøð­ ingur, sum ikki vil kalla e-sport fyri eina ítróttagrein, dámar væl hugskotið um at kombinera fót­ bólt við e-sport. - Eg haldi, tað er eitt gott og ný­mótans framtak. Tá brúkar mann ta tøkni, ið er, til at fáa synergi­effekt millum spæl og ítrótt, sigur hann. Hetta átakið við eSuperliguni sam­svarar væl við sjónarmiðið hjá Elin Heðinsdóttir Joensen, sum heldur, at mann væl kundi sam­bundið e-sport við aðrar ítrótta­greinar. - Okkara áskoðan er, at um e-sportur verður eitt menn­ ingar­samband hjá okkum, so er tað umráðandi at flætta tað inn í ítróttagreinar, soleiðis at mann eisini fær víst á, at um mann ger e-sport, má mann eisini vera í góð­um formi. Her er ein møgu­ leiki at leggja ymsu sløg­ini av e-sporti undir tær ítrótta­greinar­ nar, sum tey eru knýtt at, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. Esport.fo hevur ætlanir um at søkja um at blíva eitt menn­ingar­ samband í nærmastu fram­tíð, samstundis sum felagið áhald­ andi arbeiðir við at menna før­ oysk­an e-sport. Vit hava tí enn bara sæð byrjanina til føroyskan e-sport og kunnu vænta at síggja nógv meira til tað í framtíðini. PATURE@SOSIALURIN.FO Tað er ringt at allýsa, um e-sportur er ein ítróttur ella ikki. Men e-sportur er í øllum førum ikki eitt samband undir ÍSF, tí eingin hevur søkt um tað enn - E-sportur er komin fyri at vera