Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 18 MENTAN ÁRNI GREGERSEN H on er ikki so kend í føroyska almenn­ing­in­ um, men millum teirra, sum fáast við tónleik og sang, vita tey væl hvør hon er. Drífa Hansen úr Havn hevur lut­tikið í mongum framførslum í Før­oyum – seinnu áriniu kanska mest í Summartónum, sum er eitt slag av festivali við meira ella minni klassiskum musikki runt í Før­oyum. -Eg haldi tað er fantastiskt at sleppa at vera við í Føroyum um summarið, tí tá hendir so nógv, sig­ur hon, sum annars seinastu mongu árini hevur arbeitt og búð í Týsk­landi. Seinasta stóra verk, hon hevur og er við í, er uppsetingin av Cali­ gula hjá Berliner Ensemble. Eitt kent ensemble, sum eisini ferðast runt í Týsklandi. -Ja, í næstu viku hava vit eina framførslu í Duisburg og so eru nakrar afturat, sigur Drífa Hansen. Í Berlin var musikalurin um rom­verska keisaran spældur á Stage Teater Des Westerns. Hetta er eitt leikhús við langari søgu og liggur miðskeiðis í Berlin. Tað hoyrdi fyrr til deilstatin, men síðani 2003, tá ið tað var liðugt umvælt fyri nógvar milljónir, er tað felagið, sum ger allar Disney- fram­leiðslur í Týsklandi, sum rekur søguliga leikhúsið. Langa yrkisleið Drífa Hansen hevur seinastu sjey árini arbeitt í Týsklandi, men hon hevur eina langa yrkisleið aftan­ fyri seg. Hon arbeiðir bæði sum sangari, men eisini sum sjónleikari og hon fæst bæði við klassikan sang, um­ framt at hon tekur lut í sang­leik­ um og øðrum. Drífa Hansen flutti við for­eldr­ um sínum til Føroyar sum níggju ára gomul. Hon er upp­vaks­in í Havn, har hon gekk í Komm­unu­ skúl­anum, áðrenn hon fór i Hoy­ dalar, har hon tók students­prógv. Tá ið Sangskúli Reykjavíkar hevði undirvísing í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, fekk hon undirvísing har saman við øðrum føroyingum. Hóast tað, so var tað ikki sang­ leiðin, sum fyrst lá fyri. Hon fór til Klaksvíkar, har hon arbeiddi sum sølufólk fyri JFK-samtakið. Seinni fór hon at arbeiða fyri Carl á Lag, sum eisini seldi fisk. Tað førdi við sær, at hon fór til Fraklands at arbeiða. Meðani hon var har brúkti hon eisini tíðina til at fáa sangundirvísing í Fraklandi. -Hetta var alt spennandi, tí hetta var eitt heilt nýtt umhvørvi fyri mær at koma inn í. Eftir meira enn sjey ár í Berlin og Týsklandi gongur leiðin nú til New York FØROYSK SONGKV OG SJÓNLEIKARI Á ALTJÓÐA PALLU Í ØLLUM EVROPA