Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 19 Til Svøríkis Tað er sjálvandi sum við øllum øðr­um fakøkjum, tú lærir fólk at kenna og tær verður viðmælt at fara her ella har fyri at fáa bestu upp­livinganar. Drífa Hansen fór til Stockhol, har hon fekk undirvísing á einum Produktiónsháskúla, samstundis sum hon gekk á Birkagården. Birkagården er svenskur fólka­ háskúli, har ein stórur partur av undirvísingini eisini er sangur og tónleikur – og so eisini sjónleikur. -Sjálvandi var hetta ein spenn­ andi tíð, har eg lærdi nógv. Haldi eisini sjálv at eg arbeiddi rættuliga hart, sigur Drífa Hansen. Úr Stockholm í Svøríki gekk leiðin til Reykjavík í Íslandi. Har fekk hon privata undirvísing áðr­ enn leiðin gekk til Týsklands. Fyrstu tíðina var hon í Nu:rn­ berg. Fyri at fáa pening til dagsins und­irhald undirvísti Drífa Hansen í máli í Týrsklandi. Hon var tvey ár í Nu:rnberg áðr­ enn hon fór til Berlin, har hon altso hevur hildið til seinastu sjey árini. -Tað hevur verið ein ógvuliga spennadi tíð í Berlin. Eg havi luttikið í nógvum produktiónum – bæði á tí meira klassiska sangøkinum, men eisini í øðrum framleiðslum, har sjónleikur eisini hevur verið ein stórur partur av leikinum, sigur Drífa Hansen. Víðari Tað er rættuliga nógv ferð á ment­ unn­arlívinum í Týsklandi og kanska serliga í Berlin. Kortini heldur hon, at arbeiðsgongdirnar líkjst nógv tí, sum vit kenna frá Skand­inavia. Tað kann ganga rættu­liga lang tíð frá tí eitt hugskot kem­ur á borðið til tað verður um­ sett til veruleika. -Her verða ætlanir gjørdar, sum røkka fleiri ár fram, so ein skal hava gott tol, sigur hon. Millum annað tí hevur hon sein­ astu vikurnar verið í New York, hagar hon ætlar at flyta til rættu­ liga skjótt. -Eg haldi, at New York hóskar betur til mín og mítt sinnalag. Har gongur alt munandi skjótari fyri seg, sigur Drífa Hansen. Hesar seianstu seks vikurnar hon hevur verið í The Big Apple hevur kent seg ógvuliga væl­komna í sjónleikara og tón­leika­um­hvørv­ in­um har. -Har er tað soleiðis, at síggja fólk, at tú arbeiðir hart, so fær tú bein­an­vegin virðing og tú verður drigin við inn í teirra arbeiðið. Men tað krevur at tú gevur alt, sigur hon. Hon sigur, at tað er onki at ivast í, at tey allarbestu innan sjónleik, sang og tónleik koma til New York. Tað eru í túsundavís av fólki, sum royna at koma sær fram í býnum. Í New York eru eisini nógv leik­ hús og nógvir pallar. -Hesa tíðina eg var har ferðaðist eg runt í býarpørtum fyri at føla meg fram, so eg ksann velja eitt stað at vera, sum hóskar til mín, sig­ur hon. Hon sigur, at tað gongur mun­ andi skjótari at fáa avgerðir tiknar í New York enn her um okkara leiðir. -Tú kemur við einum hugskot og so verður avgerðin tikin. Nei ella ja og so verður farið í gongd. Tað er ein arbeiðsháttur, sum mær dámar ómetaliga væl, sigur hon. Drífa Hansen leggur stóran dent á at luttaka í framleiðslum, sum menna og geva betri førleikar. -Eg haldi tað er umráðandi, alla tíðina at læra og mennast fyri at ein kann gera sítt arbeiðið so gott, sum yvirhøvur møguligt. Tað er í hvussu so er eitt av mínum enda­ málum, leggur hon afturat. Tá ið Drífa Hansen nú fer aftur úr Føroyum, fer hon til Týsklands, har nakrar framførslur afturat skulu gerast av Caligula – fyrst í Duis­burg. Síðani er ætlanin at fara til USA. -Tað hevur verið gott at vera í Týsklandi, men eg havi verið har longri enn eg ætlaði, so nú er tíð at koma víðari, sigur føroyska song­ kvinnan og sjónleikarin, sum nú søkir um artistvisa til USA. VINNA UM -Tú kemur við einum hugskot og so verður avgerðin tikin. Nei ella ja og so verður farið í gongd. Tað er ein arbeiðsháttur, sum mær dámar ómetaliga væl