hósdagur 11. oktober 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
20
EL-BILAR
- Vit eiga at hava sum mál, at allir
nýggir bilar skulu vera grønir
í 2030, sigur Bjørt Samuelsen,
tingkvinna fyri Tjóðveldi.
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Í
núverandi løtu eru tilsamans
83 skrásett el-akfør í Føroy
um. Av hesum eru tað 72
persónbilar, sjey prutl, ein
hýruvognur, ein motorsúkkla og
tveir vøruvognar. Hetta upplýsir
Akstovan, sum skrásetir føroysku
bilarnar.
1. januar 2017 vóru 22 el-akfør
í Føroyum, harav 18 vóru persón
bilar. Eitt ár seinni, 1. januar 2018,
vóru 37 el-akfør skrásett - av hes
um 33 persónbilar. So tað kann
ikki sigast annað, enn at tað er ein
stórur vøkstur í el-akførum í Før
oyum, tí talið er meir enn tvífaldað
uppá minni enn eitt ár – altso frá
37 fyrst í 2018 til 83 í dag, 11. oktober
2018.
Danir vilja gevast at selja
bensin- og dieselbilar
Tá danska fólkatingið varð sett 2.
oktober, lovaði Lars Løkke Ras
mussen, forsætisráðharri, at søla
av diesel- og bensinbilum skal vera
fortíð í 2030.
- Um 17 ár skal hvør einasti
nýggi bilur í Danmark vera ein el-
bilur ella annað slag av umhvørvis
vinarligum bili, segði Lars Løkke
Rasmussen í setanarrøðu síni.
Sama málið hevur mann sett
sær í Íslandi. Tað gongur longu
væl í Íslandi við at skifta yvir til
umhvørvisvinarligar bilar, tí sætti
hvør nýggi bilur í Íslandi er í dag
ein el- ella vetnisbilur, sambært
íslendskum myndugleikum. Hetta
skyldast m.a., at stórur partur av
streyminum í Íslandi kemur frá
varandi orkukeldum, sum er væl
bíligari enn aðrastaðni, og sam
stundis raðfestir íslendska stjórnin
umstøðurnar hjá el-bilistum við at
geva teimum ymsar fyrimunir.
Noreg slóðar eisini fyri, tá
tað kemur til el-bilar. Har eru
fleiri fyrimunir við at hava el-bil
í Noregi, m.a. er ókeypis løðing og
parkering, og el-bilar eru tollfríir og
gjalda heldur ikki motorvegagjald.
Málið hjá norsku stjórnini er, at all
ir nýggir bilar skulu vera el-bilar
frá 2025 at rokna.
- Hetta kunnu vit eisini
gera í Føroyum
Føroyar hava longu sett fleiri tiltøk
í verk fyri at gera tað meira lokk
andi at fáa sær el- ella vetnisbil.
Hesir eru heilt frítiknir frá skráset
ingargjaldi og MVG, og teir rinda
heldur ikki veg- og umhvørvisgjald,
og ætlanin er, at hesir fyrimunir
skulu halda fram í nøkur ár afturat.
Samgongan hevur sett sær sum
mál at seta ferð á grøna orku, og í
2030 skal øll elorka á landi koma
frá varandi orkukeldum. Í hesum
liggur eisini, at samfelagið skal
elektrifiserast, soleiðis at eitt nú
upphiting av húsum skal umleggj
ast til grøna orku.
- Vit hava sera framsøkin mál
um at blíva grøn í 2030. Tí mugu vit
seta nógv meira ferð á, um vit meina
nakað við hesum, tí tað eru bara 12
ár til 2030, sigur Bjørt Samuelsen,
tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum
meinar, at vit í Føroyum eiga at
seta sama mál sum grannalondini,
um at allir nýggir bilar í 2030 verða
umhvørvisvinarligir.
- Eg veit ikki, um tað er realistiskt
at banna bensin- og diesel bilar,
men eg haldi, vit eiga at hava sum
mál, at allir nýggir bilar skulu vera
grønir tá. Týdningarmest er at seta
ferð á framleiðsluna av grønu
orkuni, tí so kunnu teir løðast við
varandi grønari orku, sigur hon.
Kristianna Winther Poulsen,
løgtingskvinna fyri Javnaðarflokk
in, heldur eisini, at vit í Føroyum
eiga at gevast at selja diesel- og
bensinbilar.
- Eg haldi, tað er rætt at gera
hetta í mun til burðardygd og
grøna orku. Hetta er gongdin í
øllum vesturheiminum. ES hevur
gjørt eina røð av átøkum, sum
skulu gerast fyri at hava betri
umhvørvisvernd, og hetta er so
ein partur av tí. Vit eiga at halda
okkum á rættari leið í Føroyum
og skunda undir gongdina, sigur
Kristianna Winther Poulsen.
Føroyar eru langt
framman fyri
Bjørt Samuelsen var jaliga yvir
raskað yvir grønu útmeldingarnar
frá donsku stjórnini, tí hon heldur,
at danir higartil eru langt aftanfyri
í mun til tað, ið føroyingar longu
hava gjørt.
- Danmark er seint á sjóvar
fallinum og hevur gingið aftast í
mun til flestu Norðurlondini, tá
umræður elbilar, sigur hon.
Hon heldur, at tað er yvir
raskandi, men gott, at danski
forsætisráðharrin nú kemur við
hesari ætlanini, tí borgarligu flokk
arnir hava inntil nú ikki víst stóran
áhuga fyri at lækka avgjøldini á
umhvørvisvinarligum bilum.
- Í so máta eru vit langt framm
anfyri í Føroyum, tí vit hava longu
avgjaldsfrítøku á el- og vetnis
bilum. Longu í 2008 tóku vit skrá
setingargjaldið av el- og vetnis
bilum, so vit hava verið langt
framman fyri Danmark, sigur Bjørt
Samuelsen.
Tað sama heldur Kári Morten
FØROYAR ERU
UPPLAGDAR T