hósdagur 11. oktober 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
21
sen, deildarleiðari í orkumálum í
Umhvørvisstovuni.
- Danir skriva og rópa, men í
Føroyum hevur mann í roynd
og veru gjørt nakað. Í Danmark
selja tey so fáar el-bilar, tí har ikki
hevur verið nakar avsláttur uppá
at keypa el-bil. Politikararnir hava
gjørt rættiliga nógv í Føroyum, og
tað er veruliga við at koma gongd á
søluna av el-bilum í Føroyum, sigur
Kári Mortensen.
Danska stjórnin fer tó sambært
nýggjum útspæli at gera tað bíligari
at keypa smáar og miðalstórar el-
bilar í 2019.
Góðar umstøður til
el-bilar í Føroyum
Ein avbjóðing við el-bilum uttan
lands er, at bilarnir klára ikki at
koyra so langt uttan at løðast. Tað
forðar m.a. fólki, ið pendla langt, at
hava el-bil, tí tey klára ikki at koyra
allan vegin uttan at løða hann, og
um mann skuldi rent seg á eina
løðistøð, kann mann risikera kø,
sum ikki er optimalt.
Men í Føroyum er hesin trupul
leikin ikki ein veruleiki, og tí eru
umstøðurnar góðar til at hava el-
bil í Føroyum.
- Føroyar eru upplagdar til el-bil
ar, tí her er so lítið. Ein el-bilur hjá
okkum í dag koyrir 220 kilometrar
uppá eina løðing. Í Føroyum klárar
mann ikki at koyra nógv meira enn
200 kilometrar, tí so hevur mann
koyrt runt alt landið, sigur Pól
Jákup Poulsen, stjóri í bilasøluni,
Auto-Service.
Annars bjóðar SEV øllum, ið
keypa sær el-bil, eina heimaløði
støð.
Bilframleiðarar verða
noyddir at gera el-bilar
Í Auto Service selja tey Nissan el-
bilar, og tey hava selt nógvar av
teimum el-bilunum, sum eru í Før
oyum í dag. Har merkja tey fleiri
og fleiri fyrispurningar um el-bilar.
- Eftirspurningurin av el-bilum
veksur øgiliga nógv, og eg vænti,
at vit fara at selja einar 25 el-bilar
í ár, sum er tað sama, vit hava selt
tilsamans áðrenn, sigur Pól Jákup
Poulsen, stjóri í Auto Service.
Talið av el-bilum í Føroyum er
kortini ikki so stórt í mun til heild
ina, og tað er tí, tað er so nýtt enn,
meinar hann.
- Fólk tora ikki ordiliga at keypa
sær el-bil enn, tí tað er so nýtt.
Sjálvt um fleiri keypa sær el-bilar
í Føroyum, er talið lítið í mun til
samlaða talið av bilum í Føroyum,
sigur hann.
Men hví gera bilasølurnar í
Føroyum tað ikki meira freistandi
hjá føroyingum at fáa sær el-bil?
- Tí útboðið av bilum er so ræðu
liga lítið enn. Hjá okkum selja vit
Peugeot, Citroën og Nissan. Av
hesum er tað bara Nissan, ið fram
leiðir el-bilar, og tað er enntá bara
eitt slag. Soleiðis er tað við teimum
flestu bilamerkjunum í Føroyum,
og tí er tað so avmarkað, hvat vit
kunnu gera, sigur Pól Jákup Poul
sen.
Heilt skjótt koyra
tey flestu el-bil
- Eg veit ikki, hvat føroysku pol
itikararnir fara at gera, men teir
risikera einki við at gera líka sum
okkara grannalond. Mín meining
er, at tað er nógv betur at gera
nakað beint nú, í staðin fyri at
tosa um, hvat mann skal gera í
2030, sigur Kári Mortensen frá Um
hvørvisstovuni um tað at steðga
við at selja bensin- og dieselbilar
í 2030.
Auto Service stjórin sigur, at
óansæð um føroysku politikararnir
fara at seta forboð fyri sølu av
diesel- og bensinbilum í 2030, eins
og í grannalondunum, so verður
ein natúrlig avleiðing av donsku
ætlanini, at Auto-Service bara fer
at selja el-bilar.
- Vit fara at selja akkurát tað
sama sum í Danmark. Vit fáa bara
teir somu bilarnar, sum koma
til Danmarkar. Um lógin kemur
í gildið í Danmark, kemur hon
óbeinleiðis í gildið í Føroyum, tí vit
keypa allar okkara bilar gjøgnum
Danmark, sigur hann.
Tjóðveldistingkvinnan meinar,
at bilmarknaðurin fer at innrætta
seg eftir málunum, sum nógvu
londini hava sett sær um eina
meira umhvørvisvinarliga ferðslu.
- Eg eri ikki í iva um, at frá í dag
av og 10 ár fram, fer tað at henda
kolossalt nógv á bilmarknaðinum
í mun til el- og vetnisbilar. Eg
vænti, at útboðið á el-bilum verð
ur risastórt um fimm ár. Tað er tí,
mann setir sær hesi ambitiøsu mál
ini, og tí fer bilmarknaðurin at inn
rætta seg eftir hesum, sigur Bjørt
Samuelsen.
Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto
Service, ivast heldur onga løtu í, at
vit koma at síggja nógv fleiri el-
bilar í nærmastu framtíð. Longu
um tvey ár, verður útboðið nógv
størri.
- Av tí at fleiri lond nú seta sær
sum mál at gevast við sølu av diesel-
og bensinbilum, verða bilframleið
ararnir noyddir at gera nýggjar el-
bilar. Allir bilframleiðarar siga, at í
2020-21 hava vit fult programm av
el-bilum á øllum bilsølunum, sigur
Pól Jákup Poulsen.
U
TIL EL-BILAR
Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar varð tikin í nýtslu í Klaksvík í desember 2015 – Mynd: Dávur Winther