Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 22 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen H etta er ein áhugaverd søga um ungan eiðis­ drong, sum fór so langt burtur í heimin, tað slepst, og har ættin framvegis hev­ur neista av føroyingi í sær. Henda søgan kom fram í 1962, tá Niels Juel Arge tosar í útvarpinum við Magnus Zachariassen av Sandi. Hann hevði sum siglandi hitt tann tá 80 ára gamla Poul Olsen gjøgn­um Brøðrasamkomuna í Well­ington, og tað tykist, sum at Magnus var fyrsti føroyingur, hann hitti í meira enn 60 ár. Hetta vóru fyrstu tíðindi, sum ættin í Føroyum hoyrdi frá honum, síðan hann fór úr Føroyum. Tó visti pápin , at sonurin búði hinu­ meg­in knøttin. Poul átti í 1962 fram­vegis eina systir á Tvøroyri, sum kallaðist Milja. Hon skrivaði til Poul, men tá var hann deyður. Frammanundan hevði trú­boð­ ar­in Andrew Sloan tó fingið eina traktat, sum Poul hevði skrivað, og sum gav upplýsingar um hansara uppruna og lív. Innihaldið í henni hevur verið prentað í blaðnum Sunnudagsskúlin. Eiðismaðurin Svenning av Lofti fekk seinni samband við ættina. Hann vitjaði í New Zealandi í 2001, har hann hitti son Poul, David, sum hann annars leingi hevði havt brævasamband við. Føddur á Eiði Poul varð føddur á Eiði 21. juni 1881. Poul var fjórða barnið av seks hjá Jógvani og Elsebeth í Mir­mans­ stovu. Tað er nakað ógreitt hví henda stovan hevur fingið hetta navn. Tað kann vera, at hetta er eftir manni, sum kallaðist Mir­ mann. Systkini hjá Poul vóru: Óla Jákup, búði á Eiði. Marius, sum búsettist í Vági, nevndur ”Eiðimaji” Elsebeth Sofía Malena, sum búsettist í Havn. Emilia (Milja) Christina Poulina, búsettist á Tvøroyri Dánjal Johan, búsettist í Havn. Poul vaks upp í eini fátæksligari tíð. Jørð var ikki í húsinum, men hvør hjálpti hvørjum øðrum. Men fátæksligt hevur verið, tí Poul fór út til onnur at vera, og hann búði við Gjógv og í Funningi, til hann gjørdist vaksin. Tað skilst, at hann hevði tað ikki so gott, sum tíðirnar vóru, so kanska var ikki so nógv, sum bant til føðilandið. Poul fór til skips 14 ára gamal sum vanligt var tá, og hann fiskaði undir Íslandi í 2-3 ár. Í umrøddu traktat hevði hann eina hugtakandi lýsing av Íslandi. Her skrivar hann m.a.: Sjógvurin hevur eina und­ur­ fulla dragandi megi, serliga fyri hin unga. Fyrstu ferð eg fór til sjós var í tí gomlu tíðini, tá flest øll skip vóru seglskip. Dampskipini vóru fá og ikki løtt at sleppa við. Eg ynski, kæri lesari, at greiða tær frá Íslandi, tí tað er eitt av teim­um mest hugtakandi londum í heiminum. Høvuðsstaðurin í Íslandi er í allar mátar nútímans. Teir eru ernir av at hava elsta ting í heim­ in­um. Teir hava stóran lærdan há­ skúla og ein partur av fólkinum er væl lært. Midnáttarsólin er ógvuliga vøk­ ur, og tú kann sita á dekkinum og lesa uttan lampuljós á mid­nátt. At sita har og hyggja at mid­nátt­ar­ sól­ini, sum hon leggur sínar reyðu strálur á hin grøna sjógvin og samstundis upplýsir bergini við sín­um túsundtals fuglum á rók­un­ um, sum sita har, og njóta sólina er ein undurfull sjón. Tað er hitt vakr­asta, eg nakrantíð havi sæð. Millum Føroyar og Ísland hugsi eg, at ein kann koma út fyri ringast upp­østa havi, og har er mangt skipið farið og mangur sjómaður hevur verið skolaður fyri borð. Tað má eim sera dugnaligur sjómaður til at hava við seglskip at gera í slíkum vandasjógvi. Sleptur upp á land í Polen Undan Íslandi fóru teir til Grimsby í Onglandi at landa. Her hevur útlongsulin fingið fastatøkur á Poul, og hann fór av skipinum í Grims­by. Poul fór tá við einum farma­ skipi, sum sigldi í Eystursjónum, og her sá hann nógvar av býunum har á leiðini. Men hann gjørdist sjúkur um­ borð og varð uttan náði settur í land við pakka og sekk í einum polsk­um havnarbýi. Her kom ein katólskur prestur fram á hann, sum hann sat og græt. Hann tók sær av honum, til hann gjørdist frískur aftur. Hesa vælgerð tók Poul ofta til seinni í lívi sínum. Poul fekk nýggja hýru og kom aftur til Onglands, har hann fór í land. Her búði hann í tvey trý ár. 95 dagar til New Zealands Í 1901 fekk Poul hýru við trí­ mastr­aðari bark, sum skuldi til New Zealands. Hetta var tað, sum hann hevði droymt um sum ungur. Seinni skrivaði hann nevni­liga: “Mær longdist at síggja hin partin av jørðini. Hví tað var, visti eg ikki…” Ferðin tók 95 dagar. Poul skrivar um komuna til býin Tað var ikki bara Peter Jacob hjá Glyvrasnikkkaranum, sum sum endaði í New Zealandi. Undan honum kom ein eiðismaður hagar. EIÐISDRONGURIN, SUM ENDAÐI Í NEW ZEALANDI Mirmansstova á Eiði, haðani Poul var ættaður. Poul hevur orðið á trappuni Arndal Mouritsen er abbasonur Óla Jákup, beiggja Poul. Á myndini er eisini Edith, systir hansara.