Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 23 Komandi partur Í komandi parti er skipasøgina hjá John Lassen í Klaksvík. Hon er um skonnartina Karen Dunedin á Suðuroynni í New Zea­ landi: ”Aldri gloymi eg tann dag, vit sigldu inn í havnina í Dunedin. Havn­in var full av skipum. Har vóru fýra fullriggað skip og fleiri bark­ir, og um kvøldið var býurin ein fullkomin sjómannabýur.” Poul greiddi frá: Eitt kvøldið fóru tríggir av okk­ um í land saman. Sum vit komu nið­an frá kaiuni, komu vit til sjó­ mans­heimið. Uttan fyri heimið hitta vit eina eldri kvinnu. Hon æt frk. Winckie. Hon spurdi, um vit høvdu hug til at koma inn á heimið, og ein okkara segði: “Eg hugsi, at vit skulu fara innar og vita, hvat handa gamla hevur at siga”. Hon fór inn í eitt rúm nakað aftar­laga á heiminum og gav okk­um hvør sín stól. So tók hon Bíbliu sína og las nøkur skriftstøð fyri okkum. So spurdi hon hvussu vit itu. Síðan fór hon á knøini og bað fyri okkum og nevndi hvønn ein­stakan við navni. Tað var mær eitt stórt upplivilsi og eg havi aldri gloymt tað síðani. Tá ið hon fór avstað aftur tók hon í hond okkara og segði: “Má Gud signa teg.” Henda konan helt áfram at hava umsorgan fyri Poul. Teir fóru víðari til Wellington. Poul greiðir víðari frá: “Eitt kvøldið í Well­ing­ ton segði ein av mann­ing­ini við meg: “Her er ein drongur, sum spyr eft­ir tær”. Eg fór í land, og har stóð ein 11-12 ára gamal drongur. Hann segði: “Pápi mín meg fylgja tær nið­an til okkara.” “Hvussu kennir pápi tín meg?” Hann svaraði: “Hann fekk eitt bræv viðvíkjandi tyg­um frá eini konu í Dunedin”. So segði eg: “Hevur tú hug til at koma um­borð, so skal eg vísa tær runt í hesum stóra skipinum”. Men hann var ov smæðin at koma. So segði eg við hann: “Bíða her eina løtu, so skal eg koma við tær.” Ikki var leingi til vit vóru á veg niðan eftir kaiuni, og hann vísti mær niðan til faðir sín. Hesin maður bleiv mær ein vin­ur fyri lívið”. Poul bleiv tískil virkin í samkomu har í býnum. Poul mynstraði lukkutíð av í Wellington. Á ferð aftur til Europa hvarv barkin við mann og mús. Í Wellington gjørdist Poul fiski­ mað­ur, og hetta var jú eitt starv, sum hann kendi til og dámdi. Fann gentu í samkomuni Í Wellington kom Poul nógv sam­ an við hesi familju, sum hann var kom­in í samband við gjøgnum áð­ur umrøddu kvinnu í Dunedin. Hann kom í samkomuna, har tey gingu. Her kom eisini familjan Sin­ clair úr Hetlandi. Hann gjørdist væl við dóttur teirra, Agnas, og tey giftust í 1909. Brúðarnáttina hildu tey umborð á einum skipi, har Poul skuldi halda vakt! Tey bygdu sær síðan hús í út­ rið­ini av Wellington. Hetta er ein bý­ur, har tað í dag búgva 200.000 fólk. Húsini stóðu uppi í eini brekku, har útsýnið er gott yvir vík og hav. Hetta var ikki ólíkt Før­ oy­um, og man vera orsøkin til, at hann búsettist júst her. Agnas og Poul fingu fýra børn: Dóttrina, Ruth og synirnar, Andrew, John og David. Poul gjørdist skjótt kendur sum ein dugnaligur og álítandi mað­ur. Seinni fekk hann arbeiði sum vaktarmaður umborð á skip­ um, sum lógu í Wellington. Poul royndi seinni aðrar leiðir. Hann fekk sær øki, har hann hevði fenað, hønur og annað. Hesum gavst hann so við eftir eini tíð. Tað, sum hevði við sjógvin at gera, dró meira. Hansara lívsstarv kom at vera á havnini í Wellington. Hetta gav honum møguleika at virka mill­um sjófólk, og tað eru fleiri smá­rit, sum hann hevur skrivað í hes­um sambandi. Annað nevnist ”Úr Íslandi til New Zealand” og hitt eitur ”Vitin”. Hesi andaligu smá­ritini avdúka ikki einans, at Poul dugdi sera væl at skriva, men eisini at tað var eitt skaldsligt flog yvir hansara skriving, sum berg­ tók lesaran. Hetta sæst eisini í frá­ søgn­ini um Ísland. Fátøk og vitug Sagt varð um Mirmannsfókini á Eiði, at tey vóru fátøk, sum flestu fólk tá í tíðini, men vitug og les­andi. Hetta var eisini galdandi fyri Poul, sum eisini var skrivandi mað­ur. Hann átti nógvar andaligar bøk­ ur. At hesar bøkur ikki bara hava staðið sum bókaprýði, gongur sjón fyri søgn. Á bókasíðunum eru við­merkingar og undirstrikingar, sum bert kunnu gerast av manni, ið lesur og granskar. Onkur av hes­ um bókum er í dag í varðveitslu í sam­komu­húsinum Mizpa á Eiði. Sunnudagurin skuldi vera heilagur Tá ið Poul var drongur var hildið fast um sunnudag sum heilagan. Poul segði synum sínum frá, at hann sum blaðungur ein sunnudag hevði skotið ein fugl. Hann fór glað­ur heim við fuglinum, tí har var lítið og einki til matna. Men tá hann kom heim, fekk hann framm­an á frá pápa sínum, tí at hann hevði skotið fugl sunnudag. So nógv varð sunnudagurin virdur tá! Sonurin, David, greiddi frá, at páp­in plagdi at læra børnini at telja á donskum. Hetta man vera eitt úrslit av skúlaskipanini tá, har bara danskt varð lært. Poul plagdi at tosa við sonin, David, um systkini Milju og Óla Jákup. Einaferð var ein norskur hvalabátur komin at bryggju í Wellington. Poul fór við synum sín­um umborð at vita, um nakar av hansara var við, men tað var tað ikki. Í herliðnum hjá Rommel Ofta hava vit hoyrt søgur frá øðr­ um heimsbardaga um kenda her­ leiðaran Montgomery, sum m.a. stríddist í Norðurafrika ímóti tí ikki minni kenda herleiðaranum Rommel. Ein herdeild úr New Zea­ landi var við í deildini hjá Mont­ gom­ery. Millum hesar var hin 23 ára gamli hálvi eiðismaðurin David Olsen, sonur Poul. Hann var eisini við í sameinda herliðnum, sum tók seg upp gjøgnum Italia. Hann kom allan vegin upp gjøgnum Europa og endaði í London. Seinni angraði hann, at hann ikki helt leiðina longur norður – til Føroyar. Hann hevði framvegis viljað komið seinni, men døturnar, sum vóru sjúkrasystrar, ráddu honum frá at fara. Vitjaðu í Føroyum aftaná 100 ár Í 2003 vitjaðu ættarfólk hjá Poul í Før­oyum. Tá vóru liðin eini 100 ár síð­ani, hann fór úr Føroyum. Tað var dóttir David, abbadóttir Poul, sum var komin saman við manni og soni. Eg hitti tey norðuri á Eiði, og sigast skal, at tey vóru stak dámlig. Wendy mintist væl abba sín. Hon minnist eisini, at tá abbin onkuntíð kundu deila abba­ børn­ini, tá tey gjørdust ov ófrið­ar­ lig, varð hetta gjørt á einum máli, tey ikki skiltu! Tað er ikki ringt at gita, hvat mál tað mundi vera. Í hesum sambandi varð skipað fyri eini samkomu í skúlanum á Eiði, har møguleiki var hjá før­ oysku ættini hjá Poul at hittast. Her møtti heilt fitt av fólki, og ein fekk rættiliga kenslu av, hvussu lítil heimurin er! Tey upplivdu eisini Føroyar við Svenningi sum kønum ferða­leið­ ara. Kommunan á Eiði var eisini blíð og bjóðaði ein bita. Tað skilst, at ættin hjá Poul fram­vegis hevur samband við sína ætt í Føroyum, og at onkur teirra hev­ur vitjað her í ár. Kennir nakar Jacob Ell­end­er­sen? Tað eru fleiri aðrir føroyingar, sum eru fluttir til New Zealand bæði í eldri og nýggjari tíð. All­ir hava sjálvsagt sína søgu. Í ein­um brævi hjá Peter Jacob hjá Glyvra­snikk­ aranum í 1930­-ár­unum um­tal­aði hann Jacob Ellendersen úr Hvalba, sum búði í Wellington. Veit nakar meira um hann? Tað kundi verið áhugavert at frætt. Svenning av Lofti h.m. saman við David, soni Poul. Ættarfólk hjá Poul úr New Zealandi stødd á Eiði. Av Eiði til Wellington í New Zealandi var eitt langt lop.