Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 24 Ein heimsborgari og býarmynd í Havn er farin (Minningarorð um vinmannin Arna Juul Arnskov, 11. august 1921 – 8. Oktober 2018) Týsmorgunin frættust boðini, at vinmaðurin Arne Juul Arnskov var farin handan sýn mánakvøldið 8. Oktober, 97 ára gamal og mettur av døgum. Tað vóru ikki meira enn fýra vikur síðani, at tey bæði Sheila fluttu úr heimi teirra í Lauritsargøtu inn á Tjarnargarð at búgva. Hann 97 ára gamal og hon 92 ára gomul, og bæði væl nøgd við at hava fingið hendan møguleika. Arne og Sheila hava verið kend­ar býarmyndir í Havn, og flestu munnu kennast við myndina av teimum leiðandi í havnargøtum, sum eitt nýforelskað par, hóast komin væl upp í ellisár. Arne í sín­um grøna, síða frakka og bláu alpuhúgvu og Sheila so nett og vøkur við sínum blídliga smíli og mildu eygum. Tú sást tey eisini í býn­um einsæris, og tá tú møtti Arna, so var hann sum oftast stun­andi á veg okkurt ørindi ella á veg inn á Býarbókasavnið at fáa sína dagligu andligu føði um altjóða viðurskifti úr ávísum utt­an úr heimi. Tí hóast áhugin fyri før­ oyskum samfelagsviðurskiftum var stórur, so var sjónarringurin hjá Arna væl breiðari enn gerandis polit­iska keglið í Føroyum. Eftir hans­ara tykki var eisini neyðugt at hava ein altjóða sjónarring at grunda sína dagligu lokalu støðu­takan á. Arne var heimsborgari. Føddur í Hobro í Jútlandi í 1921, vaks upp nøk­ ur ár í New York, har pápi hans­ara var varakonsul fyri donsku stjórn­ ina, las á ungdómsárum løg­frøði á Universitetinum í Keyp­manna­ havn, arbeiddi síðani í Land­bún­að­ ar­málaráðnum í Keyp­manna­havn og hevði eitt skifti altjóða starv í París. Skotsku kon­una fann hann sær á ferð í Amst­er­dam í Niðurlondum, og at enda lagaði tað seg soleiðis, at hann gjørd­ist danskur embætismaður í Havn og húsaeigari í Trøðum á Sandi. Í 1964 gjørdist Arne skriv­stovu­ stjóri á Ríkisumboðnum og flutti sostatt til Føroya saman við konuni Sheilu, ið bar gitna eftirnavnið Mac­ donald sum føðinavn, og syn­un­um Michael, Carsten og Thorkil. Í tíðini tá Arnskov var skriv­ stovu­stjóri á Ríkisumboðnum, var ferð enn ikki komin á yvirtøkurnar. Tí vóru málsøkini mong, ið tá vórðu umsitin á stovninum. Har vóru umframt familjurættarliga økið, sum varð yvirtikið á Ólavsøku í ár, eisini sosialmál, heilsumál og skúla­ mál. Mong munnu tey tí vera, ið gjøgnum árini so ella so hava havt samband við henda eyðkenda em­ bætismann, sum saman við skift­ andi ríkisumboðsmonnum og skift­andi fulltrúum fyrisat hesum týð­andi málsøkjum. Eisini fleiri tíð­ ar­skeið sum konstitueraður ríkis­ umboðsmaður. Eyðkenda embætismannin, nevndi eg hann omanfyri. Tað var hann. Arne Juul Arnskov, sum í dag­lig­ari talu bara bleiv róptur Arn­ skov, var embætismaður út í fingra­ spíss­arnar. Hann var jú føddur í 1921 og eftir lokið løgfrøðisprógv var hann vaksin upp í donsku mið­ fyrisitingini og í altjóða starvi. So hann var embætismaður av tí gamla slagnum. Hetta kom enntá til sjóndar á sjarmerandi hátt, tá tú møtti honum á gøtuni og fall í prát við hann um gerandislig viðurskifi og veður og vind. Líkamikið, hvat samrøðan snúði seg um, so varð sam­røðan frá hansara síðu førd á eyð­kendum donskum kanncelli­máli. Arnskov var ikki einans kendur frá Ríkisumboðnum. Hann gjørd­ist eisini partur av føroysku fyri­sit­ingini. Eitt tíðarskeið var hann læntur út til nýstovnaðu Lands­skúla­fyrisitingina í sambandi við, at skúlaverkið var yvirtikið. Hann skuldi vera við til at byggja upp nýggju føroysku fyrisitingina av skúla­mál­um. Og tá Arnskov fór frá fyri aldur sum skrivstovustjóri á Ríkis­umboðnum, fann hann sær nýggjar avbjóðingar í før­oysku miðfyrisitingini. Hann fór í Tinganes at taka sær av at sam­ skipa føroyska lógasavnið, sum er grundarlagið undir tí, sum vit í dag kenna sum logir.fo, har allar før­ oyskar rættarreglur eru at finna. Hesum arbeiddi hann við til hann var um tey áttati, helst tí, at hetta var eitt øki, ið Arnskov hevði holl­an kunnleika til. Í hansara tíð á Ríkis­ umboðnum hevði hann havt ábyrgd­ ina av donsku útgávuni av før­oyska lógasavninum, nevniliga Lov­reg­ister for Færøerne. Eg byrjaði við at siga, at týs­morg­ unin frættist, at vinmaðurin Arne Juul Arnskov var farin 97 ára gamal. Tað kann tykjast eitt sind­ur løgið at umrøða hann sum vin­mann, tá hugsað verður um, at ald­urs­munurin okkara millum var heili 56 ár. Men vinmenn, tað vóru vit. Í mínari tíð í Sjónvarpi Føroya var eg komin at arbeiða tætt saman við soninum, Carsten Macdonald Arnskov, og vit báðir gjørdust vin­menn. Í tí sambandi kom eg fleiri ferðir at hitta Arna og Sheilu privat. Men vinalagið við Arna og Sheilu, tað byrjaði veruliga, tá eg við ársenda 2003 gjørdi av at stilla upp til løgtingsvalið, sum skuldi vera í januar 2004. Arne gjørdist nevniliga politiskt aktivur saman við konu síni, eftir at hann fór frá sum embætismaður. Fyrst í Verkamannafylkingini og síðani í Javnaðarflokkinum. Tað var gjøgnum tíðina í Javn­að­ar­ flokk­inum, at eg veruliga kom at kenna Arna Juul Arnskov, og at vit báð­ir gjørdust vinir. Hann var frá fyrsta degi ein hollur stuðul bæði við góðum politiskum ráðum og við menniskjaligum stuðuli, tá tað rak ímóti. Hann luttók altíð á lima­ fundum, og tá fundurin hevði hug at vera kritiskur ímóti mær, so kundi eg vera vísur í at rokna við stuð­uli frá Arnskov. Eg gjørdist ikki sørt imponeraður av samfelagsliga og politiska eldhuganum hjá hes­um manni, sum tá var farin væl um tey áttati. Enntá, tá Arne væl og virðiliga nærkaðist teimum níti árunum, sat hann í politiskum ar­beiðs­bólkum, sum skuldu orða fram­skygdar politiskar ætlanir á mill­um annað tí sosiala økinum, ið hann hevði ein so stóran og brenn­andi áhuga fyri. Arne ringdi, hann kom á gátt, var góður í ráðum, og tá eg gjørdist lands­stýrismaður, møtti Arnskov sum ein av fyrstu gestunum, errin og glaður at vísa sín stuðul. Eisini var hann klárur við troystandi orð­um, tá politiska søgan endaði fyri mítt viðkomandi. Arne var jú, sum áður nevnt, 56 ár eldri enn eg, og tí var eg ikki sørt errin ella rørdur av hansara treytaleysa stuðuli. Hetta prátaðu vit onkuntíð um, og tá skemtaði hann og tók til, at vit skuldu bara gera eina avtalu um, at tá hann fylti 100, so skuldi eg møta upp sum løgmaður og handa honum blómutyssi. Hesa av­talu hava vit nú báðir brotið, tó at hann var so nógvar ferðir nærri við at megna at halda hana, enn eg nakr­ antíð kom. Seinnu árini hava Arne og eg tí­ verri ikki hitst so ofta. Tó hava vit onkuntíð kunna flent at og undr­ast um, at tilvildin førdi til, at eg kom í starv á hansara gamla arbeiðs­ plássi og enntá í einum starvi, sum er avleggari av hansara lívsstarvi og við næstan sama heiti. Seinastu ferð, ið eg hitti Arna, var fyri tveimum árum síðani, tann 30. august 2016. Táverandi ríkis­ um­boðs­maðurin, Dan M. Knudsen, hevði gjørt av, at vit skuldu royna at seta okkum eitt sindur betri inn í, hvussu tað hevði verið at starvast á Ríkisumboðnum í gomlum døgum. Tí høvdu vit bjóðað Arna til miðmála, har hann kundi greiða okkum frá sínari starvstíð á stovninum. Arne tók fegin av, og hann greiddi okkum lívliga og errin frá sínari tíð á Ríkisumboðnum afturvið einum betri bita. Tað kendist, at ellin var farin at merkjast, men tó ikki, sum hjá einum 95 ára gomlum. Minnist við einum smíli, hvussu lætt og ómakaleyst Arne syftið høgra bein upp á vinstra knæ, fyri at binda lissurnar, tá eg heintaði hann heima í Lauritsargøtu. Tað er í veruleikanum eitt vakurt minni at hava um ein mann, ið júst er farin handan sýn mettur av døgum næstan 100 ára gamal. Friður verið við minninum um Arna Juul Arnskov. Harrin troysti og styrki tykkum, ið eftir sita. John Johannessen NØVN Um ein góðan mánað – tann 4. november - verður fólkaatkvøða um sjálvstøðu á Ny Kaledonia. Ný Kaledonia er eitt oyggjaland, sum liggur 900 fjórðingar eystur úr Australia, og har búgva sløk 270.000 fólk. MAGNI ARGE FÓLKATINGSMAÐUR N ý Kaledonia hevur verið undir fronskum ræðið, síðani tað var kolon­iserað seint í ní­ tjandu øld. Uprrunafólkið nevnist mel­anesar ella kanakkar, men rættiliga stórur partur av fólkinum í Ný Kaledonia í dag eru europearar – serliga av fronskum uppruna. Upprunaliga sendu frak­lend­ ing­ar fangar úr Fraklandi til Ný Kaledonia, men seinni tók seg eis­ ini upp nikkel ídnaður har. Stríð tók seg upp millum fronsku nið­ ur­setufólkini og melanesar um vald og jørð, sum endaði við at frans­ar tóku ræðið við vápnamegi og oyggin bleiv ein fronsk koloni. Fingu sjálvsavgerðarrætt í 1946 Ný Kaledonia var eitt av londunum, sum aftan á seinna heimsbardaga var sett á listan hjá ST yvir hjálond, sum fingu rætt at skipa seg sum sjálvstøðug lond. Tá fólkaatkvøða skuldi haldast fyri tretivu árum síðani í 1988 brast ófriður á. Partarnir vóru ikki samdir um, hvør skuldi hava at­kvøðu­rætt og hvønn leiklut ST skuldi hava í samband við valið. Mel­an­esiska sjálvstýrisrørslan boy­kottaði valið og undir ófrið­in­ um lótu fleiri fólk lív. Stríðið endaði tá ein friðaravtala, nevnd Matignon avtalan, varð undirskrivað. Í stuttum varð innihaldið, at loysingarrørslan játtaði ikki at krevja fólkaatkvøðu um sjálvstøðu tey næstu 10 árini, og Frakland játtaði at seta ferð á samfelagsmenningina. Semjan varð send út til fólka­at­ kvøðu 6. nov 1988 við spurningin um, at ein fólkaatkvøða um loysing skuldi vera í 1998. 80% av teimum ið Fólkaa sjálvst