Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 25 at­kvøddu, vóru fyri henni (lut­tøk­ an á atkvøðuni var 37%). Útseta fólkaatkvøðu og fáa heimastýrið í 1998 Í 1998 varð avtala gjørd ímillum all­ ar flokkarnir, bæði loysingar-, sam­ bandsflokkarnar og tann franska statin, sum skuldi tryggja Ný Kaledonia meira sjálvræði/sjálv­ støðu – tann sokallaða Noumea-av­ tal­an. Avtalan staðfesti eitt nú, at Ný Kaledonia kundi yvirtaka ræðið á ymsum málsøkjum, og at fólka­ at­kvøða um loysing varð útsett og skuldi vera í seinasta lagið 20 ár eftir, at avtalan varð undirskrivað. Ný Kaledonia skipaði seg við ein­um fólkavaldum tingi og eini stjórn, sum umsitur tey stað­ bundnu politisku økini. Harafturat velja tey tveir limir í franska tingið og ein senator. Frakland hevur ræðið á rætt­ar­ skip­anini, løgreglu, verjumálum og utt­anríkispolitikki, og ríkis­veit­ing­ in er um 10 milliardir krónur Tvær ferðir er fólkaatkvøðan út­sett. Fyrru ferð í 10 ár og aðru ferð í 20 ár, men nú skal hon so hald­ast um ein góðan mánað. Og part­arnir eru samdir um, hvussu hon skal skipast. Vildu ikki endurtaka rokið í Katalonia Politiskir leiðarar úr Ný Kaledonia vóru í novembur 2017 og hittu franska forsætisráðharran fyri at leggja rammurnar um fólka­at­ kvøð­una. Stóra rokið í Katalonia elvdi til, at franska stjórnin legði seg eftir at skipa fólkaatkvøðuna so friðaliga og demokratiska sum gjørligt. Aftan á 10 tímar langar sam­ráð­ ing­ar vóru spurningar greiddir, so sum hvør kann atkvøða, og hvussu val­støð verða skipaði. Eisini var av­ rátt, at eygleiðarar frá ST verða til stað­ar á valdegnum fyri at tryggja, at alt fer fram á rætta hátt og fronsk løgreglulið verða eisini send til Ný Kaledonia á valdegnum fyri at tryggja frið. Franski forsetin hevur sagt al­ ment, at hann ferð at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni, sum eisini er í sam­ljóð við ST samtyktina frá 1946, um rættin til sjálvi at gera av hvørt lond­ini vilja verða sjálvstøðug ella ikki. Í fólkatinginum herfyri endur­ tók Emanuel Macron í samrøðu við Magna Arge, fólkatingsmann, at Frak­land fór at virða úrslitið av fólka­atkvøðuni, og at Frakland ikki legði seg út í valstríðið har. Hann rokn­aði kortini við, at meirilutin fór at atkvøða fyri framhaldandi at verða partur av Fraklandi. Jyllands Posten skrivaði herfyri, at rokið í Katalonia fyri einum ári síðani hevði stóra ávirkan á støðu­ tak­anina hjá fraklendingum, tí tey ynsktu ikki eitt nýtt stríð í Ný Kaledonia. Kanakkar taka undir við sjálvstøðu Undirtøkan fyri einum sjálv­ støð­ugum Ný Kaldonia er stórst millum upprunafólkini, með­an fólkið við evropiskum upp­runa ynskir framhaldandi sam­band við Fraklandi. Fremsti loys­ing­ar­flokk­ urin er Front de Libération Nation­ ale Kanak et Socialiste (FLNKS). Veljarakanningar, ið vórðu gjørd­ar í mai mánaða benda á, at helmingurin vil varðveita sam­ bandið við Frakland, meðan fjórð­ ing­urin ynskir sjálvstøðu, men stór­ur partur hevur ikki stikið støðu. Fellur uppskotið um sjávstøðugt Ný Kaledonia, so verður nýggj fólka­atkvøða aftur í 2020. Umboð fyri Ný Kaledonsku tjóð­skaparrørsluna eru javnan í Europa og greiða frá um støðuna har. Eitt nú verður ein ráðstevna í Bruxelles, har Magni Arge fólka­ tings­maður skal greiða frá um viður­skiftini millum Føroyar og Dan­mark. Umboðini hava eisini víst áhuga fyri at koma til Føroyar og greiða frá tilgongdini millum Ný Kaledonia, Frakland og ST. Altjóða ráðstevna um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld Luttakarar úr Skotlandi, Kata­l­ onia, Ný Kaledonia og Før­oy­um verða við, tá Tjóðveldi í dag 12. oktober skipar fyri ráð­stevnu um tjóðskaparligan sjálvs­av­ gerð­arrætt í 21. øld í Norð­ur­landa­ húsinum. Rætturin hjá tjóðum at skipa seg sum fullveldi er støðugt á bredd­anum kring heimin, og í Ný Kaledonia verður fólkaatkvøða um sjálvstøðu frá Fraklandi 4. november. Í Katalonia fór spanska stjórn­ in harðliga fram, tá katal­anska fólkið á fólkaatkvøðu 1. okt­ober í 2017 skuldi siga sína hugsan um framtíðarstøðuna hjá Katalonia. Fleiri politikarar vórðu settir fastir og sita enn í fongsli uttan dóm. Aðrir hava funnið sær friðskjól í øðrum ev­ropeiskum londum og halda fram at tala fyri sínum politisku sjón­armiðum um framtíðina hjá Katalonia. Í Skotlandi var fólkaatkvøða í 2014 um at skipa Skotland sum fullveldi. Ein lítil meiriluti var fyri at varðveita sambandið við Stórabretland tá, men síð­ an Brexit gjørdist veruleiki, eru ætlanir um eina nýggja fólka­at­ kvøðu komnar á breddan. Føroyingar lúka allar treytir at vera ein tjóð við ómissandi sjálvs­avgerðarrætti. Hetta hava danskir forsætisráðharrar eis­ini ofta sagt, men staðfest er hetta fólkatingsvalskeiðið, at Dan­mark hevur ongantíð við­ur­kent hend­ an rættin mótvegis Sam­eind­um Tjóðum. Á ráðstevnuni verður skift orð um støðuna í ymsu londunum. Úr Ný Kaladonia kemur umboð fyri tjóðskaparrørsluna, at greiða frá fólkaatkvøðuni 4. november og hvønn leiklut Frakland og ST hava í tilgongdini. Úr Skotlandi kemur tingmaðurin, Kenneth Gib­son, at siga frá støðuni har. Greitt er ikki enn, hvør fer at umboða Katalonia, men umboðið hað­ani fer at lýsa politisku støð­ una í dag, og hvønn týdning hon hev­ur fyri fólkaræðið í Evropa. Høgni Hoydal, formaður í Tjóð­ veldi, fer at leggja fyri og um­røða stigini, Føroyar eiga at taka, nú 70 ár eru liðin, síðan heima­stýris­lóg­ in varð sett í gildi. Atgongdin til ráðstevnuna er ókeypis. Ráðstevnan byrj­ar kl. 13.15 fríggjadagin 12. oktober í Skálanum í Norð­ur­landa­hús­ in­um. Orðstýrari verður Magni Arge, fólkatingsmaður hjá Tjóð­ veldi. Tjóðveldi atkvøða um tøðu í Ný Kaledonia FAKTA Íbúgvar: 268.700 (Tøl frá 2014). Av hesum eru: 43% Kanakkar, 37% av europeiskum uppruna og 20% onnur (asiatar, polynesar, o.s.fr.). GDP: (2011) US$ 9.89 mia. Per capita: US$ 38.921 Forseti: Emmanuel Macron Stjórnarleiðari í Ný Kaledonia: Philippe Germain Melanesar – ella kanakkar - hava egið mál og mentan, men franska málið verður brúkt í flestum almennum samskifti. Ný Kaledonia brúkar bæði fronsku trikolorina og egið flagg. Tað hevur eisini elvt til stríð, og ein samgonga skrædnaði í 2011 av somu orsøk.