Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 30 PÆTUR ALBINUS T að gongur niður á bakka í Argja Dartfelagi. Tað, sum so seint sum í fjør var størsta felagið í landinum við 42 limum, er eftir einum ári minkað niður um eina helvt til áleið 20 limir. Høvuðs­or­ søkin er, at umstøðurnar í felag­ num ikki eru til at halda út. - Vit liva í einari óvissu, og tí tíma nógvir av limunum ikki at gjalda limagjald longur, sigur Martin B. Dalsgarð úr Argja Dartfelagi. Stóri trupulleikin hjá felagnum er, at teir í verandi hølum í kjallara­ num í gamla AB-húsinum einans hava pláss fyri fimm talvum. Hetta halda teir í felagnum vera alt ov lítið til at hava skipaðar venjingar og kappingar, og tað ger tað ikki frægari, at tað er tungt at reka felag­ið fíggjarliga. Leigan kostar, og felagið stendur í skuld til AB. - Vit liva upp á vælvild frá AB. Teir kunnu tveita okkum út í morg­ in, og so dettur alt niðurfyri, sigur Martin B. Dalsgarð. Tað er ikki tí, at Argja Dartfelag ikki hevur roynt at fingið hjálp. Tvørtur­ímóti. Teir í felagnum hava javnan roynt at fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, men teir í felagnum halda ikki, at hetta samskiftið gongur serliga høgliga. Fáa ikki stuðul Limir í Argja Dartfelagi hava pjøss­ að um kjallaran í AB-húsinum, so­ leið­is at tað ber til hjá nøkrum at spæla dart í senn, men skal loysnin vera haldbar, so er neyðugt, at teir fáa annaðhvørt rakstrarstuðul ella størri hølir at vera í. Argja Dartfelag hevur søkt um rakstrar­stuðul frá Tórshavnar kom­mu­nu, men svarið, ið teir hava fingið, er, at tað kommunan ætl­ar sær at venda sær frá at veita rakstrarstuðul. Heldur vil kom­munan lata teimum hølir at vera í, men hesi seinastu góðu tvey árini, ið Argja Dartfelag dúg­ liga hevur roynt at fingið bøtt um hølis­viðurskiftini við einari hjálp­ andi hond frá kommununi, er einki hent. Onkur uppskot hava verið uppi at vent, eitt nú at flyta inn í gamla Argja Skúla, men av tí at hetta mest sannlíkt einans var ein fyri­bilsloysn í eitt ella tvey ár, tí at skúlin skal brúkast til annað enda­ mál, so helt Argja Dartfelag, at tað kundi gera tað sama. Teir í dartfelagnum á Argjum hava eitt brennandi ynski um at verða verandi á Argjum. Annars – sum teir sjálvir siga – so kundu teir sjálv­ir funnið sær hølir í Tórshavn, men tað er ikki vera meiningin hjá einum felagi, ið eitur Argja Dart­felag og er heimahoyrandi á Argjum. Skúlin á Argjahamri hevur eisini verið uppi at vent sum eitt kom­andi heim hjá húsvillu dart­ fólk­unum á Argjum, men eisini hetta uppskotið fall til jarðar, og teir í nevndini eru av álvara farnir at ótolnast av drúgvu óvissuni. - Tað hevði verið lættari, um vit bara fingu eitt svar, so vit kundu fyri­hildið okkum til ta svarið, sig­ ur Martin B. Dalsgarð, sum ikki vil vísa aftur, at teir kunnu halda fram í AB-húsinum, um teir fáa eitt greitt svar um at hetta skal vera teirra varandi heimstaður, og um teir fáa fíggjarligan stuðul til tað. Teir í Argja Dartfelagi geva ikki nógv fyri, at kommunan sigur seg ikki vilja Størsta dartfelagið bløðir: DART: Ringar umstøður Eitt av stóru dartfeløgunum í Føroyum, Argja Dartfelag, er minkað niður í eina helvt eftir bara einum ári. - Vit liva í einari óvissu, og tí tíma nógvir av limunum ikki at gjalda limagjald longur, sigur Martin B. Dalsgarð, ið er ein av oddamonnunum í felagnum, sum stríðist við at fáa stuðul frá kommununi og so dánt yvirlivir við vælvild UMSTØÐURNAR IKKI NÓG GÓÐAR