Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 31 veita rakstrarstuðul. Teir síggja nevniliga hvussu grannarnir í Havnar Dartfelagi hava fingið ríki­ligt av rakstrarstuðli frá Tórs­havn­ar kommunu - og framvegis fáa tað. Innlit í tøl hjá kommununi prógva, at Tórshavnar Dartfelag í 2016 – sama ár, sum Argja D a r t ­f e l a g fekk noktað umbøn um rakstrar­stuðul – fekk 57.600 krón­ ur í rakrstrarstuðli. Árið eftir, í 2017, var upphæddin tann sama. Tórs­havnar Dartfelag fekk 57.600 krón­ur afturat í rakstrarstuðli, meðan táverandi størsta dartfelag í landi­num, Argja Dartfelag, ikki sá skugg­an av hvørki fíggjarligum ella prakt­iskum stuðli. - Vit eru glaðir fyri, at Havnar Dart­felag fær stuðul, men okkara spurn­ingur er, hvussu kommunan kann verja tað, at Havnar Dartfelag fær stuðul, tá ið teir samstundis siga við okkum, at teir ikki geva rakstrar­stuðul, og hví vit skulu vera einasta dartfelag í Føroyum, sum ikki fær stuðul frá kommununi, sigur Martin B. Dalsgarð. Ikki ein ølsportur Tað eina uppleggið, sum Argja Dart­felag er komið við, nevniliga at flyta inn í skúlan á Argjahamri, meta teir í felagnum hevði gagnað øllum føroyska dartítróttinum. Gjørt varð eitt upplegg, sum í sjálv­um sær hevði givið ítróttinum góðar umstøður at vaksa, og har­ um­framt góðar møguleikar fyri felagsskapi við eitt nú køki og uppi­haldsstovu. - Hetta hevði kostað áleið 150.000 krónur, og tað hevði verið ein eingangsupphædd. So var trupulleikin úti av verðini. Hetta hevði verið optimalt fyri alt dart-Føroyar. Tað kundi verið ein miðdepil, har øll sluppu inn at spæla. Tað er jú tað, ið øll vilja hava, sigur ein av teimum úr Argja Dartfelagi, Petur Midjord, sum leggur afturat, at plássið og umstøðurnar eru avgerandi fyri hvussu nógv spæla dart ella hvus­ su dart kann vaksa, tí – sum hann sigur – so kunnu væl fleiri spæla enn tað gera nú. Eisini hetta uppskotið fall til jarð­ar. Fyrst í september fekk Dart­ sam­band Føroya váttað upptøku í ÍSF. Í fyrstu atløgu verður DSF, sum tað styttist, upptikið sum menn­ingarsamband, men hetta er eitt risa fet á leiðini hjá dart, ið stund­um verður stemplað sum ein øl-ítróttur. - Tað er ikki stórt øðrvísi enn fót­bóltur á Tórsvølli. Aktørarnir á vølli­num drekka ikki, men tað gera áskoðar­arnir, vísir Petur Midjord á. ALBINUS@SOSIALURIN.FO Tórshavnar kommuna: Uppskotið til dart-stað í skúlanum á Argjahamri, sum fyri 150.000 krónur hevði skapt dreymaumstøður fyri dart í Føroyum Mentamálaleiðarin í Tórs­havn­ ar kommunu, Sigurð Ó. Vang, sigur seg vera varugan við, at Argja Dartfelag ynskir sær betri um­støður. - Ja, Tórshavnar kommuna hevur samskifti við Argja Dart og kennir til hølisviðurskifti og ynski teirra. Samskiftið er ikki komið á mál við teirri til­ gongdini enn. Ein høvuðs­spurn­ ingur hevur verið um tilber at hýsa virkseminum í einum av verandi bygningum hjá Tórs­ havnar kommunu, sigur Sigurð Ó. Vang. Passar tað, at Havnar Dart­ felag fær rakstrarstuðul, og ikki Argja Dartfelag? – og hví er hetta? - Ja, Havnar Dartfelag kom fyri nøkrum árum síðani undir skip­an við umleið 60% ískoyti til hølis­leigu, ið teir hava í privatari ogn. Mentamálanevndin hev­ ur fyrr í ár samtykt at endur­ skoða hesi viðurskifti, men er Tórshavnar kommuna ikki kom­in á mál enn við teirri til­ gongd­ini. Málið er at javnseta viður­skiftini hjá feløgunum, svar­ar mentamálaleiðarin. - Argja Dartfelag hevur upp­ skot um eina verkætlan í skúla­ bygningi á Argjum (Argja­vegur 32). Tann tilgongdin er ikki komin á mál enn vegna millum annað ivamál um hvat bygn­ ingurin skal brúkast til fram­ yvir, sigur Sigurð Ó. Vang. Stóri spurningurin hjá Argja Dart­felagi er nær teir kunnu vænta sær greitt svar upp á hvar teir sleppa at húsast framyvir. - Væntandi fyriliggur ein av­ gerð tí viðvíkjandi í næstum, um­framt farið verður undir at vita um aðrir møguleikar eru. Millum annað hevur verið um­ røtt um aðrir bygningar hjá Tórshavnar kommunu kun­ nu nýtast. Ein annar spurn­ ing­ur hevur verið um­røða av hvørt feløgini eru ítrótt­a­feløg ella meiri klubbar ella líkn­ andi. Nú tykist vera greitt at feløgini gjøgnum lima­skap í ÍSF vilja síggjast um ítrótta­ feløg, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórs­havnar kommunu. ALBINUS@SOSIALURIN.FO Avgerð fyriliggur í næstum