Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »Hvat hevði hent, um catalanar loystu, sum neyvan verður veru­ leiki? Sambært BBC og einum cata­ lansk­um økonomi hevði verið kaos í Cat­a­lonia. Landsparturin hevði ver­ ið tveittur úr ES, tí tað er Spania, ið er ES-limur.« Ikki hissini dómadagsprædika, sum fyrrverandi løgmaður Ed­ mund Jo­e­nsen kemur við, nú fyrr­ ver­andi kat­a­lanski forsetin, Car­l­es Puigdemont, hevur vitjað í Før­oyum. Sjálvandi er tað stórt hjá Tjóð­ veld­i­num at fáa ein slíkan mann á vitjan. Ikki minst hjá Magna Arge, sum næstan ikki hevur tosað um ann­að enn sjálvs­av­gerð­ar­rættin, síð­an hann kom í sessin hjá Høgna Hoy­dal í Fólkatinginum. Eitt er, at Pu­i­g­d­emont gjørdist heimsgitin av loys­ing­ar­stríð­num í Kata­lon­ia. Men tað er eingin orsøk hjá sam­bands­ fólki at fara púrasta í svart og renna skríggjandi undan fyri tað, um ein mað­ur sum Carles Puig­d­e­mont vitj­ ar í Føroyum. Hann kann so ikki loysa Føroyar frá Danmark. Og valla kunnu við­ur­ skifti okkara við Danmark sam­an­ berast við støðuna millum Kat­a­lona og restina av Spania. Tað kann væl vera, at Edmund Jo­en­sen veit, hvussu føroyingar og kat­a­lonar til ævigar tíðir fara at at­ kvøða. Men eitt sakligt orðaskifti sakar einki. Er tað so fantastiskt at vera í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum ikki bara sambandsfólk halda, men flestu føroyingar í øllum flokk­ um við, so er einki at ótt­ast. Sambandsflokkinum nýt­ist held­ ur ikki at óttast, at Javn­að­ar­flokk­ur­ in fer at loysa saman við Tjóð­veldi og Framsókn. Politiskt er full­veldi og loys­ing slett ikki á skrá. Tað hev­ ur verið ringt at fingið lív aftur í full­veld­is­dreym­in, síðani An­finn Kalls­berg av­lýsti fólka­at­kvøð­una í 2001. Og tað er ilt at síggja, nær hesi við­urskifti aftur koma á skrá. Men tað kann ikki forða tjóð­veld­ is­fólki at føra síni sjónarmið fram ella at bjóða katalanum til Før­oya at tosa um, hvussu óreinan tey halda spanska statin vera við lands­partin Kata­lonia. Sjálvandi kann loys­ing­ar­spurn­ ing­ur­in aftur koma á skrá í Før­oy­ um. Men tað krevur, at Tjóðveldi og Fólka­flokk­urin kasta saman. Ikki nóg mik­ið við tí. Tað krevur eis­ini, at Fólka­flokkurin aftur gerst ein loys­ ing­ar­flokkur. Tvær fortreytir, sum eyga ikki fæst á í løtuni. Edmund Joensen kann sova ró­ liga. Har hendir einki á hasum øk­ i­num. Ikki so frægt, at Løg­ting­ið megn­ar nakað so einfalt sum eina nýggja stýr­is­skip­an­ar­lóg at stað­ festa sjálvs­av­gerð­ar­rættin. Hvussu skulu hesi fólk nakrantíð semj­ast um nakað, sum nærkast loys­ing? EDMUND KANN SOVA RÓLIGA Tjóðveldi og Framsókn fáa ikki einsamøll fullveldi Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Stuðul úr JÓLAMERKJAGRUNNINUM Nú er høvið at søkja stuðul frá Jólamerkjagrunninum. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Stuðulin verður latin til ávís tiltøk til frama fyri børn, til stovnar, feløg o.o., ið virka fyri hesum tiltøkum. Í serligum føri kann stuðul verða latin til annað enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm, brekað ella onnur samfelagsgagnlig endamál. Stýrið er ikki bundið av at umsókn er send. Umsóknarfreistin er 31. oktober 2018. Umsóknir skulu stílast til: Jólamerkjagrunnurin Postsmoga 3009 110 Tórshavn