Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 Í kvøld klokkan 19 verður heimspremiera av italska dokumentarfilminum – Suðuroy, the island of wind – vístur í Miðlatúni í Vági. Filmurin hevur enskan undirtekst. Arbeiða bæði í Rókini og Hvítanesi Í morgun vita P/F Eystur- og Sandoyartunlar at siga, at tilsamans 85 metrar vórðu boraðir og sprongdir í Eysturoyartunlinum í síðstu viku Vilmund Jacobsen Á Hvítanesi vórðu 18 metrar sprongdir, og her eru teir nú komnir 3.657 metrar frá Streymoyarlandinum. Frá rundkoyringini og móti Hvíta­nesi vórðu sprongd­ir 24 metrar, og her eru nú sprongd­ir tilsamans 1.222 metr­ar. At enda vórðu 43 metrar sprongdir frá rund­koyr­ ingini móti Rókini, og her eru nú sprongdir tilsamans 1.025 metrar. Sprongdir eru nú til­sam­ ans 7.529 metrar av 11.250 metrum, sum Eystur­oy­ar­ tunnilin verður langur. - Vit eru eisini byrjaði at gera 500 metrar av vegabreyt á Hvítanessíðuni, og hetta arbeiðið heldur fram hesa vikuna. Teir eru eisini byrjaði at spreingja eitt stytri strekki av tunlinum í Rókini. - Hetta er fyri, at vit kunnu byrja at stoypa port­ al­in, soleiðis at hesin verður klár­ur, tá tunnilin verður sprongdur út gjøgnum fjallið í Rókini. FM aftur á skránni Vilmund Jacobsen Á øðrum sinni verður nú skipað fyri FM fyri handverkslærlingum, og hesaferð verða fleiri lærugreinar við. Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar, sum á fyrsta sinni varð hildið á Torginum í SMS í oktober í fjør. Tá varð kappast í rørsmíði, timbri og hárfríðkan. - Hesaferð hava fyriskipararnir valt at víðka munandi um FM kappingina, og hetta verður gjørt við at bjóða kapping í øllum handverkslærugreinum, sum hava skúlagongd í Føroyum. Í Vinnuhúsinum siga tey, at um hetta skal gerast veruleiki, verður neyðugt at hava fleiri hølir at hýsa FM-kappingini í. - Torgið í SMS kemur framvegis at vera høvuðskarmur um kappingina, har kappast verður í hárfríðkan, timbri og el. Síðan verða skúlahølini á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík eisini tikin í nýðslu. Lagt verður aftrat, at á Glasi verða smiðjuútbúgvingarnar, maskin, rør og bil, og Tekniski skúli í Klaksvík verður vertur fyri kokkakappingini. FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska skúla í Klaksvík og Yrkisdepilin. Í síðstu viku varð skipað fyri seyðauppboðssølu, vørutombola og lutaseðlasølu á Strondum. Endamálið var at savna inn pening til uttanumøkið við Missiónshúsið. Inn komu 110.000 kónur. Indiskur sendi­ maður vitjaði Vinnuhúsið Í morgun vitjaði indiski sendimaðurin í Keypmannahavn, Ajit Gupte, í Vinnuhúsinum á Óðinshædd Vilmund Jacobsen Í Vinnuhúsinum vistu tey í morgun at siga, at sendi­mað­ urin kom á vitjan til Føroya í gjár og skal á ferðini kunna seg um føroysk viðurskifti. - Umframt at vitja Vinnu­ húsið og fáa kunning um eitt nú føroyska vinnu og før­ oyskan inn-og útflutning, skal sendimaðurin eisini vitja fyritøkur og almennar stovn­ar í Føroyum. Víst verður á, at Føroyar innflyta nakað av vøru úr India, men enn er útflutn­ing­ urin til India lítil ella eingin. - Indiski búskaparvøkst­ urin hevur seinastu árini ligið á 7,5 prosentum um árið og er sostatt sera skjótt veks­ andi og tann fimmt størsti í heiminum. Stór vinnuráðstevna Á vitjanini í Vinnu­hús­in­ um í morgun brúkti ind­iski sendiharrin høvi at kunna um møguleikan hjá før­oysk­ um fyritøkum at luttaka á Gujarat Global Summit 2019. - Hetta er ein stór vinnu­ ráð­stevna, sum verður fyri­ skipað á hvørjum ári í januar. Í Vinnuhúsinum siga tey, at indiski sendimaðurin mælti føroyskum fyritøkum, sum hava áhuga í indiska marknaðinum, at leita sær til vinnuráðstevnuna, Gujarat Global Summit 2019.