mánadagur 15. oktober 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Tað var ein sera hørð løta fyri meg og familjuna, tá ið eg
mátti rýma úr Katalonia. Serliga hart var tað at fara frá
mínum døtrum. Men eg noyddist at flýggja fyri at kunna halda
fram við stríðnum fyri einum sjálvstøðugum Katalonia, sigur
Carles Puigdemont, sum vitjaði í Føroyum um vikuskiftið
Eyðun Klakstein
Hann er frákoyrdur sum forseti.
Hann er í útlegd. Men hann er onk
ursvegna leiðarin hjá katalonska
fólkinum – í øllum førum teimum,
sum vilja hava eitt sjálvstøðugt
Katalonia.
Carles Puigdemont hevur verið í
brennideplinum, síðani hann í 2016
var valdur forseti í Katalonia. Hann
stílaði fyri fólkaatkvøðu um kata
lonskt fullveldi, sum spanska mið
stjórnin lýsti ólógliga og veruliga
fór í hernað ímóti. Fólkaatkvøðan
varð gjøgnumførd fyri einum góð
um ári síðani, og stórur meiriluti
var fyri fullveldi. Avleiðingin var,
at Carles Puigdemont og aðrir leið
andi politikarar máttu flýggja úr
Spania, tí myndugleikarnir vildu
seta teir í bolt og jarn, tí teir stóðu
við fólkaatkvøðuna og vildu lýsa
Katalonia sjálvstøðugt land.
Tað er nú eitt lítið ár, síðani
Puigdemont flýddi frá hús og
heimi, frá familju og heimlandi, og
síðani hevur hann virkað í útlegd í
Týsklandi og nú í Belgia, har hann
hevur búsett seg.
– Hvønn morgun, tá ið eg vakni,
sigi eg við meg sjálvan, at hetta
verður seinasti dagur hjá mær í
útlegd. Tað hjálpir mær at halda
fram og vera virkin í okkara stríði
fyri einum sjálvstøðugum Kata
lonia, sigur Carles Puigdemont, tá
ið Sosialurin hittir hann undir vitj
anini í Føroyum um vikuskiftið.
Politiskur uppvøkstur
Carles Puigdemont vaks upp í
fjallabygdini Amer nærindis Girona
í landnyðringspartinum av Kata
lonia. Abbin stríddist í spanska
borgarkrígginum og mátti flýggja
til Fraklands, tá ið Franco og hans
ara fólk vunnu og settu seg á valdið.
Pápin er bakari, og familjan eigur
framvegis bakarí mitt í Amer.
– Eg vaks upp undir harðrenda
stýrinum hjá Franco. Vit sluppu
ikki at tosa katalanskt í skúlanum,
og katalanskt var eisini bannað í
miðlunum, í almennum tiltøkum
og í umsitingini, sigur Carles Puig
demont.
Franco doyði í november mánaði
í 1975, tá ið Puigdemont var 13 ára
gamal, og longu tá gjørdist hann
politiskt virkin.
– Mítt ættarlið visti, at hetta var
ein løta, sum snúði seg um okkara
framtíð. Vit stúrdu fyri, at leivdir
av stýrinum hjá Franco fóru at ar
beiða ímóti fólkaræði. Øll høvdu
eina politiska meining og luttóku
í kjaki. Vit vildu stríðast fyri fólka
ræði og ímóti einaræði, kúgan og
harðskapi frá myndugleikunum,
greiðir Puigdemont frá.
– Øll míni vinfólk vóru eisini pol
itiskt áhugað. Vit vóru við í kjaki
og mótmælisgongum, tí vit vildu
skunda undir meira fólkaræði og
eisini virka fyri, at okkara egnu
politikarar vildu betra politisku
skipanina og gera hana meira
demokratiska, sigur hann.
– Tað var púra natúrligt fyri meg
at verða politiskt virkin, og líka
mikið um eg bleiv bakari, journal
istur ella politikari, hevði eg luttikið
í politiskum virksemi.
Carles Puigdemont valdi eina
yrkisleið sum journalistur, men pol
itikkurin var ongantíð langt burtur,
og í 2006 tók hann politikkin fram
um journalistikkin, og síðani hevur
hann verið valdur í katalonska
tingið, var eitt skifti borgarstjóri
í Girona, og fyrraárið varð hann
valdur forseti í Katalonia. Hetta
embætið kundi hann ikki longur
røkja, tá ið hann rýmdi av landinum
í fjørheyst.
Stór løta
Sentrala hendingin í politiska lív
inum hjá Carles Puigdemont er
fólkaatkvøðan um fullveldi, sum
var í Katalonia 1. oktober í fjør.
Spanski stjórnarskipanarrætturin
lýsti fólkaatkvøðuna ólógliga, og
spanskir myndugleikar royndu at
forða fyri, at fólkaatkvøðan varð
hildin. Tað var nógv rok og mikið
stríð, tá ið katalanar fóru á val, og
Eftir eitt ár í útlegd:
– Eg eri til reiðar at vera fleiri ár afturat í útlegd, men eg stríðist fyri at vera so stutt sum gjørligt. Tað er ikki avgerandi fyri meg, nær eg sleppi
heimaftur. Eg stríðist fyri veruligum fólkaræði til okkara fólk, og tí snýr hetta seg ikki um mína støðu, sigur Carles Puigdemont
EG MÁ