Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 fleiri staðni nýttu løgreglufólk vald ímóti fólki. Umleið 43 prosent av velj­ar­ un­um valdu á fólkaatkvøðuni, og av teimum atkvøddu 92 prosent fyri katalonskum fullveldi. Stríðið millum fullveldisfólkini og sponsku stjórn­ina harðnaði eftir fólka­at­ kvøð­una, og endin var, at Puig­ demont og aðrir politikarar flýddu av land­inum, tí sponsku myndug­ leik­arnir vildu seta teir í fongsul. Puigdemont er ivaleysur í, at tað var rætt at hava fólkaatkvøðuna, og hann skýrir hana ein stóran sigur fyri katalonska fólkið. – Tað var ein stór løta fyri katal­ an­ar og ein av okkara størstu sigr­ um, tá ið vit atkvøddu fyri full­veldi. Hesa løtuna vunnu vit eitt stríð ímóti einum harðrendum sponsk­ um ríki. Nú er katalonska fullveldið eitt veruligt politiskt mál, hóast tað verð­ur skýrt ólógligt av sponsku myndug­leikunum, og øll verðin veit um okkara stríð, sigur Carles Puig­demont. – Fólkaatkvøðan var eisini ein staðfesting av, at fólkið stend­ur aftanfyri okkara krav um sjálvs­ av­gerð­arrætt og sjálvstýri. Og fyri katal­anar er hetta ein nýggj tíð. Einki verður aftur, sum tað var áðr­ enn fólkaatkvøðuna. Puigdemont heldur fast um, at fólkaatkvøðan er eftirfarandi, hó­ ast bert 43 prosent av veljarunum lut­tóku. – Sponsku myndugleikarnir gjørdu alt, sum teir kundu, fyri at steðga fólkaatkvøðini, og teir royndu at forða fyri, at fólk at­ kvøddu. Teir brúktu vald móti frið­ar­ligum fólki. Tí settust nógv fólk aftur og fóru ikki á val, men kort­ini vóru fleiri fólk á vali, enn tá ið fólkaatkvøða var um ES grund­ lógina, og vit vita ikki, hvat tey, sum ikki vóru á vali, halda um katalonskt fullveldi, sigur Puig­de­ mont. –  Fyri meg var fólkaatkvøðan greið boð frá okkara fólki um, at vit skuldu fara undir gongdina at gera Kata­lonia til eitt sjálvstøðugt land, sig­ur hann. Neyðugt stig Sponsku myndugleikarnir skýrdu fólkaatkvøðuna í fjør ólógliga, og í Madrid var hon mett sum ein ógvus­lig provokatión frá katal­ onsku fullveldisfólkunum. – Eg dugi ikki at ímynda mær nakað meira demokratiskt stig at taka enn at halda eina fólka­ at­kvøðu. Vit ynskja ikki at brúka harð­skap, og vit vilja ikki taka vápn í hendi. Vit ynskja bara at fáa at vita, hvat fólkið vil. Ein fólka­at­ kvøða er mest demokratiska stigið at taka fyri at loysa eina ósemju, held­ur Puigdemont. – Spanska stjórnin valdi at brúka harðskap ímóti okkum, og tað er ein álvarsamur trupulleiki fyri framtíðina. Vit fara ikki at gloyma framferðina hjá sponsku myndug­leikunum, tá ið spanska løg­regl­an nýtti harðskap ímóti frið­ ar­ligum borgarum, sum vildu siga sína hugsan um katalanskt sjálv­ stýri. Puigdemont heldur, at neyðugt var at halda eina fólkaatkvøðu um full­veldi, tí allar aðrar royndir at fáa meira sjálvstýri vóru miseydnaðar. – Vit hava roynt aðrar leiðir áð­ ur. Vit hava roynt at fingið størri sjálvstýri, men sponsku myndug­ leik­arnir hava hvørjaferð noktað fyri hesum. Vit hava roynt allar hugs­andi loysnir og skotið upp broyt­ingar, men til fánýtis. Vit eru ein minniluti í Spania, vit hava okk­ara sjálvsavgerðarrætt, og vit kunnu sjálvi avgera okkara framtíð, sig­ur hann. Mátti flýggja Nú er næstan eitt ár farið, síðani Carles Puigdemont flýddi úr Spania, og hann hevur síðani verið í út­legd og býr nú í Belgia. – Tað var ein sera hørð løta fyri meg og familjuna, tá ið eg mátti rýma úr Katalonia. Serliga hart var tað at fara frá mínum døtrum. Men eg noyddist at flýggja fyri at kunna halda fram við stríðnum fyri einum sjálv­støðgum Katalonia. –  Var eg verðandi í Katalonia, hevði eg verið settur í fongsul, og tað kundi skapt álvarsaman ófrið. Vit vilja halda fram við tí politiska stríðn­um á friðarligan hátt, og tí mátti eg fari av landinum. Í Týsk­ landi og Belgia kann eg varðveita mítt tælufrælsi og kann virka frítt. Tað hevði eg ikki kunnað gjørt í Spania, sigur Puigdemont. Hann viðurkennir, at tað er sera kevjandi at vera í útlegd. –  Hetta er ein sera fløkt og trupul støða at vera í, og tað er hart fyri familjuna. Lívið er broytt nógv, síðani eg fóru úr Katalonia, men tann politiski parturin er tann sami. Eg arbeiði hvønn dag, haldi ikki frí um vikuskiftini og fari ikki í feriu, sigur Puigdemont. Hann kann ikki vera saman við familjuni í gerandisdegnum. Konan og døturnar eru eftir í Katalonia, men tey hava tætt samband. – Tíðin nú er ein onnur, enn tá abbi mín mátti fara í útlegd eftir borgarakríggið. Vit brúka tøkni fyri at hava samband millum okk­ um tvær ferðir um dagin. Eg geri skúla­ting við døtrunum, og familj­ an vitjar meg umleið triðju hvørja viku, sigur Puigdemont. – Tað er hart fyri okkum at liva soleiðis, men vit royna at fáa tað besta burtur úr støðuni. Vit royna at sleppa undan at gera støð­una verri, enn hon er, og vit eru hvørki syrg­in og stúrin. Hetta er veru­leik­ in, og vit hava gott mót. Vit eru í ein­ari sera týðandi konflikt, og eg havi skyldu at halda fram við stríðn­um. Eg má vera sterkur, og tað skilir familjan. Stríðist fyri komandi ættarlið Carles Puigdemont er avgjørdur í, at hann fer at halda fram við stríðn­ um fyri katalonskum fullveldi, og hann ætlar sær ikki at geva skarvin yv­ir, hóast umstøðurnar eru bæði trupl­ar og strævnar. – Eg stríðist ikki fyri meg sjálv­ an. Hetta snýr seg um frælsið hjá okkara fólki. Eg eri farin um 50 ár, so hetta stríðið er ikki fyri mítt ætt­ ar­lið, men fyri okkara eftir­kom­arar, okkara børn, komandi ættarlið, sig­ ur hann. – Vit vilja liva í einum betri fólka­ ræði, har vit ikki skulu stúra, og har vit kunnu siga okkara hugsan utt­an at vera koyrd í fongsul. Vit ynskja veruligt fólkaræði, veruligt talu­ frælsi og veruligan skilnað millum valds­stovnar. Tað er ógjørligt at fáa í spanska ríkinum. Eitt ár í útlegd hevur ikki tikið mótið frá Puigdemont. – Eg eri til reiðar at vera fleiri ár afturat í útlegd, men eg stríðist fyri at vera so stutt sum gjørligt. Tað er ikki avgerandi fyri meg, nær eg sleppi heimaftur. Eg stríðist fyri veruligum fólkaræði til okkara fólk, og tí snýr hetta seg ikki um mína støðu, sigur Puigdemont og við­ur­ kenn­ir, at hann saknar heimliga um­hvørvið í Katalonia. – Eg sakni at vera við saman fam­ilju og vinum, at vera heima, at fara út at eta, at fara á marknaðin og at fara á strondina at njóta góðar løt­ur. Fakta Carles Puigdemont er 55 ára gamal og ættaður úr Amer í Girona, sum liggur í landnyðringspartinum av Katalonia. Puigdemont er giftur 42 ára gomlu Marcela Topur, sum er ættað úr Rumenia, og tey eiga tvær døtur, Magali og Maria. Longu sum unglingi byrjaði hann at skriva fyri bløð, og hann arbeiddi sum journalistur fram til 2006, tá ið hann fór at virka í politikki fulla tíð. Hann var valdur í katalonska tingið fyrstu ferð í 2006 og á valunum í 2010, 2012 og 2015. Eitt skifti var hann borgarstjóri í Girona, og í 2016 var hann valdur forseti í Katalonia. Eftir fólkaatkøvðuna um katalanskt sjálvstýri 1. oktober í 2017, flýddi Puigdemont úr Spania, tí hann skuldi handtakast. Síðani hevur hann verið í últegd og býr nú í Belgia. VERA STERKUR