Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í dag - 15. oktober - er Altjóða Pinkubarnadeyða dagur, har foreldur og familjur savnast at tendra ljós og minnast síni farnu børn. Størsti veðrurin vigaði 87 pund Tað eru stórir veturgamlir veðrar, sum viga meira enn 50 pund, og so mikið nógv størri eru teir, sum viga ávikavist 87 og 82 pund Vilmund Jacobsen Flestu, sum hava heimaseyð og sum eisini hava seyð í haganum, munnu nú vera komin undir land við slaktinum av heimaseyði. Nú vit eru komin út í heyst­ frítíðina, verða flestu fjøll, sum eftir eru, gingin, og roynt verður at fáa tað mesta til høldar, áðrenn heystfrítíðin er liðug. Í summum oyggjum og bygd­ um kring landið verður nógv gjørt burt­ur úr veðrunum, og onkra­ staðni verður gingið frá einari fam­ ilju til aðra at fletta veðrar. Hetta síggja vit eisini í Sand­ oynni, har familjur hjálpa hvørji aðrari, soleiðis at flettingin ikki kenn­ist so møtimikil, tó at veðr­ar­ nir kunnu vera fleiri í tali. Sosialurin var við, tá tilsamans 16 veðrar vórðu flettir í einum bil­ húsi á Sandi leygardagin. Her vóru fýra flettingarborð og fleiri skjótir og dugnaligir flettarar, sum vildu taka eitt tak. Eitt slíkt kvøld verður eisini nógv gjørt burtur úr heima hjá fam­ilj­uni, har flett verður, og tá øll 16 krovini vóru komin upp at handa, bjóðaði húsmóðirin til stórt og væl­búgvið borð. Tey, sum áttu hetta fletting­ar­ kvøldið, høvdu átta veðrar sjálvi, og síðan vóru átta aðrir veðrar komnir við monnum, sum eisini valdu at fletta sínar veðrar her. Tveir av veturgomlu veðrunum hjá húsfólkunum vóru rættiliga stór­ir. Teir vigaðu ávikavist 87 og 82 pund hvør, og síðan vigaði ein annar veturgamal hjá teimum 66 pund. Tað vóru bara tveir veðrar av nevndu átta, sum vigaðu niðan fyri 50 pund, harav annar vigaði 49 pund – og hin, sum varð ein lítil køtt­ur, tá hann varð settur við, vigaði 41 pund. Veðrakvøldið í Sandoynni er eitt hugnaligt kvøld og spennandi kvøld, sum nógv verður gjørt burt­ ur úr. VÁGA KOMMUNA skal hava kommunustjóra, sum ætlandi skal byrja hin 1. janur 2019. Freistin at søkja er í seinasta lagi mánadagin 5. november 2018 klokkan 12. Krøv til ferðslutrygd Í Klaksvíkar kommunu verður í løtuni bøtt um ferðslutrygdina og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð Vilmund Jacobsen Ein avleiðing av hesum er, at ferðslan eftir Gerðagøtu verður ávirkað í heystfrítíðini, soleiðis at loyvt bara er at koyra oman eftir gøtuni. Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at vegurin verður einvegis omaneftir frá í dag, 15. oktober, at rokna og til fríggjadagin, 19. oktober. Umframt fólkaskúlan, eru eis­ ini frítíðarskúli, tónlistaskúli og barnagarður í sama øki, og hetta setir høg krøv til ferðslutrygdina. - Vegarbeiðið í Gerðagøtu fevn­ ir eitt nú um av-og ásetingarpláss, steðgistað til býarbussin og ferðslu­ljós, siga tey í Klaksvíkar komm­unu. So flaggar í Gøtudali Vilmund Jacobsen Ein dagin í síðstu viku flagg­ aði Merkið á nýggjum vinnu­ bygningi á vinnuøkinum í Gøtu­dali. Tað eru nú nøkur ár síðan, at vinnuøkið varð planerað, og nú stendur so vinnubygningurin hjá Autolakkering reistur á økinum. Hetta er ein bygningur, sum er 20 x 30 metrar stórur – ella 600 fermetrar í tveimum hædd­ um. Í niðaru hæddini verður mót­ tøka, verkstaður og goymsla og í ovaru mat­stova, fund­ar­høli og umklæð­ing­ar­rúm. Vinnuøkið í Gøtudali er um­ leið 14.000 fermetrar stórt, so her er pláss fyri øðrum bygn­ ingum aftrat. Hetta eru skjótir flettarar, sum allir duga síni ting Tað er ein spennandi løta, tá krovið hongur á vektini