mánadagur 15. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
HEINI NÝGGJUR SLØKKILIÐSSTJÓRI
Tórshavnar kommuna setti mikudagin nýggjan sløkkiliðsstjóra. Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi av
á fundi 10. oktober at seta Heina Østerø í starv sum sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði. Heini varð settur í fast
starv sum sløkkiliðsmaður hjá Tórshavnar sløkkiliði í 1997, og í 2003 varð hann settur sum átaksleiðari. Seinastu
tíðina hevur Heini røkt starvið sum fyribilssettur sløkkiliðsstjóri. Heini hevur drúgvar leiðsluroyndir hjá Sløkkiliðnum og
hevur harumframt tikið útbúgving sum liðleiðari og átaksleiðari innan brunatrygd v.m. Frammanundan er Heini út
búgvin bilmekanikari og hevur m.a. starvast hjá Strandferðsluni.
Karl Martin Klein
ættaður úr Klaksvík,
andaðist á Heiminum
við Vágna leygardagin
13.oktober, 87 ára gamal.
Ingibjørg Midjord,
ættað úr Sumba,
andaðist leygarkvøldið
13. oktober á Hvidovre
hospital, 89 ára gomul.
Jens Jacobsen
Tórshavn, ættaður
frá Gjógv, andaðist
á Tjarnargarði
fríggjadagin 12.oktobur
97 ára gamal.
Martin í Vági, Klaks
vík, andaðist á Norðoya
Røktarheimi fríggj
adagin 12. oktobur,
67 ára gamal.
Arni Poulsen, ættaður
av Eiði, búsitandi
í Høng í Danmark
andaðist hósdagin 11.
oktober, 85 ára gamal.
Steingrím Poulsen,
Skopun, vanliga
nevndur Gimmi,
andaðist á Gerðisgarði
11.oktober, 94 ára gamal.
Maria Sørensen, fødd
Sivertsen, ættað frá
Gjógv andaðist á Vejle
sjúkrahúsi mikudagin,
10. oktobur 82 ára gomul.
Ásbjørn Poulsen,
telefonmaður, andaðist
10. oktober á Lágargarði
89 ára gamal.
Julius Jóanson
Hammer, ættaður av
Tvøroyri, búsitandi
í Hoyvík andaðist á
Landssjúkrahúsinum
týsdagin 9. oktober, 81
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Hjørdis Dalbúð
Joensen, andaðist
mánadagin 8. oktobur
á Landssjúkahúsinum,
85 ára gomul.
Sonja Bjartalíð,
andaðist mánamorgunin
8. oktobur á Heiminum
við Vágna í Klaksvík,
84 ára gomul.
Arne Juul Arnskov,
fyrrverandi
skrivstovustjóri á
Ríkisumboðnum,
andaðist 8. oktobur
á Tjarnargarði,
97 ára gamal.
Dan Niclassen, ættaður
úr Miðvági, búsitandi
í Tórshavn, andaðist
leygardagin, 6. oktobur,
64 ára gamal.
Andrea Bangtrup,
fødd Bech, ættað
úr Vági, búsitandi í
Danmark andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 6. oktober,
80 ára gomul.
ANDLÁT
25 ár síðani: Fíggjareftir
litið stongdi Fossbankan
Helgi Fossadal, stjóri
í Fossbankanum: –
Danir spentu bein
fyri Fossbankanum,
segði bankastjórin
1993: Soleiðis segði stjórin
í Fossbankanm í samrøðu
við Sosialinum 12. oktober í
1993 í sambandi við, at Fíggj
areftirlitið
hevði
stongt
bankan og koyrt hann á
húsagang.
Vit
endurgeva
samrøðuna í Sosialinum her:
» – Sambært Fíggingar
grunninum skulu bert teir
stóru bankarnir fáa stuðul.
Við at niðurskriva virðini
niður í einki er eyðsæð, at
plass ikki er fyri Fossbank
anum, hóast gjaldførið er
nógv betri enn í hinum bank
unum, sigur Helgi Fossadal
við Sosialin.
Eftir at hava arbeitt alt
vikuskiftið í royndini at
styrkja gjaldføri í Fossbanka
num, vaknaði fossbanka
stjórin við kaldan dreym kl
seks mánamorgunin.
Í telefonini var danska
fíggjareftirlitið, sum boðaði
frá, at Fossbankin var farin í
gjaldsteðg.
Sethúsavirðið
gjørdi munin
Á fundi í skiftirættinum kl.
átta sama morgun var tað
staðfest. Tórmóður Djur
huus og Halgir W. Poulsen,
advokatar, vóru settir at
hava eftirlit við bankanum.
Helgi Fossadal sigur við
Sosialin, at tað var metingin
av virðinum á sethúsm, sum
gjørdi munin.
– Av tí at tað var metingin
av virðinum á sethúsum,
sum gjørdi munin.
– Av tí at sethúsavirðið í
Havn er sett til 500.000 kr,
á stórplássum til 350.000 og
250.000 krónur á bygd, misti
Fossbankin eginpeningin og
gjaldførið minkaði ov nógv
sambært galdandi bankalóg.
Fíggjareftirlitið
hevur
hervið niðurskrivað virðini í
bankanum niður í einki, sig
ur Helgi Fossadal.
Vit kundu tó hóma skrifti
nia á vegginum, tá Flemming
Duus, bankastjóri í Den
Danske Bank í vár segði, at
bert sparikassin og tveir
teir stóru bankarnir skuldu
verða í Føroyum.
–
Sambært
Richard
Mikkelsen, stjóra í Figging
argrunninum
1992,
skulu
bert hesir bankar fáa stuðul
í Føroyum.
Niðurskriva so nógv at
teir tordu at trúgva tí
– Tað kann eisini vera or
søkin til, at danska fíggjar
eftirlitið hevur áalgt donsku
stjórnini og landsstýrinum
at gera bindani viðrismet
ingar av føroysku pening
astovnunum. – Skuldu teir
gera tað, varð neyðugt at
niðurskriva virðini so nógv,
at teir sjálvir trúgva upp á
tað, sigur Helgi Fossadal.
Hetta situr væl til meting
ina hjá Richard Mikkelsen
um, at bert 30.000 fólk skulu
búgva í Føroyu, sigur Helgi
Fossadal.
Fossbankin hevur 1200 út
lánarar. Hetta merir, at tey,
sum hava lán í Fossbanka
num frameftir skulu halda
sínar skyldur. Peningurin
verður settur í hinar bankar
nar. Advokatarnir, sum eru
settir eftirlitsmenn við Foss
bankanum, umsita peningin.
– Hvat hendir, um fólk
ikki gjalda rentur og avdrát
tir til Fossbankan í gjalds
steðgi?
– So fara fólk á tvang, eins
og í einhvørjari aðrari avtalu
um lán, sum fólk hava við
peningastovnarnar.
– Fyribils fáa tey, sum
hava lønarkonti og aðrar
kontoir í Fossbankanum ikki
sín pening.
Trygd upp til 250.000
Helgi Fossadal upplýsir, at
danski
Indskydergaranti
fonden kemur til Føroyua í
morgin at gera upp í banka
num.
Umleið 150 mió. krón
ur skulu gjaldast viðskift
afólkum, sum eiga undir
250.000 krónur, og tey fáa
sín pening umelið hálvan
november.
250 fólk, stovnar og feløg
eiga meira enn 250.000 krón
ur í Fossbankanum. Tey mug
bíða til Fossbankin er gjørdu
upp, fyri at vita, um pening
urin er mistur.
Uframt hetta, so misti
Fossbankin
eginpeningin
upp á 43 mió krónur gjára
morgunin, tá hann fór í
gjaldsteðg.
– Tað var spell, tí Foss
bankin er mest likvidi bankin
í Føroyum í løtuni og eigur
umleið 130 mió krónur á bók.
Allan seinnapartiní í gjár
vóru fundir í Fossbankanum
við danska fíggjareftirlitið.
Mikudagin verður fundur
við
høvuðspartaeigarin
í
bankanum, bretska felagið
Spencer
&
Hammond,
sumeigur 70% av partapen
inginum.
Samráðingar um
nýggjan partapening
– Arbeitt hevur verið alt
vikuskiftið við at betra um
gjaldførið í Fossbankanum,
eitt nú við at fáa Spencer &
Hammond at hækka parta
peningin.
Hesar samráðingar vóru
ikki lidnar, tá danska Fíggj
areftirlitið ringdi kl. seks
mánamorgunin við boðu
num um, at Fossbankin var
stongdur.
– Fossbankin hevur 25%
av fíggjaríløguni í reiðum
peningi. Og tí var tað vat ta
óneyðugt, at vit skuldu lata
aftur, sigur Helgi Fossadal.
– Landsstýrið vil einki
gera til tess at loysa trupul
leikarnar fyri allar bankar
nar í felag. Harnæst óttast
landsstýrið, at fólk fara at
taka allan peningin ut.
– Tað , sum nú er hent er
stutt sagt tað, at vit hava lagt
so nógv burtur móti tapi,
vegna virðismetingarnar hjá
danska fíggjareftirlitinum,
at
eginpeningurin
fellur
burtur, sigur Helgi Fossadal.
Fíggjareftirlitið skal
góðtaka partaeigarar
Seinast í hesi vikuni fáa
viðskiftafólk bræv frá Foss
bankanum við uppgerð og
boðum um , hvussu fólk
skulu fryi halda seg mót
vegis skyldum sínum í Foss
bankanum.
Fyribils verða fundir við
fíggjareftirlitið og tingingar
við bretska Spencer & Ham
mond, sum skal meta um
avleiðingarnar av gjalds
steðginum, og um møguleiki
verður fyri at lata Fossbank
an uppaftur.
Bretska felagið er áhugað
at seta nýggjan partapening
í Fossbankan, men tingingar
nar eru sum sagt ikki lidnar.
Harnaæst er onnu regla
í nýggju bankalógini frá 1.
juli í ár, sum sigur, at danska
fíggjareftirlitið skal góðtaka
nýggjar partaeigarar í einum
banka og skal kanna hesar
partaeigarar, áðrenn teir fáa
loyvi at seta pening í bank
an.«
Samrøða í Sosialinum 12. oktober í
1993, Dagny Joensen
Helgi Fossadal, stjóri í Fossbankanum, sum stongdi 11. oktober í 1993