mánadagur 15. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Yvir helvtin av tilburðunum av ov nógvari lús eru í
Sundalagnum. Bakkafrost fer oftast upp um markvirði.
Danjal av Rana
Nú tølini fyri laksalús hava verið
almenn í eitt ár, hevur Miðlahúsið
hugt nærri at tølunum.
Síðani 1. oktober í fjør hevur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan al
mannakunngjørt úrslitini av lúsa
teljingunum hjá Fiskaaling. Tað var
Poul Michelsen, landsstýrismaður í
vinnumálum, sum í kunngerð boð
aði frá, at úrslitini av lúsateljingun
um skuldu vera alment atkomilig.
14. hvønn dag er Fiskaaling úti
og telur lýsnar í øllum føroysku ali
ringunum. Í kunngerðini um yvir
vøku og tálming av lúsum á alifiski
er ásett eitt markvirði, eitt hægst
loyvda tal av lús á hvørjum fiski.
Markvirði er sett til 1,5 vaksnar
kvennlýs á hvørjum fiski. Fyri at
tryggja, at talið á lús ikki fer upp
um markvirði, skulu tiltøk verða
framd, so sum slakt, stendur í
kunngerðini.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni,
sigur, at allar lýsnar verða taldar,
men at talið á vaksnum kvennlýs
verður nýtt sum markvirði, tí tað
eru tær, sum smitta, sum hava egg
ini á sær.
- Tað eru tær, sum verða taldar, tí
tað eru tær, sum eru kritiskar. Eru
ov nógvar vaksnar kvennlýs, kann
talið á lús veruliga eksplodera, sig
ur Birna Mørkøre.
Bakkafrost er
oftast ov høgt
Seinasta árið hevur Fiskaaling
talt lús 526 ferðir í føroyskum ali
ringum. 33 ferðir, tað svarar til 7
prosent av ferðunum, er talið á
vaksnum kvennlýsum yvir loyvda
markið.
28 ferðir er tað á økjunum hjá
Bakkafrosti, at ov nógv lús hevur
verið á fiskunum, fimm ferðir hjá
Marine Harvest. Luna hevur ong
antíð havt ov nógva lús á sínum
laksum, sambært Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Tað vísir seg eisini, at tað eru
tey somu aliøkini, sum hava lúsa
trupulleikar. 12 av teimum 27 ali
støðunum í Føroyum hava havt
trupulleikar av, at ov nógvar lýs
hava verið á laskinum.
Alistøðini við Kolbeinagjógv
og Fossá hava oftast verið yvir
loyvda markið, fimm ferðir, og síð
ani aliøkið undir Síðu, fýra ferðir.
Í Árnafirði, Borðoyarvík, Haralds
sundi norður og á Selatrað, hava
tað tríggjar ferðir verið ov nógvar
lús á laksinum.
Á Argjalandinum tvær ferðir, í
Lambavík tvær ferðir, í Fuglafirði
og Hvannasundi norður eina ferð
og við Kunoyarnes eina ferð.
Bakkafrost eigur øll hesi alistøð
ini, uttan tað við Fossá, sum Marine
Harvest eigur.
Sundalagið er ringast
Tað er eyðsæð, at lúsatrupulleikin
er eisini avmarkaður landafrøðiliga.
Tey 12 alistøðini, sum hava havt ov
nógvar lús, liggja øll í norðara part
inum av landinum. Tey fýra ali
støðini í Sundalagnum, við Fossá,
Kolbeinagjógv, Selatrað og undir
Síðu, standa fyri meiri enn helvtini
av øllum teimum ov høgu lúsavirð
unum, 17 av teimum 33 førunum.
Ein líknandi tendensur sæst eisini
í Norðoyggjum, har tey fimm ali
økini við Kunoyarnes, í Árnafirði,
Borðoyavík, Haraldssundi norður
og Hvannasund suður, Hvanna
sundsmegin, standa fyri 11 av teim
um 33 førunum.
Aliøkini vestan fyri og sunnan
fyri Argjalandið hava ongantíð
havt ov nógvar lús, sambært kann
ingunum hjá Fiskaaling. Sjálvt um
vit høvdu lækkað markvirði niður
í eina vaksna kvennlús á hvørjum
laksi, so høvdu bara tvey aliøki
longur suðuri komið á listan, nevni
liga tað hjá Faroe Farming í Vági og
tað hjá Luna við Velbastað.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni,
váttar, at tað eru øki í Føroyum,
sum tykjast hava størri trupulleikar
av lús enn onnur.
- Tað eru ymisk viðurskifti,
sum spæla inn. Eitt er sjálvandi,
at avlúsingingin hjá nøkrum alar
um gongur betri enn hjá øðrum,
men tað er heilt víst, at tað eru øki
í Føroyum, har plágan er størri.
Ofta er tað sjálvsmitta og streym
viðurskifti, sum gera hetta, sigur
hon, og nevnir Sundalagið sum eitt
dømi.
- Vit vita, at tað er lítil útskifting
av sjónum í Sundalagnum. Sjógvur,
og lýsnar og egg í honum, ferðast tí
aftur og fram gjøgnum Sundalagið
og smittar aliøkini har so hvørt. Tí
Sundalagið er ringasta lúsa