mánadagur 15. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
TÍÐINDI
kann tað vera ein størri avbjóðing
at halda talinum á lús lágt í Sunda
lagnum og øðrum líknandi støðum.
Í øðrum økjum, kanska streym
harðari økjum, er smittan ikki líka
stór, sigur hon.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakka
frost sigur tað sama.
- Lýsnar formera seg sera skjótt
og man smittar í stóran mun
seg sjálvan inni á firðinum. Man
smittar í lítlan mun grannafirð
irnar. Vit síggja eisini, at aliøkini,
sum liggja í streymasjógvi, sum til
dømis á Gulanum á Argjum, hava
færri trupulleikar. Har vera egg
ini og lýsnar bornar til havs bein
anvegin, í mótsetning til aliøkini í
Sundalagnum, sigur hann.
Heilivágsnýtslan er
nógv minkað
Um hugt verður eftir tølunum er tó
einki, sum bendir á, at lúsatrupul
leikin er størri í teimum størri ali
brúkunum enn teimum minnu.
Einki statistiskt samanhang tykist
verða millum talið á laski við hvørt
alibrúk og talið á vaksnum kvenn
lús á laksinum.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni,
sigur, at endamálið við kunngerðini
er fyrst og fremst at tálma nýtsluni
av heilivági í føroysku alivinnuni
og hon heldur, at hetta hevur eydn
ast sera væl. Sambært henni vísa
onnur hagtøl, sum ikki eru atkomi
lig hjá almenninginum, at nýtslan
av kemiskum evnum í avlúsing er
nógv minkað.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri
á Bakkafrost eisini, og vísir á, at
heilivágsnýtslan hjá bæði Bakka
frost og føroysku alivinnuni sum
heild er minkað nógv seinastu tíð
ina.
- Tað síðsta árið hava vit onga
baðiviðgerð við kemikalium og
medisinum havt. Fyrr høvdu vit
fleiri um mánaðin, sigur hann.
Regin Jacobsen nevnir alibrúkið
í Froðba sum eitt væleydnað dømi.
Hann sigur, at Bakkafrost plagdi at
hava trupulleikar við lús í Froðba,
men so er ikki longur. Hetta er av
tveimum orsøkum.
- Fyrst hava vit valt at leggja
ringarnar longur út. Fyrr settu
vit smoltið út í Øravík og fluttu
tað síðani yvir til Froðba. Nú
hava vit lagt ringarnar longur út í
streymasjógv, umframt at vit hava
havt rognkelsi í øllum ringunum.
Laksurin er nú slaktiklárur, vigar
um seks kilo, og hann hevur ong
antíð verið lúsaviðgjørdur, hvørki
við einum ella øðrum. Hann hevur
ongantíð verið nær markvirðinum
heldur, sigur stjórin í Bakkafrost.
Stórur bati í mun til fyrr
Regin Jacobsen minnir eisini á, at
lúsatrupulleikin er nógv minni nú
enn hann var fyri 30 árum síðani.
- Mitt í 80’unum var laksurin av
tikin við lús, sjálvt um man brúkti
massar av kemikalium og heilig
vági. Tað, sum man sá tað og sær í
dag kann als ikki samanberast. Tey
vildu sagt, at laksurin í dag als ikki
hevur lús.
Nú á døgum má
man taka laksin upp og
leita eftir lúsini. Tá á døgum
sást lúsin, bara tú hugdi niður í
aliringin, sigur hann.
Lúsatølini benda eisini á, at
lúsin hevur tað best um veturin,
tað er í øllum førum tá, at mest lús
er at finna. Tað vátta bæði lands
djóralæknin og stjórin á Bakka
frost.
- Lúsin veksur best og skjótast í
heitum sjógvi, og sjógvurin rundan
um Føroyar er heitast í septembur.
Tí síggja vit eisini, at tað ofta er um
heystið og veturin, at farið verður
upp um markvirði, sigur Birna
Mørkøre.
Regin Jacobsen vísir eisini á, at
veðrið spælir ein leiklut.
- Tað tekur nakrar dagar at av
lúsa eitt aliøki. Rakar eitt illveður,
so mugu vit bíða og fáa kanska
ikki avlúsa so nógv, sum vit høvdu
ætlað. Fiskaaling kemur kortini
14. hvønn dag og er man óheppin,
so kann man liggja yvir markvirði,
men orsaka av óveðrið fær man
ikki avlúsa aftur áðrenn Fiskaaling
aftur er og telur og so liggur man
framvegis
omanfyri
markvirði,
sigur hann, og peikar á, at tað er
júst, tá mest lús eru, um heystið
og veturin, at veðrið hevur lyndi at
hótta sær ringast.
Bæði Birna Mørkøre og Regin
Jacobsen
vísa tó á, at
markvirði er sett
somikið lágt, at eingin
vandi er á ferð, hvørki fyri laksin
ella vinnuna, um man fer upp um
markvirði.
- Laksurin gerst sjúkur og fær
nógv stór sár, um ov nógv lús er í
ringunum, men tá skal talan vera
um nógv meiri lús enn vit síggja í
Føroyum, sigur Birna Mørkøre.
- Markvirði í Føroyum er sett
sera lágt, so har er eingin vandi á
ferð at hon skal skaða laksin, og ei
heldur oyðileggja hann sum mat
vøru, sigur Regin Jacobsen.
Argjalandið
Bakkafrost
623.309 fiskar
2
Árnafjørður
Bakkafrost
1.081.774 fiskar
3
Borðoyarvík
Bakkafrost
eingin fiskur
3
Fossá
Marine Harvest
1.268.581 fiskar
Fuglafjørður
Bakkafrost
1.598.970 fiskar
1
Hvannasund suður
Hvannasundsmegin
Bakkafrost
2.318.425 fiskar
1
Kolbeinagjógv
Bakkafrost
2.103.943 fiskar
5
Kunoyarnes
Bakkafrost
117.016 fiskar
1
Lambavík
Bakkafrost
229.234 fiskar
2
Selatrað
Bakkafrost
eingin fiskur
3
Undir Síðu
Bakkafrost
eingi hagtøl fyri
tal av fiskum
4
Haraldssund norður
Bakkafrost
eingin fiskur
3
5
FIMM TEY HARÐAST
RAKTU ALISTØÐINI:
Selatrað - fimm lús - 30-10-17
Árnafjørður - 4,9 lús - 02-10-18
Selatrað - 4,8 lús - 17-12-17
Selatrað - 4,2 lús - 16-10-17
Kolbeinagjógv - 3,2 lús - 11-12-17
FIMM TEY STØRSTU
ALISTØÐINI SEINASTA ÁRIÐ
Hvannasund suður - 2.569.563 fiskar - 31-12-17
Kolbeinagjógv - 2.103.943 fiskar - 30-09-18
Fuglafjørður - 1.610.080 fiskar - 31-5-18
Miðvágur - 1.575.379 fiskar - 30-11-17
Vestmanna - 1.537.100 fiskar - 31-10-17
FIMM TEY STØRSTU
ALISTØÐINI JÚST NÚ
Hvannasund suður - 2.318.425
Kolbeinagjógv - 2.103.943
Fuglafjørður - 1.598.970
Funningsfjørður Líðin - 1.402.117
Miðvágur - 1.343.493
øki í landinum
Staðarnavn
Fyritøka
Tal á fiskum 30.
septembur 2018
3
Talið í
ringinum
merkir,
hvussu ofta
alistøðin er
farin upp um
markvirði
fyri lús.