mánadagur 15. oktober 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Fleiri rognkelsi og størri smolt
Bakkafrost er felagið, sum oftast er
omanfyri markvirði fyri lús. Regin Jacobsen
veit tó, hvat fyritøkan má gera, sigur hann.
Danjal av Rana
Síðani lúsatølini blivu almenn í
oktobur í fjør, hevur Bakkafrost
28 ferðir verið omanfyri markvirði.
Regin Jacobsen ásannar, at tað
er óheppið og ov ofta, men sigur
samstundis, at felagið hevur loysn
ina klára, tó at hon fer at taka tíð
at seta í verk. Hann vísir tó á, at
samstundis sum Bakkafrost oftari
enn hini er oman fyri markvirði, so
hevur Bakkafrost eisini nógv fleiri
aliøki enn hinar føroysku alifyri
tøkurnar.
Hann sigur, at tað er eingin ivi
um, at tað sum ger størstan mun í
Føroyum eru rognkelsi.
- Orsøkin til, at Luna klárar seg
so væl og heldur lúsatølum sínum
niðri, er at Atli Gregersen hevur
tryggjað sær, at hann hevur nokk
av rognkelsi. Tað hava vit ikki
megnað enn, sigur Regin Jacobsen.
Rognkelsi eta lýsnar av laksun
um og á hendan hátt megna tey í
stóran mun at halda lúsastovninum
niðri. Tá so lúsateljingarnar vísa,
at lúsatølini veksa, kunnu onnur
reinsitiltøk setast í verk.
Regin Jacobsen heldur tí, at tað
er neyðugt at hava rognkelsi í ring
unum sum part av fyribyrgjandi ar
beiðinum. Hann vísir á, at fyri seks
árum síðani byrjaðu Bakkafrost,
Marine Harvest, Luna og Fiskaal
ing at kanna møguleikan at brúka
rognkelsi í Føroyum.
Skulu ala rognkelsi
í Føroyum
Føroyska alivinnan hevur eisini
leingi havt ætlanir um at ala síni
egnu rognkelsi.
- Tað eru fýra ár síðani at ein
umsókn bleiv latin inn um at sleppa
at ala rognkelsi í Føroyum, men vit
hava ongantíð fingið nakað svar.
Nú er alilógin so broytt og eitt loyvi
er latið í Føroyum, so nú hendir
okkurt á økinum, sigur hann. Regin
Jacobsen sigur, at væntandi verða
føroysk rognkelsi klár næsta ár.
Meðan tær hava bíðað, hava
føroysku alifyritøkurnar bygt eina
framleiðslu upp í Íslandi og hava
soleiðis fingið fatur á rognkelsi til
sín sjálvs.
- Atli Gregersen var fyrstur at
tryggjað sær rognkelsi og Luna
hevur tí fingið nokk til øll síni
aliøki. Tað hevur tíverri ikki eydn
ast okkum enn. Vit síggja greitt, at
tað er stórur munur á lúsalívinum
í teimum ringunum, har rognkelsi
eru, og teimum, har eingi eru. Vit
arbeiða tí við at fáa til vega nokk
av rognkelsi til allar okkara ringar,
sigur Regin Jacobsen.
Gera smoltstøðir fyri
eina milliard krónur
Hitt beinið, sum lúsaloysnin skal
standa á, eru stóru smoltfabrikk
irnar, sum Bakkafrost nú letur
byggja.
- Vit síggja týðiliga, at jú longri
laksurin er í sjónum, jú størri eru
lúsatrupulleikin. Hetta førir onk
untíð til, at vit mugu taka laksin,
áðrenn hann er fullgrógvin, tí hann
hevur ov nógva lús. Vit eru tí í ferð
við at byggja nýggja smoltstøð á
Strond í Klaksvík umframt at vit
fara at byggja eina nýggja í Suður
oy og útbyggja nakrar av støðunum
norðanfyri, sigur hann.
Endamálið við hesum er at lata
smoltið veksa seg størri á landi, upp
til 500 gram, áðrenn tað verður sett
á sjógv. Stjórin í Bakkafrost sigur,
at tá smoltstøðin er komin upp í
fulla ferð, fer laksurin at vera undir
eitt ár í sjónum.
- Á hendan hátt avmarka vit
eisini tíðina, lúsin fær gjørt um seg,
sigur hann.
Fyrstu smoltini eru longu koyrd
inn í støðina á Strond, men enn er
hon ikki tikin fult í nýtslu.
- Tilsamans er talan um útbygg
ingar fyri yvir eina milliard krónur.
Tað arbeiða 180 mans við at gera
smoltstøðina á Strond, sum verður
liðug um eitt ár. So tað sigur seg
sjálvt, at hetta er ikki nakað, sum
verður gjørt eftir einum degi, sigur
Regin Jacobsen.
Tænastuskipini gera sítt
Tá farið verður upp um markvirði
mugu reinsitiltøk setast í verk og
stjórin hevur ósvikaligt álit á teim
um skipanunum, sum Bakkafrost
hevur.
- Eingin í heiminum hevur eina
meiri framkomna avlúsingarskipan
enn Bakkafrost hevur við tænastu
skipum okkara, sigur Regin Jacob
sen, sum eisini sigur, at vit í
Føroyum eru langt frammanfyri út
lendsku kappingarneytarnar. Hann
hevur júst havt vitjan av útlendsk
um alarum, sum eru bergtiknir av
føroysku skipanunum.
- Í Kili hava tey í løtuni sjey lús á
hvørjum fiski. Í fjør var talið tríggj
ar lús. Laksalúsin er tí ein trupul
leiki um allan heimin, sigur hann.
Tey trý tænastuskipini hjá
Bakkafrost, Hans á Bakka, Martin
og Róland, kunnu reinsa laksin
bæði við feskvatni og við heitum
sjógvi. Regin Jacobsen sigur, at
Bakkafrost vóru teir fyrstu, sum
fóru at nýta feskvatnsreinsing í
vinnuligum høpi.
- Man visti, at laksalúsin yvirliv
ir ikki í feskvatni. Tað sá man á ali
laksi, sum viltist upp í áir og vøtn.
Skipini hjá okkum kunnu eisini
reinsa við heitum sjógvi, umframt
at vit herfyri keyptu eina føroyska
fyritøku, sum hevur ment eina
nýggja reinsiskipan, sum reinsar
fiskin varligari enn áður, sum sjálv
andi er betri fyri laksin, sigur hann.