mánadagur 15. oktober 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
HANSEN l THOMASSEN l VINTHER ADVOKATFIRMA
UNDIR BRYGGJUBAKKA 21, POSTRÚM 106, 110 TÓRSHAVN
TLF. (+) 298 359595, TELDUPOSTUR: ADVOKAT@ADVOKAT.FO
VØRUGOYMSLA TIL SØLU
Vegna trotabúgvið Sp/f The Pier verður vøru-
goymslan hjá búnum hervið lýst til sølu.
Talan er m.a. um hesar lutir:
Vørugoymsla við ymiskum innbúgvi og prýðislutum
(verður seld samlað)
Handilsinnbúgv, hillar v.m. (verður selt samlað)
Tveir kortterminalar v.m.
Lutirnir kunnu sýnast á Smyrilsvegi 7, 100 Tórshavn,
eftir nærri avtalu.
Áhugaði kunnu venda sær til Elsu Magnussen, adv.ft.,
tlf. 239593, elsa@advokat.fo ella til skrivstovu okkara,
tlf. 359595, advokat@advokat.fo.
Hansen | Thomassen | Vinther Advokatfirma
Undir Bryggjubakka 21
Postrúm 106
100 Tórshavn
FELAGS EYKAAÐALFUNDUR
Gøtu Arbeiðarafelag og Leirvíkar Arbeiðarafelag
hava felags eykaaðalfund
í Bovling mikudagin 31. okt. kl. 17:00
Á skránni er møgulig samanlegging av feløgunum.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Jákup Vang,
Valarabrekkan 7, 800
Tvøroyri, føddur tann
19.03.1938, deyður tann
09.08.2018, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið, Skansavegur
1, 100 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 263/2018, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 8. oktober 2018.
Kunngerð um broyting
av byggisamtyktini í
Vágs Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013,
verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 12.
oktober. 2018 hevur samtykt at broyta
byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri
økið í sunnanfyri Núpin millum Rygsgjógv inn móti
Ónavík, matr. nr. 623a, 40, 364b, 303a, 601, 303a,
129d, 378a, og 558b Vágur.
Upprunin til málið:
•
Økið verður lagt av sum D4 Havna- og
ídnaðarøki, ætlað til virkir, ið fáast við aling,
fiskaframleiðslu og annað har tilhoyrandi
virksemi.
Lýsing av málinum – samandráttur:
•
Í sambandi við ætlanir at loyva bygging av
virkjum, ið fáast við aling og fiskaframleiðslu, skal
byggisamtyktin fyri økið broytast og staðfestast
sum verandi D4 Havna- og ídnaðarøki.
· Økið liggur sum er uttangarðs, og er ikki fevnt av
býarskipan og byggisamtyktum fyri Vágs Kommunu.
Serligar ásetingar fyri D4 Havna- og ídnaðarøki í
almennu byggisamtyktini fyri Vágs Kommunu
verða:
1.
Økið verður avlagt til Havna- og ídnaðarøki og til
virkir sum hava við við aling, fiskaframleiðslu og
annað har tilhoyrandi virksemi
2.
Bygningar mugu ikki vera hægri enn 12m til
yvirgrindina og 15m til mønuna, mátað frá
miðaljørildini (miðal við húsahornini), og
byggjast kann bert sambært byggiætlan, sum
býráðið og møguligir aðrir myndugleikar hava
góðkent, frammanundan.
3.
Byggjast kann eftir tørvi á økinum: Virkisbygningar,
handverksverkstøð, smiðjur, goymslur, pakkhús,
elverk, bingjupláss og annað.
4.
Til bygningar, sum lúka tey ásettu krøvini og sum
bygdir verða á økinum, skal ávíst øki leggjast av til
parkeringspláss. Økið skal í hvørjum einstøkum føri
verða góðkent av byggivaldinum, soleiðis at farið
verður eftir, hvør nýtslan er, tali á starvsfólki og
tørvi hjá viðskiftafólki at seta bilin frá sær og tílíkt.
Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á
Býráðsskrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í
tíðarskeiðinum
frá 12. oktober 2018 til 5. november 2018. og á
heimasíðuni www.vagur.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu
verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 26. november
2018.
Vágur hin 12. Oktober 2018
Vágs kommuna
fyrst og fremst
www.in.fo
Minnist til
haldaragjaldið
Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn
FØROYA
MYNDAKALENDARI
FYRI 2019
– fæst kring alt landið