Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Jóhan á Plógv Hansen er toppskjútti í Champions League frammanfyri allar heimsstjørnurnar. Uppsøgnir eru í fótbólti, og so er altjóða kurvabóltur raktur av einari vanlukku Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Arsenal-verjuleikarin, Laurent Koscielny, hevur valt at gevast á franska landsliðnum. Tað boðar hann frá í tíðindaskrivi, har hann grund­gevur, at hann er vónbrotin av at hava verið valdur frá til HM- enda­spælið, har ein skaði annars hevði gjørt fyrireikingarnar hjá honum truplar. Hann sigur, at hann kennir seg gloymdan av franska landsliðsvenjaranum og nógvum fólkum. - Tú hevur eina rúgvu av vinum tá ið tú ert í góðum formi, men tá ið tú ert skaddur, so ert tú gloymdur eftir eina tíð, sigur hann sambært BBC. Laurent Koscielny er 33 ára gamal og náddi at spæla 51 landsdystir fyri Frakland. - Eg fari altíð at stuðla Fraklandi, men tað er víst, at eg ikki aftur fari í bláu troyggjuna, sigur hann. Landsliðsvenjarin hjá Slovakia, Jan Kozak, hevur sagt seg úr starvi eftir 2-1-tap fyri Kekkia í Nations League leygardagin. 64 ára gamli Kozak hevur staðið á odda fyri Slovakia síðani á sumri 2013, og hesi góðu fimm árini er tað blivið til 29 sigrar í 54 dystum. Eitt nú náddi hann við liðnum til 1/8-finaluna í EM í 2016. Slovakiska fót­bóltssambandið skrivar á heima­ síðuni, at uppsøgnin kom óvart á, tí at Jan Kozak hevur verið við til at uppbygt hetta liðið, sum hevur fingið fantastisk úrslit, ið fara at standa í slovakisku fótbóltssøguni. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen var enn eina­ferð ein av undan­gongu­ monn­unum, tá ið Bjerringbro- Silke­borg vann sannførandi sigur í Champions League, hesa­ ferð greiðan 37-24-útisigur ímóti turkiska Besiktas. Støðan í hálv­ leiks­steðginum var 22-12, og før­ oyski høgri vongurin skeyt níggju av málunum hjá danska liðnum. Hann gjørdist toppskjútti saman við Jacob Lassen. Jóhan á Plógv Han­sen hevur eftir fimm teir fyrstu dystir­nar í Champions League skotið 37 mál, og tað er greitt flest í kapp­ingini. Teir tríggir, ið hava skotið næstflest mál, hava skotið í 33 mál í part. Ein teirra er kendi danski vinstri vongurin, Anders Eggert. Bjerringbro-Silkeborg er í løtuni oddalið í bólki C saman við portugisiska Sporting CP við átta stigum. Næsti dystur verður 4. novembur á heimavølli ímóti Besiktas. Jónas G. Djurhuus skeyt eitt mál, tá ið HØJ í gjár fekk 36-24-avsmurning tá ið teir vitjaðu HEI Skæring í næstbestu donsku deild­ini. Støðan í hálv­leiks­steðgi­ num var 18-10 til heimaliðið. Talan var um óvæntaðan sigur til HEI Skæring, sum annars hevði tapt sínar fyrstu fimm dystir í kapp­ ingarárinum. HØJ er nú nummar fimm í deildini. TM Tønder, sum hevur føroyska málverjan, Niklas Simonsen, í hópinum, vann tættan 26-25-sigur í odda­brakinum ímóti Fredericia HK. Støðan í hálvleikssteðginum var 14- 14. Niklas og teir eru nú einsamalt oddalið í næstbestu donsku deildini við fullum stigatali eftir seks dystir. KA tapti triðja dystin á rað, tá ið Áki Egilsnes, Allan Norðberg og teir vóru á vitjan hjá Stjørnuni leygardagin og vórðu sendir heim­ aftur við 31-21-tapi. Áki Egilsnes, sum júst er kosin ársins spælari í íslendskum hondbólti í september, varð væl vardur og skeyt einki mál. Allan Norðberg fekk trý mál. KA er nummar sjey av 12 liðum í deildini. Næsti dystur verður leygardagin á heima­vølli ímóti ÍR. KURVABÓLTUR Forsetin í FIBA, altjóða kurva­bólts­ sambandinum, Patrick Baumann, er deyður, 51 ára gamal. Hann small um við hjartaslagi undir ung­dóms- OL í Argentina í gjár. Hóast skjóta læknahjálp, so stóð lív hansara ikki til at bjarga. - Kurva­bóltur hevur mist ein leiðara, ein undan­ gongumann og ein vin. Okkara tankar eru hjá konu Patrick og hansara tveimum børnum í hesi sváru tíð, skrivar FIBA á heima­ síðuni. Sveisiski Patrick Baumann var eisini nevndarlimur í altjóða OL-nevndini, IOC, og altjóða anti­ dopingnevndini, WADA. Sam­bært AP, so hevur hann áður verið nevndur sum eitt gott boð upp á ein komandi IOC-forseta. Patrick Bau­ mann var eisini for­maður í Global Organisation of Inter­national Sport Federations (GAISF), sum er eitt yvirsamband fyri øll altjóða ítróttar­sambond. Føroyskur toppskjútti í Champions League Toppskjúttar í Champions League NR LEIKARI FELAG MÁL 1 Jóhan á Plógv Hansen Bjerringbro-Silkeborg 37 2 Ron Delhees Wacker Thun 33 2 Anders Eggert Skjern 33 2 Nico Rönnberg Riihimaen Cocks 33 5 Alex Dujshebaev Vive Kielce 32 5 Halil Jaganjac HC Metalurg 32 7 Amine Bannour Dinamo Bukarest 30 8 Andre Schmid Rhein-Neckar Löwen 29 9 Nikolaj Markussen Bjerringbro-Silkeborg 28 9 Nedim Remili PSG 28 11 Mikkel Hansen PSG 27