mánadagur 15. oktober 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjá bæði kvinnum og monnum eydnaðist tað óvæntað
Kyndli at vinna á Neistanum eftir spennandi dystir. Hjá
kvinnum var talan um fyrsta sigurin hjá Kyndli, meðan tað
hjá monnum var talan um fyrsta ósigurin hjá Neistanum.
VÍF er nú einasta liðið í mansdeildini, ið ikki hevur roynt at
tapa, hóast fá hava givið sær far um vestmenningar í ár
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Í Okkaradeildini hevur VÍF flogið
eitt
sindur
undir
radaranum
hjá teimum flestu. Eingin hev
ur enn nevnt VÍF sum ein av
favorittunum at spæla við um
Føroyameistarheitið, men undan
hesum umfarinum høvdu vest
menningar framvegis ikki tapt ein
dyst, men heldur vunnið tveir og
spælt ein javnan.
Leygardagin
skuldi
VÍF
so
prógvað at teir høvdu uppiborið
at vera við í kjakinum um fremstu
feløgini í kappingini, tá ið liðið
vitjaði KÍF í høllini í Kollafirði.
Men fyrstu løtuna bendi einki
á, at VÍF skuldi vinna hesa granna
uppgerðina. KÍF legði sera væl út,
og kom tíðliga í dystinum á odda
við trimum málum. Hetta var
serliga einari góðari verju at takka,
eins og málverjin, Joakim Jürs,
framdi nógvar góðar bjargingar.
Í álopinum hjá KÍF gekk Hans
Eli Sigurbjørnsson undan. Koll
firðingurin er helst nakað vón
svikin um at hann bert er út
tikin til annan av teimum báðum
landsdystunum seinni í mánaða
num. Men leygardagin nýtti hann
høvið at vísa, at hann hevur ein
tann besta skotarmin í landinum,
tá ið hann ferð eftir ferð sendi
dundurskot í málhornini.
Tá ið tíggju minuttir restaðu í av
fyrra hálvleiki vendi dystarmyndin
fullkomliga. Vestmannaverjan stóð
nú stinnari, Filip Jojic fór nú at vísi
sín skotarm fram, og skjótt høvdu
vestmenningar javna.
Seinastu tíggju minuttirnar av
hálvleikinum skoraði VÍF fimm
ferðir móti tveimum hjá KÍF, so
at hálvleiksstøðan var 10-12 til
gestirnar úr VÍF.
Í seinna hálvleiki royndu koll
firðingar tað teir vóru mentir at fáa
VÍF aftur. Tað var um reppið at tað
eydnaðist í fleiri førum, og dysturin
gjørdist sera spennandi, hóast VÍF
áhaldandi fekk verið eitt og tvey
mál framman fyri.
Serliga vísti Sjúrður Olsen hjá
VÍF at hann kann fylla holið eftir
at stóribeiggin, Julian, er farin av
landinum. Sjúrður Olsen hevur
tikið við á spælskiparaplássinum,
eftir at hann hevur spælt vongur
seinastu
árini,
og
leygardagin
vísti hann at ,hann er voksin við
tí uppgávuni. Hann var ein støðug
hóttan við undirhondsskotum og
spældi væl upp til toppskjúttan
Filip Jojic, ið kanska hevur saknað
uppspælini frá Juliani Olsen.
Hetta var kanska avgerandi
munurin, tí VÍF fekk hildið fast
um tveymálsleiðsluna, tá ið Johan
í Garðastovu skoraði til endaliga
úrslitið 28-26, og ov lítil tíð var hjá
kollfirðingum at svara aftur.
Neistin misti fyrstu
stigini móti Kyndli
Sunnudagin var ein spennandi
grannadystur á skránni, tá ið
fyrsta slagið um havnina skuldi
standa. Neistin hevði gjørt slætt
borð undan dystinum og hevði
fult stigatal, so lítil ivi var um hvar
favorittleikluturin lá.
Kyndil hevði undan dystinum
spælt fýra sera tættar dystir, ið
vóru úrslitaðir í einum sigri og
tveimum javnleikum, og teir fóru
aftur at spæla ein javnan dyst í dag.
Eftir at Neistin kom betri frá
byrjan, eydnaðist tað Kyndli at fáa
javnvág í dystin aftur um miðjan
fyrra hálvleik og liðini fóru at
skiftast um málini.
Hjá
Neistanum
var
serliga
Nicholas Satchwell í málinum
eyðsýndur við nógvum góðum
bjargingum, meðan kyndilsmenn
fegnaðust um at David Edvardsen
var aftur at síggja í grønu troyggju
ni. Hann skoraði bæði av vongi og
bakki, og fekk lagt eitt gott trýst á
neistaverjuna.
Tá ið fá sekund vóru eftir av
fyrra hálvleiki, trúðu kyndilsmenn
at teir fóru at fáa javnleik við til
steðgin, men í seinasta sekundinum
skeyt Torkil Hentze úr stórari fjar
støðu bóltin í málið til hálvleiks
støðuna 13-12.
Hóast Kyndil skoraði fyrsta
málið eftir steðgin, var tað Neistin,
ið fekk betru byrjanina á seinnu
hálvu. Støðan gjørdist 17-13, og
nú sótu nógv við kensluni av, at
favorittarnir fóru at draga sigurin
í land. Men við stórum tolsemi
spældi Kyndil seg inn aftur í dystin.
Tá ið fimm minuttir vóru eftir at
leika var Neistin á odda við einum
málið, og tá ið góðir tveir minuttir
vóru eftir var javnleikur 26-26. Lars
Black í kyndilsmálinum syrgdi
fyri, at Neistin ikki skoraði aftur
í hesum dystinum, meðan Jóni
G. Viderø gjørdi arbeiðið liðugt
fyri Kyndil, tá ið hann skoraði til
endaliga úrslitið 26-27 til Kyndils.
VÍF vann umfarið, men
føroyameistarnir lúra
Sostatt tapti Neistin sín fyrsta dyst,
og VÍF liggur einsamalt á odda í
Okkaradeildini eftir at liðini hava
leikt fýra ella fimm dystir. Leyg
ardagin hin 20. Oktober spæla júst
Neistin og VÍF í einum dysti um
oddasessin.
Tann dysturin verður fylgdur
í spenningi frá kanska serliga
Kyndli, ið nú vilja longur upp á
stigatalvuna, men eisini Føroya
meistararnir úr H71 fara at hyggja
uppeftir. H71 vann nevnliga stór
sigur sunnudagin móti StÍF við
úrslitinum 32-18. Fólk flest hava
bíðað eftir nær føroyameistararnir
fóru at vakna, og tað gjørdu teir
móti strandingum á heimavølli, so
í næstu umførunum verður stórur
spenningur um stigini.
SMS-deildin: Systrar gingu
undan í kyndilssigri
Eins og í Okkaradeildini var
Havnadystur millum Neistan og
Kyndil í bestu kvinnudeildini sun
nudagin. Kyndil hevði verið fyri
trimum ósigrum meðan Neistin
hevði vunnið sær fýra stig tey
fyrstu trý umførini.
Bæði
liðini
høvdu
nýggjar
leikarar í hópunum. Hjá Neistanum
var talan um Sofie Søborg úr Dan
mark á høgra bakki, meðan Jovana
Stranjanac úr Serbia fyri fyrstu
ferð vardi kyndilsmálið.
Dysturin byrjaði í sera lágari
leikferð, og tað hilnaðist illa hjá
teimum báðum álopunum. Eftir
sjey minuttir var støðan bert 1-1, og
tað sást skjótt at hvørt mál fór at
telja.
Hesi málini skiftust liðini at
skjóta, so at munurin ongantíð var
meira enn eitt mál. Tað var Neistin,
ið hevði tepru leiðsluna fyri tað
mesta.
Hjá Kyndli komu málini serliga
frá einum leikara. Tað var Súna
Krossteig Hansen, ið ferð eftir ferð
eydnaðist við at skjóta meginpartin
av málunum hjá Kyndli. Systirin,
Bára Krossteig Hansen fór eisini
at hjálpa til við málskjótingini
móti endanum av hálvleikinum, og
hetta førdi til, at Kyndil kundi fara
til hálvleiks á odda 8-9.
Dystarmyndin var hin sama
í seinna hálvleiki. Hóast Neistin
royndi at seta leikferðina upp, fór
dysturin fram í eini leikferð, ið
KYNDIL
VANN BÁÐAR
GRANNA
DYSTIRNAR