Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hóvaði kyndilskvinnum best. Systr­ arnar Krossteig Hansen hildu fram at hótta neistamálið, og spakuliga gjørdist frástøðan tvey mál. Størri enn hetta gjørdist munurin ongantíð, og tað var ilt at spáa um hvønn veg dysturin fór at koppa. Tá ið tveir minuttir vóru eftir at leika var støðan 19-20 til Kyndil. Tað eydnaðist Kyndli at vinna brots­ kast og hetta setti dagsins leikari, Súna Krossteig Hansen í málið til endaliga úrslitið 19-21. Hoyvíkskvinnur enn á odda Í Hoyvík tók nýggja oddaliðið, H71, móti StÍF. Tað var eingin ivi um at H71 var stórfavorittur, men stranda­kvinnur góvu H71 skarpan gang. Hetta rakk tó ikki einum úrs­liti móti oddaliðnum, ið vann 29-25 eftir hálvleiksstøðuna 13- 12. Hjá StÍF vísti Emma Lerche at hon er ein vandamikil spælari í kapp­ingini, og hjá H71 vísti Maria Hals­dóttir Weyhe at hon hevur eitt serligt evni at skjóta mál. Hon skeyt 12 mál sunnudagin. Sostatt liggur SMS-kappingin soleiðis, at H71 eru einasta ósigraða liðið, meðan øll liðini hava fingið síni fyrstu stig eftir fýra umfør. Yvirhøvur vísa avrikini hjá Kyndli og StÍF sunnudagin, at eingin dystur er avgjørdur áðrenn hann er leiktur, og vónirnar liva enn um eina spennandi kvinnukapping. HONDBÓLTUR KÍF - VÍF 26-28 (12-14) KÍF Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Borko Cupara 7, Teitur Joensen 3, Niklas Reginsson 2, Jón Súni Kjærbæk 1, Atli L. Hammer 1, Ási Dam 1, Joakim Jürs 1 VÍF Filip Jojic 10, Sjúrður Olsen 7, Bjarti Hansen 4, Jón Müller 3, Magnus Müller 2, Johan í Garðastovu 2, Neistin - Kyndil 26-27 (13-12) Neistin Rasmus Søby 6, Torkil Hentze 4, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Pætur Mikkjalson 2, Pál Niclassen 2, Karl Martin Olsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, Jónsvein Dulavík 1, Rune Olsen 1 Kyndil Høgni K. Olsen 5, Rógvi Dal- Christiansen 5, Tróndur Wardum 4, Jóni G. Viderø 4, David Edvardsen 4, Ólavur av F. Mittún 2, Bartal K. Olsen 1, Magnus K. Djurhuus 1 H71 - StÍF 32-18 (17-10) Sosialurin hevur ikki málskjúttarnar úr hesum dystinum Neistin - Kyndil 19-21 (8-9) Neistin Sofie Søberg 5, Hjørdis Viðstein 4, Ingunn Kristina Persson 4, Stina Madsen 2, Drós Ragnarsdóttir 2, Rakul Magnussen 2 Kyndil Súna K. Hansen 9, Bára K. Hansen 7, Anja Eliasen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Sólja B. Poulsen 1 H71 - StÍF 29-25 (13-12) H71Maria H. Weyhe 12, Marita Mortensen 7, Durita T. Joensen 6, Katrin V. Højsted 2, Tóhalla Thorsteinsson 1, Guðrið á Borg 1 StÍF Emma Lerche 10, Karina Berg Høgnesen 8, Rebekka Zachariassen 2, Erla Jónsdóttir Petersen 2, Jóhanna í Króki 2, Simona á Fríðriksmørk 1 Okkaradeildin: SMS-deildin: Okkaradeildin støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 4 109 93 16 7 2 Neistin 4 98 84 14 6 3 Kyndil 5 118 104 14 6 4 H71 4 91 92 -1 4 5 KÍF 5 118 120 -2 3 6 StÍF 4 93 110 -17 2 7 Team Klaksvík 4 91 115 -24 2 SMS-deildin støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 4 116 98 18 8 2 VÍF 3 92 71 21 4 3 Neistin 4 91 85 6 4 4 Stjørnan 3 68 65 3 3 5 Kyndil 4 92 114 -22 2 6 StÍF 4 76 102 -26 1 VÍF-venjarin, Hjalmar K. Olsen, er fegin eftir tepra sigurin á KÍF. Hann vísir á, at tað er altíð trupult at spæla í Kollafirði og tað er ein góð kensla at vinna ein so tættan dyst. Sigurin merkir at VÍF framvegis er ósigrað, og venjarin er sera væl nøgdur við fyrstu fýra dystirnar. -Vit høvdu nakar avbjóðingar tá ið kappingin byrjaði. Vit skuldu spæla ein nýggjan spælskipara inn, eins og vit hava mist ein av okkara týdningarmestu verjuleikarum frá í fjør, greiðir venjarin frá. Hann greiðir eisini frá at tað hevur verið stórur dentur lagdur á verjuspælið, og at tað kanska hevur givið trupulleikar í álopsspælinum. Nýggi spælskiparin, ið sipað verður til er Sjúrður Olsen, ið áðrenn hetta kappingarárið hevur spælt vongur. -Vit skuldu finna nýggjan spælskipara, og tað lá væl fyri at tað skuldi verða Sjúrður, sum kundi taka arvin upp eftir pápa sín og eldra beiggjan, greiðir Hjalmar Klein Olsen frá. Sermerkt við verjuspælinum hjá VÍF er, at tað er ein sera ágangandi og áræsin verja, og hetta fer at halda fram sigur venjarin. Hann vísir á, at liðið hevur ikki tað stóru hæddina, og tí hevur verið neyðugt at hugsa eitt sindur øðrvísi í verjuspælinum. Hetta hevur eydnast sera væl teir fyrstu fýra dystirnar, og VÌF liggur nú á odda í kappingini. Royndi kyndilsleikarin, Hjalti Mohr Jacobsen, er lættaður eftir sigurin á Neistanum. Hann vísir á, at hann og liðfelagarnir hava ikki kent seg so hepnar teir fyrstu dystirnar, men fegnast um at teir hava hepnið í avgerandi løtunum í dag. Tað, ið serliga riggar móti Neistanum er, at Kyndil fær eitt sindur fleiri mál enn liðið hevur fingið teir fyrstu dystirnar. Tað er avgerandi at allir leikararnir bjóða inn í álopinum, og hetta er lykilin til at talan gerst um sigur, sigur Hjalti Mohr Jacobsen. Talan gjørdist um ein spennandi og tættan enda, har Lars Black í kyndilsmálinum er avgerandi seinastu fimm minuttirnar, og Hjalti Mohr Jacobsen fegnast um breiddina í málinum eins og breiddina á liðnum yvirhøvur. -Teir sum byrja inni í dag eru teir, sum skulu mynda Kyndil næstu 10 árini, og eg haldi teir vaksa við uppgávuni fyri hvønn dag, sigur royndi spælskiparin at enda. Kyndilsvenjarin, Martin Lellek, er sum vera mann sera fegin um sigurin á Neistanum. Kyndil vann fyrsta dystin móti Team Klaksvík, men síðani tá hevur liðið verið fyri tveimum javnleikum og einum teprum tapi, og Martin Lellek heldur fyri, at tað er deiligt at vinna ein dyst aftur, og serstakliga hugaligt at vinna í einum dysti við so stórum trýsti. Hann vísir á, at tað hevur verið um reppið í fleiri dystum, har tað hevur kenst sum bólturin fer á stongina og út í nógvum av avgerandi støðunum, men at í dag hepnast betur. Í avgerandi løtunum móti Neistanum, fær Kyndil eisini fleiri bjargingar frá Lars Black, og Martin Lellek er ikki í iva: -Tað er tað besta sum kann henda fyri okkum, at vit hava tríggjar so góðar málverjar. Líkamikið hvønn vit seta inn, so vita vit at avrikið verður á høgum støði, vísir kyndilsvenjarin á. Eins og spælskiparin hjá sær, tekur venjarin eisini breiddina fram sum avgerandi fyri avrikið í dag. -Vit hava tveir, ið kunnu fara inn á hvørt pláss, og tað ger at vit kanska hava nøkur fá prosent í yvirskotið í teimum avgerandi støðunum greiðir venjarin frá. Í dag byrja teir yngru av hesum leikarum dystin, og tað er ikki av tilvild. -Vit vildu nýta orkuna hjá teimum tað fyrsta korterið, so at vit kundu trýsta Neistan eitt sindur aftur, áðrenn vit seta teir royndari og tyngri leikararnir inn, sigur Martin Lellek at enda. Jeppe Borch, neistavenjari, iðrar seg sum vera mann um tepra ósigurin, men er ikki ónøgdur við spælið hjá sínum leikarum. Hann vísur at tað var ein sera intensur dystur, har smálutirnir fara til Kyndils í avgerandi løtuni. -Vit hava møguleikarnir at avgera dystin, men vit brenna og so eydnast tað Kyndli at koma fram um at enda, sigur Jeppe Borch. Tí vil neistavenjarin ikki gera tær stóru broytingarnar eftir hendan ósigurin, men vísir á at liðið skal arbeiða við nøkrum smálutum. -Vit hava nakað stórt sveiggj í okkara avrikið og vit lata í so nógv mál koma ígjøgnum, so tí mugu vit kanna hvat vit kunnu gera betri í nøkrum av verjustøðunum og hvussu vit kunnu avrika meira støðugt, sigur Jeppe Borch, áðrenn hann greiðir frá, at nú snýr tað seg um at reisa seg aftur til næsta dyst, tí at Neistan ætlar sær at koma sterkt aftur. Tað er altíð trupult at spæla í Kollafirði Vit skora fleiri mál í dag Tað er deiligt at vinna aftur Vit høvdu møguleikarnar Hjalti Mohr Jacobsen: Kyndilsvenjarin: Neistavenjarin: