mánadagur 15. oktober 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spælarar spæla á U21-landsliðnum, fyri at læra. Fríggjadagin
lærdu føroysku spælararnir hvussu beiskur fótbóltur kann verða.
Frá koma á odda 2-1 stutt fyri tíð, til at missa sigurin á gáttini
ELI HENTZE SAT UTTANFYRI
Sermerkt við dystinum móti Litava var, at Eli
Hentze ikki sat á bonkinum, har venjarin vanliga
situr. Orsøkin er, at hann bleiv bruturvístur í 1-1
javnleikinum móti Póllandi seinast. – Hatta er tann
bíligasta burturvísingin eg veit um, sigur Eli Hentze.
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Ein fyri og annar eftir, fara teir
yvir til Benjamin Heinesen og
ugga hann. Innskifti vongurin ger
brotsspark í yvirtíðini, sum kostar
sigurin. Tað er á U21-landsliðnum,
at okkara spælarar skulu læra, og
tað gjørdu vit vónandi fríggjadagin
á Tórsvølli.
Tvær ferðir skorar Litava, og
báður ferðir er tað eftir deyðbóltar,
sum vit kundu havt klára okkum
fyriuttan. Føroyska liðið eigur nógv
rós fyri avrikið, sum kundi givið
trý kærkomin stig. Nú er bara ein
dystur er í hesi kappingini. Hann
er í Aalborg móti Danmark, sum
hevur nógv upp á spæl.
Marrubyrjan
Undan hesum dystinum hevur
føroyska
U21-landsliðið
hevur
fingið seks stig í kappingini.
Serliga javnleikirnir móti Póllandi
og Finnlandi, hava verið góð
úrslit, meðan sigurin á Georgia á
heimavølli var kærkomin.
Tað eru tó tveir dystir, sum U21-
landsliðsvenjarin iðrar seg um. Í
fyrsta umfari tapa vit 3-0 í Litava,
meðan vit somuleiðis tapa 3-0 á
heimavølli móti Danmark. Tí er
hetta møguleikin, at vísa hvussu
langt føroyska liðið er komið síðani.
Føroyska liðið hevur fyrsta
stóra møguleikan í dystinum, tá
Meinhard E. Olsen er um reppi
at skjóta innleggi hjá Ara Olsen í
málið.
-Eg ætlaði at fáa vinstra beini
á bóltin, men tað endar við at eg
royni at sparka hann við uttari síðu
av høgra fóti, men raki ikki bóltin,
sigur Meinhard E. Olsen.
Løtu seinni liggur bólturin í
føroyska málinum. Miðverjin úr
B36, Bjarni Petersen, glíður stutt
uttanfyri brotsteigin, og velur at
gera fríspark.
-Eg háli hann niður, tí eg veit
ikki um hann er við at sleppa til
skot, sigur miðverjin.
Í vindi og regni skjýtur Edgaras
Utkus bóltin upp um manngarðin
og í málið. Helst skal Karstin
Hansen fáa fatur á bóltinum, men
endar við at boksa bóltin í egið mál.
Meinhard javnar
Tað gongur bara eitt lítið korter,
so
javna
Føroyar.
Eftir
eitt
frísparksinnlegg, er tað Bjarni
Petersen,
sum
vinnur
bóltin.
Leggur hann fyri føturnar á Adrian
Justinussen, sum síðani leggur
bóltin innfyri til Meinhard E. Olsen.
-Eg hugsaði bara, at eg skuldi fáa
nokk á bóltin. Eg stóð bara nakrar
fáa metrar frá málinum, sigur
Meinhard E. Olsen.
Eftir hetta er talan um ein javn
dyst, har bæði liðini eru darvaði
av skjóta og váta vøllinum, sum er
torførur at spæla á, tá tað eisini er
vindur.
So nær sigrinum
Gestirnir eru stinnir á bóltinum,
men tá føroyska liðið fær fatur
á honum, so blívur tað skjótt
vandamikið.
Serliga
Jákup
Thomsen og Meinhard E. Olsen
megna at skapa órógv. Jákup
Thomsen
hevur
fleiri
góðar
vendingar á bóltinum, har verja hjá
Litava kemur í trupulleikar av
honum.
Fimm minuttir fyri tíð
er hornaspark. Aftast
í feltinum fær Jákup
Thomsen
høvdið
á
bóltin,
sum
verður
stútaður
innfyri
aftur,
har
Jákup
B.
Andreasen
fær
høvdið
á.
Føroyar
eru á odda 2-1 og tað
eru bara fáir minuttir
eftir. Føroyska liðið
hevur arbeitt seg inn
í aftur dystin, eftir at
Litava legði seg á odda.
Nú ræður bara um
at
verja
borg
seinastu
minuttirnar. Tíverri bliva vit
ov ágrýtnir, tá ein litaviskur
spælari kemur inn í brotsteigin hjá
okkum, har hann verður rendur
umkoll. Brotsspark til Litava og 2-2.
Vit kunnu læra tvey ting av
hesum. Tað er ikki at fella í fátt, tí
sjálvt á altjóða stigi eru vit stinnir
nokk, til at vendum einum hóttandi
til sigur. Hinvegin, so verða vit
eisini revsaðir fyri tey minstu
mistøkini.
Eitt góðkent stig
Sum heild er talan um eitt gott
føroyskt stig. Liðið avrikar væl og
á fleiri økjum kunnu vit gleðast
um, at vit hava fingið fleiri stig enn
Litava í hesi U21-undankappingini.
Kartin Hansen kundi helst havt
bjargað frísparkinum til 1-0, og átti
nøkur útspørk, sum fóru útav, men
sum heild var talan um eitt gott
avrik. Í verjuni vóru bakkarnir, Ari
O l s e n
og Jóannes
K. Danielsen sannførandi.
Betuel Hansen og Jákup B.
Andreasen komu eisini væl frá
verjukendu
uppgávunum
á
miðvøllinum, meðan Meinhard
E. Olsen og Jákup L. Thomsen
vóru
ein
støðugt
hóttan
í
álopsspælinum.
Nú er bara ein uppgáva eftir,
og hon verður móti Danmark.
Teir kunnu við sigri á Føroyum í
Aalborg tryggja sær fyrsta plássið,
so tað verður trýst á. Nú skulu
vit so prógva, at vit eisini eru
komin longri enn 3-0 ósigurin fyri
Danmark á Tórsvølli, har vit ikki
fingu eitt bein til jørðina.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
U21-landsliðið:
FÓTBÓLTUR
Á GÁTTINI TIL
EIN SIGUR
MÁLVERJAR:
Karstin Hansen, Skála
Rói Mørk Hentze, B36
VERJAN:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
MIÐJAN:
Hugin Samuelsen, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Janus S, Samuelsen, 07 Vestur
Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ
Benjamin Heinesen, B36
Dan í Soylu, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Jann Benjaminsen, NSÍ
ÁLEYPARAR:
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
Ari Mohr Olsen, HB
Hópurin: