Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Tórsvøllur Í somu løtu, sum dómarin bríkslar fyri seinstu ferð, byrjar at oysa nið­ ur. Tað er sum um, at tað er bílagt. Føroysku spælararnir hava givið alt teir eiga og tað sæst á vøllinum. Fleiri liggja eftir á, meðan aðrir fara niður at húka. Eftir nógvan kritikk eftir 3-0 ósigurin fyri Aserbadjan, hevur før­oyska liðið svarað aftur. Í 95 minutt­ir kemur Kosovo ikki til nógvar málmøguleikar, meðan mál­ið hjá teimum er ein perla, sum ongin kann gera nakað við. Føroyska liðið leggur trýst á Kosovo líka til tað seinasta, men verjir eisini borg, tá gestirnir hava bóltin. Føroysku spælararnir hava svarað aftur, men enn er langt á mál Broyta spælskipan Lars Olsen, landsliðsvenjari, velur at broyta spælskipan til dystin. Hann spælir við trimum í mið­ verjuni, har Sonni Ragnar Natte­ stad er við aftur, eftir leikbann. Eisini er Rógvi Bald­vinsson nýggjur á miðjuni, har hann spoælir saman við Halli Hansson. Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen byrja á bonkinum, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fluttur fram í álopið. Fáir áskoðarar Stuðulin til føroyska landsliðið er ikki so sjónligur á Tórsvølli, sum hann hevur verið fyrr. Tað eru bara 2.300 árskoðarar, men teir eru mælskir og Skansin heldur lív í. Tað er eitt sindur hugstoytt at síggja, hvussu brá summi fólk eru at leggja eftir okkara spælarum. Svarið til øðina, er næstan altíð spælarar, sum á onkran hátt eru á teirra lokalliðum. Vit eru fá fólk í Føroyum og tí hoyrast kritisku røddirnar væl. Tað kundu tey hugsað um, áðrenn ill­sinnisgleps verið varpið út á pallar, har nógv lesa ella síggja. Kritikkurin av úrslitinum móti Aserba­jdan sá út til, at hava ávirkað áskoðaratalið móti Kosovo, tí tað finnast fáar umberingar fyri ikki at møta ein sunnudag klokkan 17, í mun til onnur tíðspunkt. Eitt framúr mál Føroyska liðið leggur bragdliga fyri og hevur tvær royndir á málið, men so kemur spannin av køldum vatni. Úr einum 25 til 30 metrum dettur bólt­urin fyri føturnar á Milot Rashica, sum við sínum høgra beini meddar bóltin upp í málhorið. -Eg fái akkurát taklað bóltin frá einum øðrum, og so knallar hann bara bóltin upp í horið. Onkuntíð mást tú bara klappa og siga at hatta var gott, sigur Rógvi Baldvinsson, sum stendur beint við, tá Werder Brem­en spælarin skorar. Føroyska liðið reisist skjótt eftir skelk­in. Spælararnir fáa skjótt hug­ savnað seg um uppgávuna, og ikki um støðuna á máltaluni. René javnar Restina av fyrra hálvleiki er før­ oysak liðið væl við, og vit koma til fleiri møguelikar og góðar støður. Tað gevur bara ikki mál, men tað er greitt at tað fær lív í áskoðararnar, sum aftur gevur orku til liðið. Seinni hálvleikur er fimm minuttir gamal, tá Hallur Hans­son fær fatur á eini upp­spælings­av­ levering hjá Kosovo. Vit fara í álop og bólturin endar hjá Gilla Rólants­ syni, sum úr høgru smekkar bóltin flatt innfyri, har René Shaki Joen­ sen er fyrstur á. -Eg minnist ikki akkurát hvussu málið kom. Eg minnist bara, at eg vil sleppa inn í feltið, tí eg vænti at bólturin kemur innfyri, sigur René Shaki Joensen. Hann jublar við at stilla seg við armunum út til hvørja síðu, meðan ein liðfelagið lyftir hann upp. - Hatta er frá spælinum Fortnite. Eg skuldi gera hatta, tá eg skoraði móti Malta, men tá bleiv eg so kløkkur av, at eg skoraði at eg gloymdi tað, sigur René Shaki Joensen brosandi eftir dystin. Kosovo hevur bóltin – vit møguleikarnar Eftir máli er tað Kosovo, sum leggur trýst á. Teir skifta út og leggja meiri fyri við bóltinum. Tað blívur tó sjáldan vandamikið frammanfyri før­oysku verjuna. -Eg haldi ikki, at teir koma til ein tann einasta møguleika. Sonni Ragnar Nattestad er so langur, at hann fær altíð okkurt á bóltin, meðan Odar Færø er so breiður, at teir sleppa ikki framvið honum, sig­ ur liðskiparin, Atli Gregersen, sum sjálvur spældi sum aftasti maður millum Odmar og Sonna Ragnar. Móti dystarenda hava vit nakrar møguleikar at stjæla øll stigini. -Tað er ringt at vera nøgdur, tá vit spæla javnleik, men sum dyst­urin gongur og teir fáa hatta málið, so eri eg nøgdur, sigur Lars Olsen eftir dystin. Tað sama sigur Jóan Símun Ed­mundsson, sum bleiv skiftur út mið­skeiðis í seinna hálvleiki. -Ja, tað er ringt at verða nøgdur, tá vit ikki vinna, men avrikið er gott í dag.Eg var ivasamur undan dysti­num, tí eg havi eitt sindur ilt í baklærinum. Tað bleiv verri í seinna hálvleiki, tí bað eg um at blíva útskiftur, sigur Jóan Símun Ed­mundsson. Hann fer nú aftur til Týsklands, har hann spælir við Arminia Bielefeld í 2. Bundesliguni. Møguleikin er farin – og tó Støðan í bólkinum er, at Kosovo hev­ur átta stig, Aserbadjan hevur seks, Føroyar fýra og Malta tvey stig. Tað eru tveir dystir eftir. Í novem­ber skulu vit spæla móti Aserba­djan og Malta á útivølli. Tað sær einki út at koma til hálvfinaluna í D-deildini í Nations League, men tað vbleiv brádliga meiri hugaligt, tá vit fingu reist okkum. trondur@sosialurin.fo RENÉ DAGSINS MAÐUR Áskoðararnir valdu René Shaki Joensen sum dagsins spælara. Hann fekk 30 prosent av atkvøðunum, meðan Gilli Rólantsson fekk 28.5 prosent av atkvøðunum. Eftir teimum koma Sonni Ragnar Nattestad og Odmar Færø við áleið 10 prosent av atkvøðunum í part. FÓTBÓLTUR Við framúr stríðsanda og vilja, megnaði føroyska liðið at trýsta Kosovo í botn seinastu løtuna. Vit standa eftir við einum 1-1 javnleiki, sum vit kunnu fegnast um, men dreymurin um EM-endaspælið er kámur Nations League: VIÐ HJARTANUM Fótbóltur Dysturin hesa vikuna...