mánadagur 15. oktober 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYAR HAVA BEST SKIPAÐA LIÐIÐ
Liðskiparin hjá Kosovo, málverjin Samir Ujkani, helt fyri
eftir dystin, at tað er torført at spæla móti Føroyum, tí
liðið altíð er so væl skipað. – Føroyar hava best skipaða
liðið í bólkinum. Sjálvt tá tit eru aftanfyri 2-0, so er
liðið skipað. Vit kunnu gott brúka hendan javnleikin, tí
hetta er eitt torført stað at spæla, sigur Samir Ujkani.
FÓTBÓLTUR
UTTANÁ
Tað, sum eyðkennir liðið í gjár
er, at allir spælararnir stríðast.
Hetta gera teir sjálvandi eisini
til aðrar dystir, men tað er
sjónligt á Tórsvølli í gjár. Longu
frá byrjan verður nógv lagt fyri
í álopsstøðu, og hóast vit koma
afturum, so svara vit aftur.
Fleiri spælarar spæla avbera
væl, hóast tað blívur til ein javn
leik. Millum sjónligastu spælar
arnar á vøllinum eru René Shaki
Joensen, Hallur Hansson og Gilli
Rólantsson.
Eftir mistakið móti Aserba
djan, so reisti Gunnar Nielsen
seg eisini og spældi uttan feil.
Umskipaða miðverjan við Atla
Gregersen, Odmari Færø og
Sonna Ragnar Nattestad
spælir
eisini
framúr
væl,
har Kosovo
n æ s t
an ikki
kemur
til ein
odriligan málmøguleika.
Á vongbakkunum koma bæði
Viljormur Davidsen og Gilli
Rólantsson væl frá uppgávuni.
Inni á miðjuni stríðast Hallur
Hansson og Rógvi Baldvinsson
væl, meðan René Shaki Joensen
og Brandur Hendriksson fleiri
ferðir eru keldan til góðar
álopsstøður. Í álopium kemur
Jóan Símun Edmundsson eisini
væl frá uppgávuni, har hann
millum annað vísir sína styrki í
luftspælinum.
Klæmint A. Olsen og Heini
Vatnsdal gera eisini mun, tá
teir komu inn seinastu løtuna.
Serliga Klæmint A. Olsen ger eitt
fínt innhopp, har hann er um at
skora.
Í gjár spælir alt
liðið yvir miðal.
Sannur stríðsandi
7
7
8
8
7
7
8
8
8
8
9
GUNNAR NIELSEN
VILJORMUR
DAVIDSEN
HALLUR HANSSON
SONNI RAGNAR
NATTESTAD
BRANDUR
HENDRIKSSON
RÓGVI
BALDVINSSON
ATLI GREGERSEN
JÓAN SÍMUN
EDMUNDSSON
GILLI
RÓLANTSSON
ODMAR FÆRØ
RENÉ SHAKI
JOENSEN
8 Klæmint A. Olsen (Inn 68.min)
7 Heini Vatnsdal (Inn 83.min)
8
7
Dómari: Miroslav Zelinka (Kekkia)
Kekkiski dómarin kom rímiliga væl frá uppgávuni. Onkrar dømingar fóru
skeivan vegin, men sum heild leiddi hann dystin væl. Vit kundu ynskt ok-
kum okkurt brotsspark, men tað skal nokk meiri til í altjóða fótbólti.
7
Føroyar – Kosovo
1-1 (0-1)
0-1: Milot Rashica, 9.
1-1: René Shaki Joensen, 50.
Tórsvøllur: 2.300 áskoðarar
Dómari: Miroslav Zelinka (Kekkia)
Føroyar: (5-4-1) Gunnar Nielsen -
Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli
Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad,
Viljormur Davidsen – René Shaki
Joensen, Hallur Hansson, Rógvi
Baldvinsson, Brandur Hendriksson
(Heini Vatnsdal, 83.min) – Jóan
Símun Edmundsson (Klæmint A.
Olsen, 68.min)
Gul kort: Rógvi Baldvinsson og
René Shaki Joensen
Venjari: Lars Olsen
Kosovo: (4-2-3-1) Samir Ujkani –
Mergim Vojvoda, Amir Rrahmani,
Ardin Dallku, Fidan Aliti – Idriz Voca
(Besar Halimi, 54.min), Herolind
Shala – Edon Zhegrova (Arber
Zeneli, 74.min), Valon Berisha,
Milot Rashica (Vedat Muriqi,
91.min) – Atdhe Nuhiu
Gul kort: Besar Halimi og Atdhe
Nuhiu
Venjari: Bernard Challandes
Føroyar – Aserbadjan
1. Kosovo 8 stig
2. Aserbadjan 6 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Malta 2 stig
Nations League
FØROYAR
0 1
KOSOVO
1 1