mánadagur 15. oktober 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsdysturin móti Aserbadjan bleiv ein sonn marra. Hóast fleiri
málmøguleikar og góð álop, so stendur føroyska liðið eftir
við einum 3-0 tapi, tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð
ODMAR DAGSINS SPÆLARI
Sambært føroysku áskoðarum, so var Odmar Færø
dagins spælari. Áskoðararnir kunnu umvegis Sona-
appina velja dagsins spælara. Verjuspælarin hjá B36
fekk næstan ein triðing av atkvøðunum, meðan Gilli
Rólantsson fekk um 17 prosent av atkvøðunum.
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað er púra kvirt á Tórsvølli, tá
Richard Almeida rennur til bóltin.
Stutt frammanundan er marran
fullkomin, tá Viljormur Davidsen
roynir at stúta bóltin aftur til
Gunnar Nielsen. Bólturin fær ikki
nokk av ferð, meðan málverjin er ov
seinur út. Spælarin hjá Aserbadjan
fer umkoll og tað er brotsspark.
Longu í fyrra hálvleiki hevur
berskølti
Richard
Almeida
lagt
Aserbadjan á odda, meðan Dmitri
Nazarov skorar upp á annað skotið
í dystinum, sum gestirnir hava á
málið.
Nú eru fáir minuttir til dystarlok,
tá miðvallarin við brasilskum upp
vøkstri rennur til bóltin og skorar
trygt. Hetta er fjórða skotið hjá
Aserbadjan, sum rakar málið, meðan
okkara 20 ferðir hava roynt eftir
málinum hjá teimum. Tríggjar ferðir
raka vit málið, men ongantíð verður
umsett til mál
Aserbadjan ger alt, sum vit skuldu
havt gjørt.
Ongar umberingar
Venjarin hjá Aserbadjan er Gurban
Gurbanov. Hann hevur drúgvar
royndir sum spælari, og skoraði
millum annað móti Føroyum í
venjingardysti í 1996. Hann er lág
vaksin, tættur og sigur ikki so nógv
á tíðindafundinum, sum er undan
dystinum. Ferðalagið hjá teim
um hevur ferðast í 14 tímar, fyri
at koma frá Baku í Aserbadjan til
Vágar. Hóast longu ferðina, køldu
umstøðurnar í Føroyum og gras
líkisvøllin, so vil venjarin ikki hoyra
talan um umberingar.
- Eg havi sæð vøllin. Hann er
nakað lítil, men tað er líka fyri báðar
partar. Tað er rætt, at vit hava ferðast
í 14 tímar, men tað er heldur ongin
umbering. Vit vilja spæla ein góðan
dyst, eru til reiðar og vilja eisini vinna,
sigur Gurban Gurbanov, venjari hjá
Aserbadjan á tíðindafundinum.
Fleiri broytingar á
føroyska liðnum
Lars Olsen, landsliðsvenjari, valdi
at gera nakrar broytingar á liðnum.
Gilli Rólantsson bleiv fluttur á
høgra bakkin, meðan Jóan Símun
Edmundsson byrjaði á høgra vongi
og Finnur Justinussen fekk møgu
leikan í álopinum. Hartil kom
Odmar Færø inn í miðvejruni fyri
leikbannaða Sonna Ragnar Natte
stad.
Revsaðir á váta vøllinum
Tað sæst beinanvegin, at vøllurin
er vátur og skjótur at spæla á.
Spælarar á báðum liðnum hava
trupult við at spæla, tá tað gongur
skjótt fyri seg. Bæði liðini missa
bóltar á miðjuni, sum tey helst ikki
høvdu gjørt, um umstøðurnar vóru
eitt sindur øðrvísi.
Føroyska liðið er nær við í tveim
um førum, men tað eru gestirnir, sum
revsa okkum. Jóan Símun Edmunds
son missur bóltin í
uppspælinum og
so gongur skjótt.
Teir
senda
bóltin
innfyri
úr vinstru og
Gunnar Nielsen
klára
ikki
at
halda bóltinum.
-Eg royndi bara
at stegða bóltinum
frá at fara í málið,
men sjálvandi endar
hann hjá einum av teirra,
sigur Viljormur Davidsen,
sum fær fótin á bóltin á sjálvari
málstrikuni.
Aserbadjan er á odda 1-0, men tað
er ikki tí teir hava verið so vanda
miklir, men helst gera teir færri
villur enn okkara – og eru avgjørdi í
brotsteiginum.
Vit leypa á
Tað er eitt føroyskt lið, sum ætlar
at leypa á, sum kemur út til seinna
hálvleik. Tað er ferðmikið og hend
ingaríkt, men tíverri eisini eitt
sindur tilvildarligt. Fleiri ferðir
eru misskiljingar í uppspælinum,
meðan tað í øðrum førum ikki er
samanhangur í trýstinum.
Vit koma tó til málmøguleikar,
men tað er synd at siga, at føroysku
spælararnir eru avgjørdir í brotsteig
num hjá teimum.
Hinvegin, so eru gestirnir púra
kaldir, tá teir fáa møguleikan. Eftir
67 minuttir fær Dmitri Nazarov bólt
in
upp
á
tvørs í brotsteiginum
og setur fótin á bóltin.
2-0 og Nations League
dreymurin kámast burtur
í mjørkanum á Tórsvølli.
Og vit leypa á
Føroyska liðið roynir nú enn meiri
at leypa á. Vit koma eisini til stórar
møguleikar, men eitt nú skotið hjá
Brandi Hendriksson fer við síðuna
av, tá hann verður spældur leysur í
brotsteiginum.
-Vit raktu ikki málið í dag, og tað
er eisini galdandi fyri meg. Handan
bóltin skal eg bara skora upp á, sigur
Brandur Hendriksson.
Mótinum endanum rudda gestir
nir stútaran hjá Klæminti A. Olsen á
málstrikuni, meðan hælarin hjá Atla
Gregersen brestur í yvirleggjaran.
-Tá so hasin heldur ikki fór inn,
so hugsaði eg bara at tað skuldi nokk
ikki verða í dag, sigur Atli Gregersen,
liðskiparin á føroyska landsliðnum.
Løtu seinni er brotsspark og
dreymurin um Nations League er so
gott sum burtur. Aserbadjan vinnur
3-0, tá teir vóru neyvari frammanfyri
málinum.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Nations League:
FÓTBÓLTUR
MARRAN Á
TÓRSVØLLI