mánadagur 15. oktober 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Vónbrotið er stóð, tá dómarin
bríkslar fyri seinastu ferð og
Føroyar hava tapt 3-0 fyri Aser
badjan. Veruleikin er tó, at
millum brotsteigarnar er før
oyska liðið betri. Millum annað
hava vit fleiri málsóknir enn
gestirnir, og vit eru fyrsta liðið,
sum klárar at hava bóltin meir
enn gestirnir. Tá skal so sigast,
at Aserbadjan er á odda ein
stóan part av dystinum.
Í mun til at standa í verjustøðu
og spæla langar bóltar fram í
álopið, so krevur nýggi spælistíl
urin hjá føroyska landsliðnum, at
fleiri lutir passar saman. Tað er
serliga her, at vit mangla nakað av
ætlan og samanspæli. Ov oftani
gera
vit
villur í
uppspælinum, sum gera at hinir
sleppa í mótálop.
Av føroysku spælarunum eru
Odmar Færø, Gilli Rólantsson og
Hallur Hansson millum teir sjón
ligastu. So løgið sum tað ljóðar,
tá vit hava tapt 3-0, so eru tað
fáir spælarar, ið ikki røkka ein
um miðal avriki. Undantakið í
løtuni er Gunnar Nielsen, sum
ikki hevur sítt besta tíðarskeið á
landsliðnum í løtuni.
At síggja til, so tykist føroyska
landsliðið spæla so væl sum
kanska ongantíð fyrr, og kemur
til nógvar málmøguleikar, men
vit mugu til at skjóta teir í málið,
tí okkara botnstøði er lækkað
seinasta árið.
Tað riggaði á eini leið við Jóan
Símuni Edmundssyni á høgra
miðvøllinum, men av tí sama so
er eisini nakað saknaður í álopi
num, har Finnur Justinussen bara
í løtum vísti, at hann er í landsliðs
flokki – men tað skal nokk koma.
Sum heild er dysturin nógv
betri, tá tú hyggur eftir honum
umaftur, tí føroyska liðið spælir
væl, men tað er frustrerandi at
síggja litlu villurnar, sum kosta
so nógv.
trondur@sosialurin.fo
3
4
3
7
6
5
5
4
4
6
5
GUNNAR NIELSEN
VILJORMUR
DAVIDSEN
KAJ LEO Í
BARTALSSTOVU
ODMAR FÆRØ
HALLUR HANSSON
ATLI GREGERSEN
RENÉ SHAKI
JOENSEN
BRANDUR
HENDRIKSSON
FINNUR
JUSTINUSSEN
GILLI
RÓLANTSSON
JÓAN SÍMUN
EDMUNDSSON
Rógvi Baldvinsson (Inn 74.min)
Heini Vatnsdal (Inn 78.min)
Klæmint A. Olsen (Inn 78.min)
4
4
4
Dómari: Aleksei Eskov (Russland)
Hevði gott tamarhald á tí mesta av dystinum, men tað er ikki gott nokk, at
manngarðurin hjá Aserbadjan sleppur at stjala sær metrar, tá vit óbeinleiðis
fríspark í brotsteiginum.
5
Vit spæla betri
enn úrslitið
Nations League,
deild D, bólkur 2
Føroyar – Aserbadjan
0-3 (0-1)
0-1: Richard Almeida, 28.
0-2: Dmitri Nazarov, 67.
0-3: Richard Almeida, 86. (br.)
Tórsvøllur: 2820
Dómari: Aleksei Eskov (Russland)
Føroyar: (4-4-1-1) Gunnar Nielsen
– Gilli Rólantsson, Atli Gregersen,
Odmar Færø, Viljormur Davidsen
– Jóan Símun Edmundsson, René
Shaki Joensen, Hallur Hansson
(Heini Vatnsdal, 78.min), Kaj Leo í
Bartalsstovu (Rógvi Baldvinsson,
74.min) – Brandur Hendriksson
- Finnur Justinussen (Klæmint A.
Olsen, 78.min)
Gult: Hallur Hansson, René Shaki
Joensen, Atli Gregersen og Gunnar
Nielsen
Venjari: Lars Olsen
Aserbadjan: (4-2-3-1) Kamran
Agayev – Maksim Medvedev, Rahil
Mammadov, Badavi Huseynov,
Pavlo Pashayev – Gara Garayev,
Richard Almeida (Emin Makhmudov,
87.min) – Mahir Madatov, Dmitri
Nazarov (Javid Imamverdiyev,
88.min), Araz Abdullayev (Ruslan
Gurbanov, 83.min)– Rufat Dadasov
Gult kort: Dmitri Nazarov, Richard
Almeida og Maksim Medvedev
Venjari: Gurban Gurbanov
Føroyar – Aserbadjan
Spælbýti (í prosentum): 53-47
Royndir á málið: 3-4
Royndir framvið málinum: 7-3
Hornaspørk: 8-3
Spælingar: 476-468
Fullførdar spælingar: 401-393
Kelda: UEFA
FÁIR ÁSKOÐARAR
Hóast Fótbóltssambandið upp til fleiri ferðir boðaði
frá, at nú vóru bara fá atgongumerki eftir, so vóru
bara 2820 áskoðarar á Tórsvølli, sum í løtuni tekur
um 3.500 áskoðarar. Tað var vátt og klat í veðrinum,
men itt sindur undarligt, at so fá fólk møta til dystin.
Nations League
FØROYAR
0 0
ASERBADJAN
1 3