Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Eftir eina ørgrynnu av málum fyri KA verður Áki Egilsnes kosin mánaðins besti spælari í íslendskum hondbólti í september. Kyndil fær nýggjan málverja til besta kvinnulið felagsins. Hon eitur Jovana Stranjanac, er 24 ára gomul og úr Serbia. Hóast nógvar málmøguleikar tapa Føroyar triðja dystin í Nations League við 3-0 ímóti Aserbadjan á Tórsvølli. Føroysku U21- menninir í fótbólti missa sigurin á gólvið, tá ið Litava í EM-undandysti á Tórsvølli javnar til 2-2 í yvirtíðini. Føroyska U19- landsliðið hjá monnum í fótbólti tapir fyrstu tveir dystirnar í EM- undanbólkinum 5-0 fyri Hollandi og 3-0 fyri Írlandi. Føroyar halda lív í Nations League-vónini við 1-1-javnleiki ímóti Kosovo á Tórsvølli. René Shaki Joensen skjýtur føroyska málið. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hanus Sørensen Aldur: 17 Yrki: Fótbóltsspælari (FC Midtjylland og Føroyar U19) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Gibraltar 2. Serbia 3. FC Nordsjælland 4. Finnlandi 5. Magnus Holm Jacobsen 6. Georgia 7. Dávur Magnussen 8. Jóannes Kalsø Danielsen 1. Hvør evropeisk pinkutjóð skrivaði søgu við 1-0-sigri á Armenia í Nations League leygardagin? 2. Úr hvørjum landi er nýggi málverjin hjá Kyndli, Jovana Stranjanac? 3. Hvørjum donskum fótbóltsfelagi spæla Ásla Johannesen og Lív F. Arge við? 4. Hvørjun landi hava føroysku hondbóltsmenninir júst spælt tveir venjingardystir ímóti? 5. Hvussu eitur liðskiparin á føroyska U19-landsliðnum í fótbólti, sum júst er skiftur til portugisiskan fótbólt? 6. Føroyska talvlandsliðið hevur júst verið á talvolympiadu. Í hvørjum landi? 7. Hvussu eitur nýklakti føroyameistarin á einkultstarti í súkkling? 8. Hvussu eitur føroyski spælarin á myndini? Hvussu eru tit nøgdir við úrslitini higartil í U19-EM? - Vit eru vónbrotnir av at vit ikki hava fingið meira burturúr dystunum, sum vit hava spælt. Vit hava verið so tætt við - bæði ímóti Írlandi, har vit halda 0-0 í ein tíma, og ímóti Hollandi, har vit spæla ein góðan fyrra hálvleik og halda 0-0 til 40 minuttir. Hinvegin, so eru hetta nøkur av teimum sterkastu londunum í Evropa, sum vit hava spælt ímóti, og tí eru vit allir noyddir til at avrika 110% hvønn dyst. Hvussu eru vónirnar til dystin ímóti Bosnia- Hersegovina týsdagin? - Vit hava góðar vónir. Vit hava sæð nøkur sjónbond av teimum, og tað vísir seg at teir eru ikki líka góðir sum Írland og Holland, men sum í øllum øðrum dystum, so eru vit tað liðið, sum kann yvirraska, og vit geva okkum altíð 100% hóast vit ikki hava nakað at spæla um. Vit síggja ein góðan møguleika at fáa øll trý stigini. Hvat metir tú er styrkin við hesum føroyska U19-landsliðnum? - Tað er heilt klárt at vit hava so nógvar góðar bóltsspælarar, heilt niðri frá málmanninum og upp á fremsta mann. Vit eru ikki bangnir fyri at hava ella at missa bóltin, og tað ger at vit ikki altíð skulu verja í 90 minittir. Vit hava spælt nógv saman fyrr, og tað ger eisini at vit kenna førleikarnar hjá hvørjum øðrum bæði í álops- og verjustøðum. Hvussu gongur annars hjá tær í FC Midtjylland? - Tað gongur væl hjá mær. Síðsta ár spældi eg fulla tíð allar dystirnar við U17, men tað er ringt at sleppa inn á U19-liðið í ár av tí at eg eri eitt ár yngri enn teir flestu. Eg havi tó spælt eitt sindur í ár, men tað ger tað bara at man fær betri venjing og verður pressaður fult hvønn dag. Tað ger at man mennir seg hvønn einasta dag, tí man ikki hevur ráð at spara seg til venjing. Hvat er málið hjá tær á fótbóltsleiðini? - Málið er at blíva professionellur og liva av fótbóltinum. Eg hopi at umboða A-landsliðið tá ið eg eri klárur til tað. Eg ætli mær at spæla uttanlands so leingi eg kann. ”Eg sparki ov ovarliga á bóltin og fái ikki ordiliga ferð á bóltin. Um man skal vinna, so skal man skora upp á hasar” - Klæmint A. Olsen um stóra málmøguleikan ímóti Kosovo ”Eg ætlaði at gera tað síðsta dyst, men eg bleiv so kløkkur tá eg skoraði, at eg gloymdi alt um tað, so hesaferð skuldi tað vera.” - René S. Joensen um Fortnite-málfagnaðin ímóti Kosovo 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Málverjin hjá Gibraltar, Kyle Goldwin, var rørdur til tára eftir søguliga 1-0-sigurin ímóti Armenia leygarkvøldið. Hetta var fyrsti kappingarsigurin hjá Gibraltar nakrantíð