Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. oktober 2018 · Nr. 119 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Landsliðið stinkar! Tað er hugstoytt at síggja hvussu skjót vit eru, at venda landsliðnum bakið. Eftir 3-0 ósigurin fyri Aserbadjan vóru sosialu miðlarnir á tremur við ónøgdum áskoðarum. Fleiri av teimum, sótu heima í sofuni, og feldu harðasta dómin yvir fleiri av okkara spælarum. Tað er púra rætt, at Føroyar taptu 3-0 og tað einki er at fegnast um. Men harfrá, og til at nærmast vilja landsliðnum illa, er langt. Eg hevði sjálvur eina kenslu av, at hetta var ikki gott nokk, meðan eg stóð á Tórsvølli og útvarpaði. Dagin eftir, tá vónbrotið hevði lagt seg, valdi eg at hyggja eftir dystinum umaftur. Hetta kann eg ráða øllum til at gera, tí avrikið var slett ikki so galið. Tað staðfesti eisini venjarin hjá Kosovo, tá teir høvdu tíðindafund. - Nú havi eg størri virðing fyri Føroyum, eftir dystin móti Aserbadjan. Eg havi sæð dystin og 3-0 er als ikki rætta myndin av dystinum. Teir hava tveir møguleikar og eru á odda 2-0, meðan tit hava fleiri møguleikar, men teir bjarga tvær ferðir á strikuni, segði Bernard Challandes á tíðindafundinum hjá Kosovo. Vit fingu sjón fyri søgn í gjár, tá føroyska landsliðið spældi javnleik 1-1 móti Kosovo, sum í løtuni tykist tað sterkasta liðið í bólkinum. Allir spælararnir stríaðst altíð, men hendan dagin kom tað av álvara til sjóndar. Teir 2.300 áskoðararnir, sum møttu upp, vístu eisini sín stuðul. Bara harmligt, at áskoðaratalið er niðurgangandi í løtuni. Eg haldi, at vit onkuntíð skulu minna okkum sjálvi á, at negativur atburður smittar – og oftani verri enn positivur atburður. Tað sama er við málburðinum á millum annað sosialu miðlunum, har lægsti felagsnevnarin mangan setir dámin á kjakinum. Hugsa teg líka um, áðrenn tú tveitur runt við illsinnisglepsum á pallinum, har stórur partur av fótbóltsføroyum fylgir við. Føroyar spældu betri enn Aserbadjan, sum hevur næstan 10 milliónir íbúgvar. Eitt land, sum hevur gjørt íløgur fyri fleiri 100 milliónir í landsliðsfótbólt seinnu árini, men vit hava teir knøunum ein stóran part av dystinum. Møti heldur upp á Torsvølli og stuðli liðnum, so kanska vit fáa hatta málið, er munurin á um vit kundu komið víðari í Nations League, ella ikki! P.S. Landsliðið stinkar ikki, og eftir at hava fylgt landsliðnum í 10 ár, so havi eg enn ikki møtt einum spælara, sum ikki vil vinna fyri Føroyar trondur@sosialurin.fo Sporðdrekin vann í gjár gran­na­uppgerðina í Trygd- kapp­ing­ini móti Hamar. Úrs­ litið bleiv 60-43, eftir hálv­ leik­støðuna 32-23. Serlig við dysti­num var, at feðgarnar báðir Pól Jako­bsen og Johan­ nes P. Krage­steen leiktu á sama liðið. Hetta er fyrstu ferð hetta er kom­ið fyri í før­ oysku kurva­bólts­kapp­ingini. Hóast munurin gjørdist rættuliga stórur at enda við, so var talan um ein heilt tættan dyst. Hamar kemur best frá byrja, og er eisini á odda eftir 1. fjórðingin. Sporð­drekin svarar aftur í 2. fjórðingi, og er á odda í hálv­ leikinum. Í 3. fjórðingi kemur Ham­ ar upp á javnleik, men klára ikki at halda hesa støðuna. Hóast Sporðdrekin fekk ein hvøkk, so vinna teir at enda ein tryggjan sigur. Flest stig fingu fyri Sporðdrekan Pól Jakobsen, 20 stig og fyri Hamar Sjúrður Sivertsen, 14 stig. trondur@sosialurin.fo Kurvabóltur: Feðgar skrivaðu søgu í sigri Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti næsta dyst­ in í innleiðandi EM-undan­ kappingini, sum í hesum døg­um er í Írlandi. Írsku vertir­nir vunnu 3-0, skrivar fsf.fo. - Írar stýrdu dystinum, og vit mugu bara viðganga, at teir vóru betri enn vit. Kort­ini haldi eg at okkara verju­partur riggaði væl, men tíverri gera vit eitt býtt brotsspark miðskeiðis í sein­ni hálvleiki, og so komu teir ordiliga í gongd, sigur Jógvan Martin Olsen, lands­ liðs­venjari. Føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døg­um tekur lut í innleiðandi EM- undankapping í Írlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Mikudagin tapti føroyska liðið 5-0 fyri Hol­ landi, og hesafrð vóru tað írsku vertirnir, ið vóru ein ov stórur gloypubiti. Úrs­ lit­ið gjørdist 3-0 til Írland. Men tað var ikki fyrr enn í 67. minutti, at írar fingu hol á, tá Troy Parrott, ið gjørdi øll málini hjá Írlandi, setti brots­ spark í netið. Tíggju minutt­ir seinni økti Parrott um írsku leiðsluna, og tá fýra minuttir vóru spældir út yvir van­ ligu leiktíðina skoraði Troy Parrott aftur úr ellivu metr­ um. - Vit megna at spæla okk­um til einkultar støður, men neyvleikin manglar í av­ger­andi løtum, sigur Jógv­ an Martin Olsen við heima­ síðuna hjá FSF. Í hinum dystinum í bólki­ num vann Holland stórt á Bosnia-Hersigovina. Úrs­ litið gjørdist 6-0 til Hol­land. Týsdagin verður sei­n­asta umfar spælt. Tá møt­ast Føroyar og Bosnia-Hersi­gov­ ina. trondur@sosialurin.fo U19 TAPTI GREITT FYRI ÍRLANDI