Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Hølið var fullsett hetta leygar­kvøldið 29.09. úti í Búðunum, har ið Jógvan helt sín runda føðingardag (26.sept.) Mangar talur, gott undir­spæl til góðar fostur­ lands- og KÍ-sangir - sum eisini varð væntað. John Reid Bjartalíð, ment­ aði formaður KÍ’s, varð væl hýrdur, táið hann fekk eyga á eginleikarnar hjá Jógvani í fótbólti, og John Reid tók hann straks við í KÍ-hópin og á fyrsta liðið. Sjálv­andi tað. Hesar eginleikar og hugur Jógvans til bóltspæl kendu vit dreingir væl til frá plenuni í Víkunum - beint uttan fyri Seglhúsið millum Klaks­víksvegin og vágina. Har varð spælt fótbólt (ella krokk) nærum alt døgnið í summar­hálvuni, og haðani komu fleiri framúr fimir driblar­ar hjá KÍ seinni (m. a. Stein­bjørn Jacobsen og Magn­us Kjelnæs). Fá hús vóru á Selheyggi tá. Ovast var sethúsið hjá Eskild Steensen (bygt í 1875, sam­bært J. Símun Hansen - og nú sum parkeringspláss), og niðanfyri lá ein røð av trimum røttum klaks­vík­ ingum: Jóhannes av Skála­ toft­um, Andrias úr Kunoy og Kristjan í Grótinum av Skipanesi (!). Mamma Jógvan, Elsa f. Hansen, var ættað úr Funningi, og pápin, Andrias, var ein kendur og raskur útróðrarmaður sum m.a. førdi “Nevið Reyða””. Eitt opið heim, har ið øll kendu seg væl, átta systkin – og Jógvan yngstur. Jógvan er giftur við Sólgerð Klein Olsen, ið er av ættargrein Nólsoyar-Pálls í Vestmanna, og tey fingu børnini: Osla (bleiv bara 7 ár), Anni, Eyðbjørn og Osla - eisini eitt heim merkt av vinsemi og blíðskapi. Parturin hjá Jógvan hjá Elsu, nevndu vit hann, hevur ongantíð ligið eftir. Hann er framúr kvikur og arbeiðssamur sum fáur. Bæði á tunnuvirkinum, til skips, á Føroya Bjór og nú, ið hann á búnum aldri syft­ ir seg av seingini fyri dag, og fer strúkandi norður í Hvanna­sund fyri at egna 5-6 stampar sum hóskandi ítriv fyrrapartin. Eins og fast­ur og fúsur at heysa KÍ-merk­ið í húnar hátt, táið kamp­ar eru. Hann dugir ikki at binda frið. Fyrsti heiðurslimur í KÍ var Einar Waag (1894-1989), sum var á KÍ-liðnum longu í 1911, síðuni varð John Reid (1918-1993) tilnevndur, tann triði varð Jógvan, og nú eru tveir aðrir úr gitna 1966-liðinum komnir við: Stein­bjørn Jacobsen og Eyð­ álv­ur Joensen. Mangan hevur Jógvan framt munandi avrik fyri KÍ sum spælari, trenari, dóm­ari og kveikjari. Men helst størsta roysni framdi Jógvan tó longu 16 ára gamal , táið hann saman við øðrum dreingjum og monnum (sáttliga og summir brosandi sam­bært myndunum í bók­ ini “Herskin herðindi” á bls. 250 og 251), sum tóku landgongdina av “Tjaldri­ num” tann 26. august 1955 og loystu trossarnar av pullar­t­ unum á Kósabrúnni, so­leiðis at Tjaldrið, ið lá við stýriborði móti kaiini, varð leyst av landi. Royndi skiparin á Tjaldri­ num, Hans Niklái Jatna­garð úr Gásadali, sá greitt hvussu støðan nú var, og hann bar tí skjótt at, gav boð um at seta mot­or­in í gongd og halda leið­ina beint út eftir vágini við hesum ófrættakendu embætis­monnunum, sum sníkj­andi komu til bygdar fyri dag - fyri við fútabanni at reka tann besta læknan, ið nakrantíð hevði verið inn­ an fyri Klakk - út úr húsi og starvi. Men nokk var nú vorðið nokk! Hesir unglingar høvdu fingið nóg mikið av roynd­ um frá hesum høgu harr­um úr Havn. Hesir sum heldur vildu fremja eina persónliga, rasistiska at­sókn, heldur enn - við viti og skili - at bøta um ta ótolandi van­røkt, sum tá - av teirra ávum - ráddi í Norðuroya lækna­dømi . Hetta verjuátak frá meiri­ luta bygdarinnar, sum objek­ tiv/seriøs søgufólk viti­liga fara at fagna sum eitt bragd í komandi tíð. Hes­um ivist eg ikki í. Men var ikki vandi á ferð fyri skipi og manning, spyr onkur kanska? “Nei, als ikki, og veðrið var av tí fínasta”, váttar Høgni Mohr, stýri­ maður á Tjaldrinum tá, sum enn er á lívi. Gamalt er, at betri er at fáa eina rósu – meðan til ber at taka ímóti henni. Hetta er tí ein heilsan hiðani fyri mangan kátan leik og løtu um heyg og haga, bóltspæl og vinskap frá dreingjaárunum á Sel­heyggi og í Víkunum. Arnstein Niclasen Jógvan Jacobsen 80 ár Mánadagin 3. september andaðist Kjartan Lam­ hauge Kristiansen bert 77 ára gamal. Kjartan and­aðist í heiminum eftir rími­liga stutta sjúkralegu. Kjartan er kendur bæði sum bý­ráðs­ skrivari í Tórs­havn­ar kom­ mu­nu, sum Menn­ing­ar­stjóri og sum ein ímynd av Gongu­ felagnum hjá Visit Tórs­havn. Kjartan var visionerur, ein undangongumaður og ein kerligur og vinsælur mað­ur. Góði Kjartan, tú vart somu­ leiðis so nógv annað, sum Bjarni Bæk segði í sínari talu til jarðarferðina hjá tær. Tú vart rúmligur fyri tí nýggja og trúgvur móti tí siðbundna. Bæði í arbeiðinum og í frí­tíðini gjørdi tú nógv fyri onn­ur. Tú hevur sáað nógv, og nógv hevur borið ávøkst. Tað kunnu vit nú gleðast yvir. Kjartan var føddur í Danmark, og flutti til Før­ oy­ar sum fýra ára gamal. Mam­man, Edith f. Lam­ hauge gjørdist tíðliga einkja og varð uppaftur gift við Jákupi í Jákupsstovu. Kjart­ an átti ein beiggja, Hjalta í Jákupsstovu, og seks systr­ ar. Sum unglingi sleit Kjart­ an sínar barnaskógvar í Sør­vági, og fyrsta barna­ heim­ið í Sørvági var nú vorð­ið hansara summar­hús. Í 1954 fekk Jákup í Jákups­ stovu starv í Havn, og flutti familjan tá til Havnar. Kjartan las Búskap og fiski­vinnubúskap í Noregi. Hann arbeiddi í Danmark á Ålborg Portland Cement, tá hann fekk starvið sum bý­ ráðs­skrivari í Tórshavnar býráð 1. juni 1970, bert 29 ára gamal. Hann arbeiddi sum býráðsskrivari í 17 ár, til hann tók við sum stjóri á Menningarstovuni í 1987. Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar býráð var Kjartan Kristiansen ein rættiliga sjónskur bý­ráðs­ skrivari. Hann gjørd­ist kendur eftir, at býar­plan­ ur­in varð gjørdur fyrst í sjeyti­ár­unum og almenna byggi­sam­tyktin fyri Tórs­ havnar kommunu varð sam­ tykt, samstundis sum ein vegaætlan varð gjørd, skriv­ar Tórshavnar býráð. Eg kom at kenna og ar­ beiða saman við tær, góði Kjart­an, tá ið eg í 1995 byrj­ aði at arbeiða fyri Faroe Fish Consult, nú Atlanticon í Vinnuhúsinum. Tú vart tá stjóri á Menningarstovuni við Hoyvíksvegin og vitj­ aði javnan í Vinnu­húsi­num. Seinni flutti Menn­ing­ar­ stov­an oman á Bryggju­bak­ ka, og vit gjørdust grannar. Tú vart altíð góður í ráðum. Mangan vitjaði eg teg á skriv­ stovuni, tá eg hevði brúk fyri ráðgeving. Tú vart altíð fryntligur, vinsælur og lættur at tosa við. Hevði ein eitt hugskot, so var hurðin hjá tær góði Kjartan altíð opin. Tú vart visionerur og hugs­aði stórar tankar, sum við­hvørt kravdi nakað av inn­liti fyri at skilja. Tú skrivaði nógv, og tað gjørdi tað lættari at skilja tínar tankar. Tú vart framsíggin og undangongumaður á so mong­um økjum. Tú hevur havt stór­an týdning fyri at mark­nað­ar­ føra Føroyar og at fáa før­ oyskar fyritøkur at arbeiða saman. Tú visti at “vøran” seldi seg ikki sjálva, og at mark­naðarføring skuldi til fyri at selja eina vøru. Tú skipaði fyri felagsbási fyri føroyskar fyritøkur og stovnar á fiska- og olju­mess­ um uttanlands. Tú legði dent á, at básurin bar ”Merkið” og at tað var sjón­ligt. Tú vart kreativur og setti dám á felagsbásin við før­oyskum sangarum. Eina árið sang Eivør Pálsdóttir, og tað fekk nógv fólk at vitja básin. Har tú vart, var hugni og trivnaður. At føroyskar fyri­ tøkur fingu samstarv í lag á felagstúrinum, dámdi tær væl. Tú arbeiddi við altjóða­ gerð­ini á so mongum økjum, og mitt í 90’unum tókst tú stig til eitt samstarv millum Menn­ingarstovuna, Før­ oysku Umboðsskrivstovuna í Danmark og Vinnuhúsið um at gera upplýsingartilfar um Føroyar. Tilfarið, “Faroe Islands Business En­viron­ ment” var ætlað út­lend­ ing­um, ið komu til Føroya - ant­in at arbeiða ella at seta virki á stovn. Tá vóru ongar før­oyskar sendistovur, og nógv­ir stovnar og virkir høvdu ikki heimasíðu. Fyrsta útgávan kom út í 1997. Á hvørjum ári varð til­farið dagførd og ment - og við tíðini eisini talgilt. Kjartan arbeiddi fyri at fáa føroyingar at gera vitanararbeiðið í Før­oy­ um. Tú vildi hava, at tá út­ lendskir serfrøðingar komu til Føroya at arbeiða, so skuldu vit ikki bara sita eftir við einari frágreiðing. Vit skuldu altíð hava føroyingar við í arbeiðinum, so vit før­ oy­ingar sótu eftir við vitan­ ini, tá serfrøðingarnir fóru avstað aftur. ”Profile for Female Lead­ ers” var ein onnur verk­ætl­an, tú stuðlaði, og har vit bæði vóru í stýrinum. Hetta var ein ES verkætlan fyri netverk og at menna kvinnu­ligar leiðarar í Northern Periphery øki­num og Murmansk og Ark­han­gelsk í Russlandi. Tú vart fevnandi og var við til at geva kvinnum góðar for­ treyt­ir at koma sær fram. Innaneftirlit og góðsku­ stýr­ing í føroyskum fyri­ tøk­um er somuleiðis eitt økið, sum Menningarstovan hevur verið við til at sett í verk. Á kreativa økinum stuðlaði Menningarstovan somu­leiðis og arbeiddi mið­ víst við at hækka støðið í handarbeiði og list. Eitt nú við afturvendandi til­taki­ num: “Hendur & hugflog”, sum seinni gjørdist til fram­ sýningar í Østrøm. Kjartan og Menn­ingar­ stovan hava ar­beitt við nógv­ um til­tøk­um og lagt lunn­ar undir menn­ing av sam­felag­ num. Menn­ing byggir á herðar­nar hjá teim­um, sum undan fóru. Kjart­an og Menn­ing­ar­stovan hava sáað nógv - sum vit nú heys­ta. Eitt sum eyðkendi teg, góði Kjartan, var, at tú altíð fórt eftir bóltinum og ikki eftir manninum. Tú vart altíð siðiligur. Á jólaferðini við Tjaldri­ num í 1964 møtti tú tínari fittu konu, Ingigerð á Trøð­ ni. Tit giftust og fingu tvær døtur. Ingigerð fortelur frá, at Kjartan altíð hevur verið henni ein góður stuðul, og hann stuðlaði henni í øllum. Dóttirin Sissal, skrivar so vakurt um teirra hjúnalag á sosialu miðlunum. Har var kærleiki og umsorgan. Ein fyrimynd fyri eitt gott hjúna­ band. Arbeiðið, sum Kjartan tók uppá seg, við at gera gongu­túrar var, sum so nógv annað hann tókst við, í andanum ”at tæna øðr­ um”. Í 1993 var Ingigerð leiðari á Kunningarstovuni og fíggjarviðurskiftini vóru ikki so góð. Ein kona kom við hugskotinum at gera gongu­ túrar, og Ingigerð og tú vóru beinanvegin við uppá tað. Fólk høvdu ikki so nógvar pengar tá, og avgjørt varð at gera túr­ar­nar so bíligar, sum gjør­ligt, so øll kundu vera við. Tú tók ábyrgdina á teg at hjálpa til, og hevur tú gingið og verið ferðaleiðari á einum ótali av túrum. Hetta var langt áðrenn tað gjørdist nýmótans at ganga í fjøllunum. Gingið hevur verið um alt Føroya land, og eisini hevur verið skipað fyri túrum uttanlands í Het­ landi, Onglandi og longur suðuri. Tú gjørdi ikki mun á fólki - øll vóru vælkomin at ganga túrar við tykkum. Túr­ar í náttúruni eru bal­ sam fyri heilsu og vælveru, og tú og Ingigerð hava glett nógv fólk við hesum túr­ um. Mamma mín var ein av teimum, sum hevði stóra gleði av Gongufelagnum og tykkara túrum. At gávan til minnis um teg, góði Kjartan, fer til ungdómsarbeiðið hjá Tórshavnar Rotary Klubba er ikki av tilvild. Ung­ doms­ar­beiðið fylti nógv í tínum hjarta. At Rotary ger ungdómsarbeiði var ein av orsøkunum til, at tú valdi at fara í Rotary í 1973, og har tú hevur havt nógv álitisstørv. Tú hevur altíð tikið tær væl av skiftisnæmingum og tað er eisini tú, ið hevur eggjað meg og mong onnur at verða familja fyri skiftisnæmingar. Góði Kjartan, tær dámdi væl at geva rósur, og tú hevur uppiborið nógvar rósur fyri alt, tú hevur gjørt fyri føroyska samfelagið. Góði Kjartan, takk fyri alt. Góða Ingigerð og familja. Tað er ein stórur saknur, at Kjartan ikki longur er her, og má Harrin styrkja tykkum. Takk góði Gud fyri Kjartan. Hvíl í friði. Janet Fríða Johannesen Minningarorð um Kjartan Kristiansen, sála