týsdagur 16. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
Fólkaræðið
skal
haldast
viðlíka
Nú verður skipað fyri politiskum ólkafundi
í Tórsgøtu í Havn – øll fáa høvi at siga sína
meining
Árni Gregersen
20 feløg og politiskir flokkar hava
sagt frá, at tey ynskja at skipa fyri
ymiskum, tá iðReinsaríið, Perlan,
Ostahúsið og Perlutorgið, skipa fyri
fólkafundi í tórsgøtu í Havn 26. og
27.oktober.
-Fyrst og fremst er hetta fyri
at viðlíkahalda okkara fólkaræðið
og rættin at siga okkara meiniing
um samfelagið, sigur Turid Maria
Jóhansdóttir
Fyri almenningin – tiltakið er
ókeypis og øll hava atgongd – er
hetta eitt høvi at hitta politikarar
og fólk úr felagsskapum og seta
teimum spurningar.
Eitt av tiltøkunum er, at tú
kanst leiga ein politikarar úr Javn
aðarflokkinum til dømis. Í eina
løtu kanst tú tosa um leyst og fast
við viðkomandi og tú kanst seta
spurningar og gerast klókari um
persónin, politikaran ella um eina
politiska avgerð.
Amnesty hevur vitjan at einari
20 ára gamlari kvinnu, sum upp
runaliga er úr Somalia, men nú býr
í Íslandi. Najmo flýddi úr Somalia,
beint áðrenn hon skuldi giftaswt,
sum 13 ára gomul.
Arkitektafelagið
hevur
ein
teimafund við yvirskriftini Arki
tekturisma.
Arkitektafelgið er av teirr áskoð
an, at i Føroyum mugu vit gera
okkum greitt, hvussu vit ynskja at
Føroyar skal upplivast.
Hetta merkir samstundis at
vit mugu vera tilvitað um okkum
sjálvi, okkara náttúru, okkara
mentan og mentunararv soleiðis at
vit ikki missa okkum sjálvi burtur í
ovurkáti yvir at gerast eitt umtókt
ferðavinnumál.
Fleiri serkøn úr Føroyum og
útlandinum leggja fram.
Partur av virkseminum
Reinsaríið hevur ofta fyrr verið
karmur um politiskar fundir. Nú
stunda bæði fólkatings- og løg
tingsval til.
-Tí hildu vit, sum starvast á
Reinsarínum, at tað er hóskandi at
skipa fyri hesum tiltøkunum aftur.
Vit hølunum og býarrúmunum,vit
hava her – tað er Reinsaríið, Perlan,
Ostahúsið og Perlutorgið – hava vit
fullkomnu karmarnar til slíkt virk
semi, sigur Turid Maria Jóhansdótt
ir.
Hon heldur, at hetta fellur væl
inn í tað, sum annars verður arbeitt
við í umhvørvinum uttanum Perlu
torgið, Hesaferð bleiv tað bara eitt
sindur størri enn tað hevur verið
fyrr.
- Vit hava bjóðað feløgum,
flokkum, stovnum og eldsálum at
luttaka. Hesi koma sjálvi við einum
innslagi. Einastu krøvini vit hava
sett, er, at tað skal hava samfelags
ligt innihald og at innsløgini skulu
vera í samsvar við grundleggjandi
fólkaræðislig virðir og lógir, lkeggur
hon afturat.
Fyrsta tiltakið verður fríggja
kvøldið klokkan 17:15. Tá verður
skipað fyri einum pallborðsfundi
um ferðavinnu.
Talan er um eitt politiskt kjak
um ferðavinnu og tað er Visit Faroe
Islands, sum skipar fyri.
Øll fáa høvi at seta spurningar
og siga sína hugsan. Ætlanin er, at
fólkafundurin í Tórsgøtu skal seta
dagsskránna fyri kjakinum kom
andi dagarnar.
FÓLKAFUNDUR
Turid Maria Jóhansdóttir skipar fyri fólkafundinum
í Tórsgøtu í komandi viku.
Visit Faroe Islands hevur politiskan pallborðsfund um ferðavinnu.
Eisini Arkitektafelagið vísir áhuga
og fer at tosa um Arkitekturismu
Eisini Arkitektafelagið vísir áhuga og fer at tosa um Arkitekturismu