týsdagur 16. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stór frambrot eru innan
viðgerð av krabbameini
Nobel-vinnarar
í heilivági hava
framt áhugaverda
gransking og
frambrot í viðgerð
av ymiskum
krabbasjúkum. Talan
er um immunterapi
og javnvágina
millum aktivitet og
bremsu í sonevndu
T-kyknunum
Vilmund Jacobsen
Tað vóru tveir pionerar innan imm
unterapi, sum herfyri fingu Nobel-
virðisløn í heilivági. Teirra arbeiði
hevur verið slóðbrótandi fyri fat
anina av, hvussu immunverjan í
likaminum virkar.
Hetta er vitan, sum hevur ført til
eina betri viðgerð móti einari røð av
krabbasjúkum.
Alt hetta snýr seg um stríðseind
ina: Immunverjuna.
Talan er um eitt umfatandi net
verk av serútbúnum kyknum, sum
kunnu kenna aftur alt tað, sum
kann vera ein hóttan fyri okkara
likam: Virus, bakteriur og fremm
andar smáverur ella mikroorg
anismur. Hesar verða kendar aftur,
eyðmerktar og beindar burtur við
viðgerðini.
Júst tí, at immunverjan er so
kraftmikil, er tað týdningarmikið,
at hon er undir eftirliti og bert
leypir á tað, sum veruliga er skaði
ligt fyri okkara likam.
Er immunverjan ikki undir
eftirliti, er vandi fyri, at hon leypir
á fríska vevnaðin og kyknurnar í
likaminum, og tað kann vera lívs
hóttandi.
Tað er júst henda javnvágin mill
um aktivitet og bremsu, sum ársins
Nobel-vinnarar í heilivági, James P.
Allison úr USA og Tasuko Honjo úr
Japan, hava granskað í, og talan er
her um tær kyknur í immunverjuni,
sum verða róptar T-kyknur.
Tarna ”bremsunum”
Professarin, Per Gulldberg, sum
starvast á granskingardeplinum
hjá Kræftens Bekæmpelse, greiðir
frá samanhanginum við nevndu
T-kyknum.
- T-kyknurna eru útgjørdar við
ymiskum bremsum, sum forða
óskynsamari aktivering av immun
verjuni. Granskingin hjá Allison og
Honjos hevur víst, hvussu til ber at
aktivera T-kyknurnar við at tarna
hesum bremsum, soleiðis at hesar
kyknur gerast førar fyri at leypa á
krabbakyknurnar, sigur Per Gulld
berg.
Professarin vísir á, at tann eina
bremsan snýr seg um proteinið
CTLA-4, sum situr í yvirflatuni av
T-kyknunum.
James P. Allison hevur ment
eitt mótevni, sum tarnar bremsu-
virknaðinum hjá CTLA-4. Hann
hevur í einari røð av royndum víst,
hvønn týdning tað hevur, tá henda
bremsa verður beind burtur.
Ein av týdningarmestu roynd
unum stava frá 2010, har sjúklingar
við móðurmerkjakrabba vórðu við
gjørdir við nevnda mótevni. Úrslit
ini vóru eyðsýnd.
Hjá nøkrum av sjúklingunum
hvarv sjúkan heilt, og hetta var
fyrstu ferð, at nakar hevði sæð so
positiv úrslit hjá sjúklingum við
hesi sjúku.
Livdu nógv longri
Granskingin hjá Tasuko Honjos
hevur lagt dent á eina aðra bremsu
hjá T-kyknunum, nevniliga pro
teinið PD-1, ið eins og CTLA-4 eisini
er í yvirflatuni á T-kyknunum.
Krabbakyknur kunnu ávirka
PD-1 og soleiðis syrgja fyri, at
proteinið virkar sum ein bremsa á
T-kyknurnar. Hetta samband kann
tó brótast við einum antievni við
tí úrsliti, at T-kyknurnar gerast
aktivar og kunnu leypa á krabba
kyknur.
Granskingin hjá Tasuko Honjos
hevur skapt grundarlag fyri einari
røð av royndum, har tú visti, at
eitt antievni, sum blokerar PD-1
og harvið beinir burtur bremsu-
virknaðin, er effektivt sum viðgerð
av sjúklingum við einari røð av
krabbasjúkum – eisini, har krabbin
hevur spreitt seg.
Úrslitini vístu, at viðgerðin
minkaði um krabbasjúkuna, og
sjúklingarnir kundu soleiðis liva
munandi longri.
Fantastisk gransking
Ein av teimum, sum til dagligt sær,
hvønn týdning granskingin hjá
Allison og Honjos hevur havt, er yv
irlæknin, Lars Henrik Jensen, sum
starvast á sjúkrahúsinum í Vejle.
Hann er eisini formaður í felagnum
hjá donskum krabbameinslæknum,
Dansk Selskab for Klinisk Onkologi.
Lars Henrik Jensen hevur sæð
gagnliga virknaðin av teimum við
gerðum, sum eru mentar út frá
granskingini hjá James P. Allison
úr USA og Tasuko Honjo úr Japan.
- Grundleggjandi er hetta fant
astisk gransking. Hetta hevur ført
til slóðbrótandi viðgerðir, sum geva
heilt nýggjar møguleikar fyri eina
røð av sjúklingum. Serliga inn
an móðurmerkjakrabba merkir
granskingin, at vit kunnu bjóða við
gerðir, har vit í veruleikanum áður
einki høvdu at bjóða, sigur hann.
Sjálvt um immunterapi í dag er
tilgongilig sum viðgerð fyri einari
røð av krabbasjúkum, leggur Lars
Henrik Jensen kortini dent á, at
viðgerðin ikki gagnar øllum krabba
sjúklingum.
Men, tað eru sjúklingar við ávís
um krabbasjúkum, sum fáa gagn
av viðgerðini – og í øðrum førum er
neyðugt við vælkendum viðgerð
um sum eitt nú kemoterapi, strálu
viðgerð og skurðviðgerð.
- Orsøkin er, at immunskipanin
er so fløkjaslig, at tað hjá summum
sjúklingum eru aðrar mekanismur,
sum eru í brúki. Men, í dag kunnu
vit tíbetur við rættiliga stórari vissu
siga, hvørjir sjúklingar kunnu fáa
gagn av immunterapi – og hvørji
ikki fáa gagn av hesum, sigur Lars
Henrik Jensen, yvirlækni.
Flættaðar viðgerðir
Í dag verður immunterapi brúkt
móti einari røð av krabbasjúkum,
eitt
nú
móðurmerkjakrabba,
nýrakrabba og lungnakrabba, og
granskarar arbeiða við, at viðgerðin
kanska kann mennast enn meira og
soleiðis eisini brúkast móti øðrum
krabbasjúkum.
Nýggj gransking bendir á, at
tað kanska kann geva ein enn betri
virknað, um nevndu viðgerðir
verða flættaðar, soleiðis at eitt nú
CTLA-4 og PD-1 verða raktar í senn.
Eisini verða royndir gjørdar við
møguleikanum at flætta immun
terapi og kemoterapi.
Kelda: www.cancer.dk
HEILSA