týsdagur 16. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
Vilt tú vera okkara
nýggi starvsfelagi?
Vit søkja eftir húsasmiðum og / ella
bygningssnikkarum
Krøv og væntanir til umsøkjaran: Tú skal
leggja æru í at gera eitt væl úr hondum greitt
handverk, vera virkin, jaligur og hava góð
samstarvsevnir.
Vit bjóða spennandi uppgávur og ein væl
skipaðan arbeiðsdag í toymum. Dentur verður
lagdur á at hava trygd og trivnað, samstundis
sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiði. Løn sambært
avtalu.
Eysturlon er byggifyritøka, við yvir 35 ára
royndum, um 35 starvsfólkum, og hava vit fleiri
verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at
royna mangt ymiskt innan handverki.
Ert tú áhuga /áhugaður at arbeiða hjá
okkum ella vilt tú bara hoyra nærri, ert tú
vælkomin at ringja ella senda sms á tlf. 284256,
Jógvan Hans, ella á tlf. 283577, Anna Maria.
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdar
lýsing (CV) skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo
ella á postadressu:
Eysturlon
Smyrilsvegur 3,
Postboks 37,
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta
lagi fríggjadagin 26. oktober 2018
Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon@eysturlon.fo | www.eysturlon.fo
Eysturlon er eitt byggivirki, ið hevur yvir 35 ára royndir innan nýbygging og umvæling. Vit hava bygt og
umvælt bæði størri og smærri bygningar við sera góðum úrslitum. Hjá Eysturlon arbeiða uml. 35 starvsfólk.
Søk áðrenn fríggjadagin 26. oktober
Smyrilsvegur 3
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tel. +298 28 42 56
eysturlon@eysturlon.fo
www.eysturlon.fo
S T A R V S L Ý S I N G
Hundraðtals kilometrar eru
millum Havn og Klaksvík –
mentanarliga !!
Steinbjørn O.
Jacobsen, býráðslimur
í Klaksvíkar býráð
Í løtuni eru 75 kilometrar at
koyra við bili millum Tórshavn
og Klaksvík, og hetta brúka mið
staðarpolitikarar sum grundgeving
fyri, at KvF framhaldandi bert skal
hava eina sentrala redaktión, men
hesir politikarar gloyma, at ment
anarliga, etiskt, vinnuliga og átrún
aðarliga er frástøðan fleiri hundrað
“kilometrar” millum høvuðsstaðin
og flestu býir og bygdir kring
landið, og tað er hetta fjølbroytni
og ríkidømi, sum Kringvarp Føroya
við verandi sentralistiska bygnaði,
ikki megnar at umboða.
Fyri nøkrum døgum síðan skriv
aði eg eina grein, har eg mæli til, at
ein komandi landsstýrissamgonga
í sínum samgonguskjali skal avtala
at skipa Kringvarp Føroya í tríggjar
redaktiónir, tvs. Tvær redaktiónir
uttan fyri høvuðsstaðin við 5-8
starvsfólkum í hvørjari, har onnur
verður staðsett í Klaksvík ella har
á leið, meðan hin verður staðsett í
Suðuroy – hetta fyri at tryggja eitt
munandi fjølbroyttari KvF í fram
tíðini.
Henda grein hevur elvt til kjak,
og tað gleðir meg, tí tað ber boð
um, at eg havi nomið við eitt við
komandi evni, sum hevur áhuga
millum manna. Samstundis gevur
hetta mær orsøk at koma við nøkr
um ískoytandi grundgevingum fyri
støðutakan míni í hesum spurningi.
Ynskja vit eitt annað output
mugu vit eisini broyta input
Tað er ein kendur lærusetningur,
at ynskir tú meir av sama úrsliti
og framleiðslu, so skalt tú bara lata
standa til og einki broyta.
Júst hesin logikkur er viðkom
andi at taka fram í sambandi við
Kringvarp Føroya, har vit eru
mong, sum í hesum døgum seta
okkum spurningar sum hesar:
Skulu vit halda fram, at hava eitt
Kringvarp Føroya, sum lýsir flestu
samfelagsmál úr sjónarhorninum
hjá havnarborgarum og “serfrøð
ingum” hjá landsmyndugleikanum
og ikki hjá føroyingum sum heild?
Ella skal KvF eisini hava redaktiónir
uttan fyri høvuðsstaðin, har fólk
hava aðrar áskoðanir til viðkom
andi samfelagsmál?
Eitt nú hava vit upplivað, at KvF
í rættiliga stóran mun ikki hevur
megnað at ført nøktandi kritiskan
journalistikk í mun til fiskivinnu
nýskipanina, hóast har eru ógvu
liga stór og álvarsom ivamál, og
eisini hóast harðmæltar røddir,
bæði í vinnuni og fakfeløgum, hava
ávarað. Slíkt er ógvuliga álvarsamt,
tí her standa stór samfelagsvirðir
upp á spæl, og eitt tjóðarvarp sum
KvF hevur ómetaliga stórt vald og
ávirkan á almennu opiniónina.
Ein høvuðsorsøk til einvísa
journalistikkin hjá KvF í mun til
fiskivinnunýskipanina er heilt víst
tann sama, at hesin stóri og valds
mikli stovnur hevur bara eina
sentrala redaktión, har allar mein
ingar og avgerðir hjá øllum teimum
umleið 100 starvsfólkunum verður
sentralstýrd.
Tí er eingin ivi í míni sál um, at
tað er alneyðugt hjá eini komandi
landsstýrissamgongu at fella niður
í samgonguskjalið, at bygnaðurin
fyri Kringvarp Føroya má broytast,
so hesin stovnur verður førur fyri
at umboða fjølbroytnið og ymisk
leikan í føroyska fólkinum, og hetta
verður best gjørt við at áseta við
lóg, at KvF – umframt høvuðssætið
í høvuðsstaðnum – skal í minsta
lagi hava tvær redaktiónir afturat
við 5-8 starvsfólkum í hvørjari, har
t.d. onnur verður staðsett í Klaks
vík ella har um leiðir, og hin verður
staðsett í Suðuroy.
Keypmannahavn, 12. oktober 2018
KJAK