Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA Semja er ikki um ein kvotuskipan skal setast í gildi undir Føroyum, men kvotur verða brúktar til veiðu við rættindum í fremmandum sjógvi Árni Gregersen Tað var uppá nógvar mátar ein kollvelting fyri føroysku fiski­vinn­ una, tá ið lógin um fyrisiting av sjó­ feingi kom í gildi á nýggjárinum. Nógv er longu sett í gildi, meðan ein stórur partur av restini eftir ætl­an verðu sett í gildi í ár. Millum annað er sett í gildi, at lands­stýrismaðurin, sum fyrisitur lógina, hvørt ár skal gera eina støðu­lýsing fyri Løgtinginum. Fyri at politikarar skulu kunna fylgja við er hetta neyðugt, tí fiski­ skapurin hjá føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi og uttan fyri føroyskan sjógv er skipaður við kunn­gerðum við heimild í løg­tings­ lóg­ini um fyrisiting av sjófeingi. Tað vil siga, at tað er lands­stýris­ maðurin, sum hevur ábyrgd av, at kunngerðirnar verða gjørdar. Tað stendur eisini rættuliga greitt í lógini, hvør tað er, sum fær rætt­indini at fiska. -Rættindi at veiða eru latin per­ són­um og feløgum, heima­hoyr­ andi í Føroyum, sum høvdu hesi rætt­indi, áðrenn lógin kom í gildi 1. januar 2018, eins og ásett er í § 13 í løg­tingslógini. Uppboðssøla hevur verið av veiðirættindum sambært lógini, og menningarkvotur eru latn­ar sambært lóg og kunngerð, sig­ur landssýrismaðurin í sínari støðu­lýsing. Undir Føroyum Viðvíkjandi botnfiskaveiðuni und­ir Føroyum er ikki so nógv broytt, hó­ ast lógin sigur, at tað skal broytast. Fiskidagaskipanin verður enn brúkt, hóast ætlanin hevur verið at fara yvir til eina kvotasxkipan heldur. Fiskidagatal er ásett fyri trol­veiðu og húkaveiðu við línu­ skip­um og størri og smærri útróðr­ ar­bátum. Ávísar leiðir í føroyskum sjógvi eru friðaðar fyri veiðu við troli til tess at skipa stovnsrøkt fyri tosk, hýsu og upsa. Eisini er kunngerð lýst um fiski­ skapin í føroyskum sjógvi, sum hev­ur reglur um reiðskap og um veiðu við línu, gørnum og troli. Fiskiskapurin eftir havtasku og svartkalva við gørnum í føroyskum sjógvi er skipaður í kunngerð. Hummarafiskiskapur við rúsum á leiðum og firðum í føroyskum sjógvi er skipaður við árskvotum. Eitt skip dreggjar eftir jákups­ skel á skeljaleiðunum í føroyskum sjógvi. Heildarkvota er ásett fyri før­ oysk­an fiskiskap eftir gulllaksi og heyst­gýtandi sild í føroyskum sjógvi. Hetta er tað, sum lands­stýris­ mað­urin sigur um fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum, har altso fiski­dagaskipanin ervarðåveitt. Ætlanin er, at kvotaskipanin skal avloysa fiskidagaskipanina 1. januar 2019, men júst nú hevur stríð tikið seg upp – eisini millum sam­ gongu­fólk – um tað kanska er skila­ betri at halda fram við fiskidaga­ skip­anini, heldur enn at fara yvir til kvotur. Andstøðan og ávís samgongu­ fólk hava gjøgnum alla tilgongdina til lógina um fyrisiting av sjófeingi hildið fast um, at fiskidagaskipanin er munandi betur egnað, tá ið talan er um blandingsfiskiskap – altso tá ið veiðan ger, at fleiri fiskasløg verða veitt í senn. Eisini eru røddir frammi um, at kvotaskipanin ofta elvir til snýt og tí krevst eitt munandi størri eftirlit. Hetta er so eitt mál, sum støða skal takast til í heyst. Kvotur Sjálvt um tað nú er stríð um vit skulu hava kvotur ella fiskidagar und­ir Føroyum, so hevur vinnan livað við kvotum á øllum øðr­um leið­um, har sum vit eiga fiski­rætt­ indi. Talan er bæði um uppsjóvarfisk, men eisini tá ið talan er um botn­ fiskaveiðu í Barentshavinum, á Flem­ish Cap, í Grønlandi og undir Ís­landi verða kvotur brúktar. Summi av hesum rættindunum eru boðin út á uppboðssølu eftir nýggju lógini. Tað er svartkjaftur, makr­elur, norðhavssild og botn­ fisk­ur í Barentshavinum. Tá ið tað snýr seg um rættindini á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, so kunnu hesi rættindi bjóðast úr á upp­boðssølu eftir nýggjár. FISKIDAGAR OG KVOTUR ERU GALDANDI ENN Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt eina frágreiðing fyri tingið um støðuna í fiskivinnuni. Uppsjóvarskipiniu arbeiða øll við kvotum.