týsdagur 16. oktober 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
FISKIVINNA
Nógvar ásetingar skulu gerast nú
Sjálvt um lógin um fyrisiting av sjófeingi
fekk gildi 1.januar, so er nógv eftir at seta í
verk enn
Árni Gregersen
Lógin um fyrisiting av sjófeingi
kom í gildi á nýggjárinuym, men
enn er nógv eftir at seta í verk av tí,
sum lógin ásetir.
Landsstýrismaðurin skal gera
eina kunngerð, sum tryggjar yvir
eitt áramál, at lt av fiskinum kemur
til lands.
Hetta er ein spurningur, sum
ofta er viðgjørdur, tí hetta er eitt
sindur eymt. Fyri vinnuna vísir
tað seg ofta, at tað ikki loysir seg at
taka alt við til lands, men hinvegin
verður mett, at tað ikki gagnar før
oyskum áhugamálum, um ein stór
ur partur av tí, sum verður fiskað,
verður tveitt fyri borð aftur.
Til dømis hava reiðaríini, sum
fiska í Barentshavinum sagt, at tað
loysir seg ikki at fylla skipini við
slógvi í mun til flak. Tí má okkurt
gerast, so avskurður og slógv ikki
fylla so nógv í lastunum .
Millum annað hevur Akraberg
gjørt tangar umborð, so slógvið
verður gjørt til ensilasju. Tað er
ein møguleiki, sum fleiri hava víst
á, men ivasamt er um hetta uppá
styttri tíð loysir seg.
Skiljirist
Eitt annað, sum arbeitt verður við,
er ein áseting um skiljirist, tá ið
roynt verður eftir upsa.
Endamálið er at forða fyri, at
so nógvur smáur upsi kemur við í
veiðuni, men at tann smæsti skal
sleppa út aftur gjøgnum eina skip
an við rist í trolinum.
Ein kungerð um hetta hevur
verið til hoyringar, men framvegis
eru tað fleiri tekniskar ásetingar,
sum skulu gerast, áðrenn skipanin
verður sett í gildi.
Harumframt verður í løtuni í
arbeiðsbólki við umboðum fyri
Fiskimálaráðið, vinnuna, Vørn og
Havstovuna gjørt uppskot til um
sitingarætlanir fyri tosk, hýsu og
upsa, sum verða lagdar fyri tingið
í heyst.
Í hesum sambandi verður eisini
spurningurin um kvotur og fiski
dagar í fiskiskapinum eftir botn
fiski undir Føroyum viðgjørdur.
Fleiri kvotusløg
Nýggja lógin hevur við sær, at tað
eru fleiri sløg av kvotum enn áður.
Her kunnu m.a. nevnast kvotur
til verandi aktørar, uppboðssølu
kvotur á ávikavist eitt, ttý og átta
ár og menningarkvotur.
Talan er um nógv ymisk sløg
av kvotum, sum ikki neyðturviliga
eru fevndar av somu reglum við
víkjandi
avhending,
veiðigjaldi
o.s.fr. Hetta setur stór krøv til um
sitingina og eisini vinnuna at halda
skil á, hvat verður fiskað av hvørjari
kvotu, og hvussu kvotan kann um
sitast.
Reint umsitingarliga er eisini
nógv eftir at gera.
Fleiri kunngerðir eru eftir at
verða dagførar og fleiri kunngerðir
eiga at verða settar úr gildi.
Tá ið tað arbeiðið er liðugt fer
tað at styrkja samssvarið millum
lógina um sjófengi og eldru kunn
gerðirnar.
Hetta fer eisini at børa um
rættatrygdina hjá borgarunum.
Til dømis eru kunngerðir, sum
innihalda ásetingar um loyvi til
felagskvotu, so sum kunngerðin um
hummarafiskiskap, rækjufiskiskap
og garnafiskiskap.
Lógin tekur ikki hædd fyri hes
um, og tískil ber ikki til at umsita
hesar fiskiskapir í løtuni.
Hetta fer landsstýrismaðurin
at seta í verk í komandi tíð
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, boðaði
Løgtinginum frá, hvørjum hann fer at
arbeiða við
Árni Gregersen
Landsstýrismaðurin við fiskivinnu
málum, hevur boðað Løgtinginum
frá, hvørjum høvuðstættum innan
fiskivinnuna hann fer at arbeiða
við:
Sum lógin um sjófeingi ásetur,
so skal landsstýrismaðurin á hvørj
um leggja fyri Løgtingið uppskot til
løgtingslóg um, hvørt gildistíðin á
fiskirættindum verður longd eitt
ár fram.
Uppskot verður latið Løgting
inum um at leingja gildistíðina á
rættindum við einum ári fram til 1.
januar 2027.
Harumframt fer landsstýris
maðurin í heyst at leggja fram
uppskot um aðrar lógartillagingar.
Hetta snýr seg um ymiskar tøkni
ligar og umsitingarligar nágrein
ingar.
Eitt nú:
•
Reglur um brúksskyldu,
har tillagingar og
nágreiningar skulu gerast.
•
Nærri ásetingar fyri
metingarnevndina
í sambandi við
menningarkvotur,
kærumøguleikar o.a.
•
Reglur um at fáa
uppboðssølu av veiddum
fiski at virka betur.
Umframt hetta havi eg í hyggju
at skjóta upp lógarbroyting, ið skal
gera tað møguligt hjá føroyskum
reiðaríum, ið gera nýíløgur í skip, at
taka av tilboðum frá skipasmiðjum
í ávísum londum, sum hava serligar
skipanir viðvíkjandi fígging av
íløguni.
Umsitingarætlan
Ein av størru avbjóðingunum er at
gera umsitingarætlanir fyri botn
fisk undir Føroyum.
Hetta arbeiðið er í gongd, og
seinni í heyst verður politiska
viðgerðin av hesum. Nú útlit eru
fyri, at toska- og hýsustovnurin
undir Føroyum er í batningi, er alt
umráðandi, at stovnsrøktin verður
skipað í haldgóðum umsitingarætl
anum.
Landsstýrismaðurin boðar eisini
frá, at lóg um veiðigjald verður løgd
fyri tingið aftur í heyst.
Samráðingar hava verið við um
boð fyri vinnuna og millum løg
tingsfólk, har endamálið er at fáa
eina breiðari semju um uppskot til
veiðigjald.
Nýggj kunngerð verður lýst um
menningarkvotur í 2019, sum leggur
eina greiðari viging til økisatlitini
viðvíkjandi arbeiðsloysi og mink
andi fólkatali.
Harumframt eru tættir, ið hava
stóran týdning fyri fiskivinnuna, ið
eru í aðrari lóggávu og skipanum
enn lógini um sjófeingi.
Skipanin við fiskivinnugrunni
og fiskivinnuroyndum, ið hava til
endamáls at skapa virðisøking í
øllum liðum í fiskivinnuni og at
gera hetta í eini skipan, ið líkist
Matís í Íslandi, verður sett í verk í
heyst.
Talan verður um at skipa virk
semi í fleiri plássum í landinum.
Ætlanirnar um eina skipan við
innflutnings-/útflutningskreditti,
ið kann geva føroyskum fiskavirkj
um betri kappingarføri, er komin
nakað í drag, men arbeitt verður
fyri at tryggja slíka skipan, sigur
altso Høgni Hoydal, landsstýris
maður í frágreiðing til Løgtingið.
Línuskipini undir Føroyum hava fiskidagar, men tá ið tey eru í Grønlandi eru tað kvotur.
Trolararnir í Barentshavinum fiska eisini kvotur.