týsdagur 16. oktober 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Leygarkvøldið var Norðulanda
húsið karmur um tvær stórfingnar
heiðurskonsertir fyri víðagitna
amerikanska rokkbólkinum, the
Eagles. 11 tónleikarar slógu høvdini
saman fyri at spæla alla “Hotel Cali
fornia” fløguna frá byrjan til enda,
júst sum the Eagles ætlaðu, at fløg
an skuldi ljóða og upplivast – sum
ein heild.
Har var at kalla útselt til báðar
konsertirnar, og fólk lótu sera væl
at tiltakinum, sum tók áskoðarar
nar ein nostalgiskan túr aftur til
70’ini. Fyrra konsertin varð útseld,
meðan har vóru nøkur heilt fá at
gongumerki eftir til eykakonsert
ina fyrr á kvøldinum.
Tónleikararnir, ið framførdu,
vóru Jens Marni Hansen, Sigrið
Rasmussen, Kristel Lisberg, Søren
Haugaard Pedersen, Ólavur Á Váli
Olsen, Magnus Johannesen, Kim
Hansen, Michael Møller Porsborg,
Søren Kepler, Mikkjal Hvannastein
og Jóhannus Á Rógvu Joensen.
Visiónin um at spæla
eitt heilt verk
Maðurin
handan
verkætlanina
er danski trummusláarin, Søren
Kepler. Hann hevði eina visión um
at savna nakrar føroyskar tónleik
arar saman fyri at spæla eitt heilt
verk hjá the Eagles undir verkætl
anarnavninum, ALBUM, sum hann
frammanundan hevði góðar roynd
ir við í Danmark við donskum tón
leikarum.
Søren Kepler vildi við ALBUM
verkætlanini geva lurtarum ein
møguleika at fordjúpa seg í einum
heilum verki, eins og mann gjørdi
fyrr, tá mann hevði plátuspælara,
og tónleikurin ikki var líka so at
komuligur sum í dag.
- Tað liggur ikki í okkara mentan
at lurta eftir einari heilari útgávu
longur. Tí er hetta ein máti at
heiðra tónaskaldinum uppá, so
lurtarin fær høvi at seta seg niður
og lurta eftir øllum verkinum í
staðin fyri smáum brotum av sang
um, sigur hann og peikar á máln
ingin á vegginum aftanfyri seg,
sum er ein samanseting av tveim
um málningum við tveimum yms
um motivum, sum listakvinnan og
vermamma hansara, Jóna Rasmus
sen hevur málað.
- Hesir málningarnir hanga í
roynd og veru saman, sjálvt um
teir væl kundu verið hvør sær.
Tann samlaði málningurin gevur
fyrst meining, tá mann hevur alla
heildina við, tí tað er ein søga, sum
skal forteljast. Har er tað so upp
til hvønn einstakan at tulka, hvat
listafólkið hevur hugsað og ætlað
við verkinum, sigur hann, og vísir
á, at akkurát soleiðis er tað eisini
við the Eagles - tí hví byrjaðu teir
Hotel California plátuna við júst
Hotel California sum tað fyrsta
lagið, New Kid in Town sum tað
seinna og sum nummar trý Life in
the Fast Lane? Her er tað sambært
Kepler ein ávísur boðskapur, mann
skal seta seg inn í, tá mann lurtar
eftir heila verkinum og tulka tað
fyri seg sjálvan.
Rúmligheit, nærvera
og felagsskapur
Nakrir ideologiskir grundtankar
hjá Søren Kepler í hesari verkætl
anini vóru rúmligheit, nærvera
og felagsskapur. Hesi fyribrigdini
standa onkursvegna í andsøgn við
dagsins máta at lurta eftir tónleiki
uppá á stroymingstænastum á
internetinum, sum hevur gjørt, at
mann er farin frá at lurta eftir ein
ari heilari plátu til næstan bara at
lurta eftir einstøku hittunum hjá
ymsu tónleikarunum.
- Ein av vansunum við stroyming
er, at tað er blivið so lætt at lurta
eftir stuttum brotum av løgum fyri
beinanvegin at fara víðari til tað
- Tað liggur ikki í okkara mentan at lurta
eftir einari heilari útgávu longur. Tí er hetta
ein máti at heiðra tónaskaldinum uppá, so
lurtarin fær høvi at seta seg niður og lurta
eftir øllum verkinum, sigur Søren Kepler,
sum skipaði fyri the Eagles konsertini í
Norðurlandahúsinum um vikuskiftið
TÓNLEIKUR
Tónleikarar heiðraðu the Eagles
SØREN VIL HAVA
NÆRVERUNA Í
TÓNLEIKINUM
AFTUR
Fróði Vestergaard