Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120 næsta lagið. Hesin tendensurin verð­ur bara verri, og til tað má eg bara spyrja, hvar er nærveran? spyr Sør­en Kepler, sum útfrá hesari ør­ kyml­an fekk motivatiónina til at fara undir ALBUM verkætlanina, har fólk kundu sleppa at kobla av, for­djúpa seg í the Eagles og sam­ stundis liva í nú’inum. - Tað skal vera pláss til at seta tempoið niður, og tað skal vera pláss til okkum øll og eisini allar sang­irnar. Mann nýtist ikki altíð bara at spæla hittini – tað hevði í roynd og veru verið forfrískandi at yvir­høvur ikki spælt hittini onk­un­ tíð, sigur hann. Byrjaði í Danmark ALBUM er ein verkætlan, sum byrj­ aði fyri fýra árum síðani í Danmark, tá Søren Kepler fekk samband við verkætlanarleiðaran í Det Musiske Hus í Frederikshavn, Jens Ole Am­ strup. Hann fekk hugskotið um at fram­føra eina av teimum størstu og mest krevjandi plátunum frá gull­aldrinum, sum fyri hann var 70’ini. Har vildi hann heiðra plát­ uni við at spæla hana live frá byrj­an til enda eins og í einari sym­foni í klassiskum tónleiki, for­ klár­ar Søren Kepler, sum situr í kjall­aranum hjá svigerfamiljuni í sín­ari morreyðu Guðrun & Guðrun troyggju við Merkinum á høgra armi. Teir báðir mentu so í felag eina verk­ætlan útfrá hesari visiónini. Nógv­ar plátur vóru uppi at venda, og teir valdu so í fyrsta umfari “Hotel California” hjá the Eagles. Sum kapellmeistari fór Sør­en Kepler í holt við at savna tón­leik­ arar saman í Norðurjútlandi. At byrja við vóru tað níggju yrkis­ tón­leik­arar, men tað endaði við at vera tilsamans 13 tónleikarar, eftir Søren hevði skipað fyri audi­tions fyri ung talentir við tí fyri eyga at geva teimum ein kjans at vera við. Tað endaði við, at tey spældu fyri út­seldum hølum runt í Norð­ur­jút­ landi, og tey fingu nógv rós fyri kon­sertirnar. Í gerandisdegnum undirvísir Sør­en Kepler í trummum á Aalborg Uni­versiteti og á Brønderslev Kult­ ur­skole. Hann hevur undirvíst, síð­ an hann var 19 ára gamal. Átti at bera til í Føroyum Nakrar mánaðir eftir succesina við the Eagles konsertunum í Danmark kom Søren til Føroya á sumri 2017. Tað var her, hann fekk hugskotið til eisini at royna hesa verkætlanina í føroyskum høpi. - Eg hugsaði, at tá danir tóku so væl ímóti hesum, átti tað eisini at riggað væl í Føroyum. Eg visti jú, at her eru ræðuliga nógvir fantast­isk­ ir tónleikarar í Føroyum, og at tón­ leika­mentanin í Føroyum er heilt ser­støk, sigur Søren Kepler, sum býr og hevur ein son saman við Sigrið Ras­mus­sen í Aalborg. Hann fekk grønt ljós frá Norð­ur­ landahúsinum og setti seg síðani í samband við nakrar føroyskar tón­ leik­arar, hann helt høvdu riggað væl til konseptið. Tónleikararnir vóru allir við uppá tað beinanvegin, og herfrá fóru fyrireikingarnar til stóru konsertina 13. oktober í gongd. Søren Kepler hevur, síðan hann fyrstu ferð kom til Føroya, altíð verið hugtikin av føroysku tón­leikamentanini og hevur ofta hugsað um, hvussu tað ber til, at so nógvir føroyingar antin syngja ella spæla eitt ljóðføri. Hann hevur sjálv­ur eitt boð, um hví so er. - Eg haldi, tað hevur nakað við umhvørvið og landslagið at gera. Føroyar liggja avbyrgdar í Norð­ ur­atlantshavinum í friði, og her er ein heilt serlig nærvera. Mann merk­ir beinanvegin, at tónleikur fyll­ir serliga nógv her. Eg havi verið í Føroyum fleiri ferðir gjøgnum nú 11 ár og legði merki til hetta frá fyrsta degi av, sigur hann og byrjar at ramsa føroyskar tónleikarar upp sum dømi um blómandi tón­leika­ pall­in. Løgini eru sum børn Søren Kepler meinar, at hitt eru ikki nakað, sum tónleikarar sjálvir skapa. Tað er vinnan, útvarpið og lurt­ararnir, ið skapa hittini, og teirra fatan av einum hitti er ikki neyðtur­viliga tann sama, sum tann hjá tón­leikaranum, sum hevur gjørt sangin. - Tá ein tónleikari hevur brúkt fleiri túsund krónur uppá at gera eina fløgu, skilji eg væl, at tað kann vera ringt hjá viðkomandi bara at hoyra ein sang í útvarpinum. Fyri tón­leikarar eru sangirnir onk­urs­ vegna teirra børn. Teirra samband við sínar sangir er jú ikki, at teimum dáma eitt barn betri enn eitt annað, for­klárar hann. Hann vísir á eitt dømi frá Hotel California plátuni hjá the Eagl­ es. Her kenna øll lagið Hotel Cali­ fornia, sum heilt víst er tað kend­ asta á fløguni, sum eisini ger tað til tað mest komersiella lagið. Men hann heldur, at tað skal vera upp til ein sjálvan at skapa sær sítt egna samband við ein sang ella eina plátu. - Hotel California er dom­in­er­ andi á hesari plátuni. Men at eitt lag ikki er eitt kommersielt hitt er ikki einsbetýðandi við, at lagið ikki hev­ur eitt virði. Hendan áskoðanin er kjarnan í ALBUM verkætlanini – altso at vit finnast at tí komm­ ersiella. Í staðin fyri hetta skal tað vera upp til ein sjálvan at skapa sær sítt egna samband við ein sang ella eina plátu, sigur Kepler. Spæl títt egna Danski trummusláarin er ikki bang­in fyri at hava eitt sjónarmið, og ein av hansara meiningum í hes­ um sambandi er, at mann sum tón­ leik­ari ikki skal halda seg aftur við at spæla allar sínar sangir, hóast mann veit, at áskoðarunum dáma summ­ar sangir betur enn aðrar. - Eg haldi, at um mann sum tón­ leik­ari vil hava sín tónleik hoyrdan, eig­ur mann at halda fast við at spæla allar sínar sangir frá sínari fløgu til konsertir. Tað er ein orsøk til, at mann hevur gjørt sangirnar, og mann má ganga út frá, at tón­ leik­arin er glaður fyri sangirnar - hví skuldi mann so ikki spælt teir? spyr hann. Hann meinar, at tað hongur sam­an við, at summir tónleikarar ofta eru bangnir fyri at missa sínar fjepp­arar, um mann ikki spæl­ir tey løgini, sum áskoðararnir kenna. Tí kemur hann við ALBUM verk­ ætlanini og sigur, at hesum skal mann slett ikki stúra fyri, tí kon­ sert­irnar leygarkvøldið eru eitt prógv um, at fólk væl tíma at lurta eft­ir einari heilari fløgu frá byrjan til enda í staðin fyri bara “Greatest Hits”. - Mín boðskapur er, at mann skal standa fast við sítt egna og spæla alt sítt tilfar og trúgva uppá, at útgávan hjá sær er góð nokk, tí fólk vilja heilt sikkurt gjarna hoyra tað, sigur Søren Kepler. Menniskjaliga nærveran undir trýsti Søren Kepler heldur, at tað er synd, at vit í dag ikki hava tíð til at geva okk­um stundir at seta okkum niður og njóta tónleik uppá sama máta sum fyrr. Tað hongur fyri hann sam­an við allari nýmótans tøknini, sum ger tað verri at liva í nú’inum og virðismeta tær smáu løturnar í ger­andisdegnum. Tað er hesum tankanum, at the Eagles konsertin tekur støði í, og leyg­arkvøldið settu nærum 800 fólk eina løtu av til at njóta eina útgávu frá 70’unum frá byrjan til enda. - Konsertin snýr seg um at gera nakað fyri menniskjaligu bevíst­ heit­ina hjá okkum øllum. Tað kann ikki ganga skjótt nokk í dag. Vit eru allatíð online, og eitt ávíst trýst liggur á okkum allatíðina, sum ger, at vit ikki náa at leggja merki til detaljurnar í gerandisdegnum. Eg eri heilt við uppá, at summi fólk eru ósamd við mær, men eg pá­standi í øllum førum, at vit øll brúka alt ov nógva tíð uppá at vera on­line og ov lítla tíð uppá at njóta nær­ver­ una og hyggja hvønn annan í eyg­ uni ella lurta eftir tónleiki, sigur Søren Kepler, sum undir ongum um­støðum er ein fjeppari av grunn­ skygni. Áskoðararnir vilja hava meira Eftir hesa stóru succesina í viku­ skift­inum hevur Søren Kepler fingið fleiri áheitanir um at spæla enn fleiri the Eagles konsertir í Før­ oy­um. - Fólk úr Suðuroynni komu og spurdu okkum, nær vit komu til SALT, og summi úr Runavík spurdu, nær vit komu norður har. So áskoðararnir vilja eftir øllum at døma hava meira, og vit vilja ótrú­ liga gjarna ganga hesum fyri­spurn­ ing­unum á møti, sigur Søren Kepl­ er, sum longu nú er í samband við fyri­reikararnar í Løkshøll og SALT um konsertir komandi ár. Nú skulu konsertirnar í Norð­ ur­landa­húsinum eftirmetast, har tey fara at tosa um, hvat tey kunnu gera betri til næstu ferð, um tað verður til tað. Sunnudagin fer hann til Danmarkar, har hann fer at leggja eina triðju útgávu av AL­BUM til rættis við donskum tón­ leikarum. Tey hava har víðkað kon­ septið til, at Søren nú fer at leita eft­ir nýggjum yrkistónleikarum og tón­leikaspírum til at spæla eina út av seks møguligum heimskendum plát­um frá gullaldrinum aftrat. TÓNLEIKUR