týsdagur 16. oktober 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Karlamagnusarbreyt – eitt skúladømi?
Arnstein Niclasen
verkfrøðingur og fyrrverandi býráðslimur í Havn
Gamalt er í sambandi við býarskipanir, at vegirnir (o. m. a. jarnbreytir, skipasmiðjur o. o. tung
fyribrigdi) eru »beinagrindin« í býarlikaminum; meðan eitt nú húsabygging er at rokna sum »holdið«,
sum tí má skipa seg inn undir hesi nevndu bindandi viðurskiftir
T
í vegir eru ofta ein sera
kostnaðarmikil partur
av heildini. Har ið talan
er - fyrst og fremst - um
kravið til skilmarkaða framkomi
ligheit úr einum staði til annað og
hetta á ein tryggan og helst uppliv
ilsisríkan og vakran hátt. Soleiðis er
tað.
Ferðslan
Og táið talan er um nakað av mun
andi ferðslu yvirhøvur, so er tann
staðfesti vega-normurin um lond,
at ein vegbreyt er 3,5 m breið og
gongubreytin 2 m, t.e. samlað minst
11 m fyri ein tvísporaðan veg.
Upp í hesa vegaskipan hoyra
so tær avmarkandi byggilinjurnar
fyri alla bygging framvið vegnum.
Hetta sum ein strong treyt fyri
møguliga komandi vegbreiðkan,
og fyri hóskandi útsýni og trygdina
yvirhøvur, og hesar linjur krevja
vitiliga fleiri metrar afturat í
vegbreidd – báðumegin!
Og við Karlamagnusarbreyt er
talan um fleiri álvarsmál: Tvey sera
stór skúlaumráði, stórt ítróttarøki,
kirkju og fríkirkju og fleiri stór
fyritøkur – umframt almikið av
bústaðarøki – við munandi parker
ingstørvi. Umframt ta vøkru Myllu
tjørnina. Sjálv bústaðarbyggingini
á upplandinum tykist løgin og
krønglut fyri mong – og kanska
spennandi fyri onnur.
Vegføringin sjálv liggur tó sum
so logisk í hesum flata og væl
egnaða upplandinum, men veg
breiddin er bara 6 m, sum klárt átti
at verið minst 7 m.
Tað sama er galdandi fyri
Løgmannabreytina, sum andbráð
byrjar við 4 sporum, men skjótt
tódnar niður í tvey spor á 3 m, sum
er alt ov lítið, ikki minst við tað, at
bussleiðin eisini er løgd eftir Løg
mannabreytini niðan sum eitt sam
bindingarlið millum tveir ringvegir.
Verandi viðurskifti á
Karlamagnusarbreyt
Tracéin (t. e. vegføringin í leið og
legu) liggur væl fyri í upprunaliga
lendinum:
Gott og vítt tøkt pláss og javnt
sambæriligt hall suðureftir fyri
ferðslu, avrenning og ymisk frá
rensl - alt lagað til ein sámiligan
kostnað.
(Her er ikki talan eitt nú um
landsvegin gjøgnum Kvívíks-klivar
við íbinding oman til bygdina, sum
Heini Olsen og Dan Hofgaard
–
fremstu
vegaverkfrøðingar
landsins - evnaðu til, har ið hvør
centimetur av víðari vegbreidd
kostaði almikið meira av øktari
bergspreinging o.t.. Eitt meistara
verk meta útlendingar.)
Byggilinjurnar framvið Karla
magnusarbreytini eru - so løgið
- lagdar í bakkantin á báðum
gongubreytunum. Fráleikin mill
um bygdu veldigu húsini er tí bara
10 m, sum við hesum helst forar
fyri allari vegbreiðkan í framtíðini.
Alt útsýnið eftir vegnum og við út
koyringarnar frá sethúsaøkinum
eru út av lagi vánaligt, og har gerast
tí av hesum mangar trongar slokur
við herviligum gjóstri, óhugna og
ótryggleika.
Og so er har ein hópur av larm
andi dekslum eftir øllum vegnum
(men hevði tað ikki verið friðarlig
ari fyri umhvørvið, at tann ábyrgd
arhavandi her - heldur átti at saml
að upp á frímerkir - heldur enn
deksil?). Og til hvørs endamáls, má
ein spyrja?
Nú í mánaðir er henda mun
andi farleið longu løgd út sum
einsrættaður
vegur
niðaneftir.
Eitt fyribrigdi, sum verður valt í
svárari neyð í gomlum stórbýum,
fyri at sleppa frá at skrædla heil
ar fleirhæddaðar karréir av húsa
røðum burtur fyri 100-tals milliónir
krónur!
Hvat varð hugsað?
Fyrst vil eg undirstrikað, at eg als
ikki eri úti eftir nøkrum einstøkum
persóni. Men kanska hevði tað
verið vert at fingið alment at vita,
hvat ið tey ábyrgdarhavandi hava
hugsað: Um Byggi-og býarskipan
arnevndin og Tekniska nevndin
– ja, yvirhøvur hava tosað saman?
Og um hvat ið hesi - teir vónandi
ikki undirbetaltu ráðgevararnir
og starvsfólkini við - umframt teir
klóku politikararnir – hava bygt
sínar margháttligu avgerðir á?
Arbeitt verður við málinum
Hetta vita fjølmiðlarnir at siga frá.
Men fólkini á staðnum vita einki og
hava í máttloysi leingi rópt varskó
um skilið. Men uttan nakað úrslit
ella bata.
Verandi forkvinna fyri Byggi- og
býarskipanarnevndini – í skrivandi
stund - var frammi í SVF og segði, at
byggisamtyktin ikki kundi broytast
á staðnum, tí hetta vildi hava sum
fylgju, at stór endurgjaldskrøv
av hesum vildu verða reist móti
kommununi.
Hetta er bara ikki so. Talan er
ikki her um eina “Móselóg”.
Vit vita av royndum, at ein og
hvør byggisamtykt kann ajour-
førast við atliti frameftir. Nýggjar
byggilinjur kunnu leggjast, sum
kunnu koma upp á tal, um ein
bygningur brennur niður ella um
ein byggiharri vil byggja longur
upp ella byggja afturat.
Hetta er ein vanlig kommunal
samráðingarstøða við ein byggi
harra. Til bata fyri báðar partar.
Og um ein kostnaður skuldi
komið at staðist av einari tílíkari
uppgerð. Ja, so er vitiliga bara talan
um - at landsins nógv størsta og
ríkasta kommuna - her tekur upp
eftir sær sjálvari. Eyðvitað tað.
Nakað má gerast
Danska flutningsfelagið Mærsk
Mckinney Møller hevur gjørt slag
orðið: “Rettidig omhu” heimskent
og virt sum eina dygd fyri alla plan
legging um lond.
Um planleggjararnir av Karla
magnusarbreytini hava havt hetta
omanfyri nevnda hugtak í huga,
tað vita vit heldur ikki. Men um
ikki - so er henda planlegging ikki
at meta sum eitt skúladømi í dygd
– men heldur fyri tað øvuta.
Eftir er bara at ynskja, at eingin
óbøtiligur skaði hendir av hesi
løgnum planlegging fyri vaksin ella
fyri børnini, sum - eru bráð av lyndi
og stødd í lívsins káta morgunlandi
– og skulu ferðast tvørtur um hetta
váðaverk.
Arnstein Niclasen, verkfr.
Arnstein Niclasen, verkfrøðingur, er fyrrverandi býráðslimur í Havn fyri Fólkaflokkan. Hann hevur verið
limur í byggi- og býarskipanarnevndini og teknisku nevnd hjá býráðnum í 12 ár. Í mong ár var hann eisini
limur í býarskipanarnevnd landsins og leiðari av Plandeild Landsverkfrøðingsins (sum tað tá æt) í yvir 20 ár