Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120 VINNA Marine Harvest hevur tikið fyrstu 250 tonsini á Sandi - Vit hava havt umleið 200.000 laksar í teimum trimum aliringunum á Sandsvág síðan í vár, og nú verður fiskurin tikin, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Vilmund Jacobsen Tá Marine Harvest í vár setti fisk út í tríggjar aliringar á Sandsvág, var frammanundan gjørt av, at fiskurin skuldi takast aftur nú í heyst. Eftir nakrar miseydnaðar roynd­ ir at ala á vánni, var ætlanin ikki at taka nøkur óráð fyri hesaferð, tó at tað kundi verið freistandi at havt fiskin í ringunum í eina tíð aftrat, so­leiðis at fiskurin gjørdist enn størri fyri tøku. - Hetta hevur eisini verið uppi og vent, men vit hava valt at halda okk­um til ætlanina, sum vit løgd, tá fisk­urin varð settur út. Vit binda við øðrum orðum um heilan fingur. Tað sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest. Áðrenn vit fara at siga eitt sindur um, hvussu alifelagið hig­ ar­til er nøgt við royndina á Sands­ vág hesaferð, kunnu vit vísa á, at seinasta royndin fór í fisk í her­ vilig­um illveðri, sum henda veturin herj­aði um jóltíðir. Tá viðvirkaðu ymisk óheppin nátt­úruviðurskifti til, at Marine Har­vest misti nógvan fisk, sum kleimd­ist í nótini og doyði. Aldan á Sandsvág var stór í áhald­andi illveðrinum, og tað rak hart, har aliringarnir tá lógu. Innari á vánni Eftir miseydnaðu royndina við nevndu náttúruviðurskiftum, sum førdu til stórt felli, gjørdi Marine Harvest av at gera eina nýggja og øðrvísi roynd. - Hesaferð hava vit havt størri og sterkari aliringar, sum eisini hava ligið innari á vánni, og vit settu út smolt í vár, sum vigaði um­ leið eitt kilo. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at enn er henda fyrsta royndin ikki heilt liðug, og tað kann vera lumpis­ ligt at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. - Men, tøkan av fiskinum er nú byrjað, og vit hava higartil tikið 250 tons á Sandsvág, og vit skulu gera tríggjar tøkutúrar aftrat. Seinastu dag­arnar hevur viðrað illa, og tí er einki tikið seinastu dagarnar, men málið er, at allur fiskurin í ring­un­ um skal verða tikin, áðrenn hes­in mán­aðin er úti. Stjórin í Marine Harvest sigur, at teir umleið 200.000 laksarnir, sum felagið hevur havt á Sandsvág í summ­arhálvuni, svara til umleið 800 tons av fiski í dag. - Laksurin, sum varð tikin í fyrstu tøkuni, lá um fýra kilo, og vit eru væl nøgd við vøksturin í hes­um tíðarskeiði. Tað tók sína tíð, áðrenn fiskurin, sum vit settu út í vár, byrjaði at eta, men eins og í fyrru aliroyndini á Sandsvág, hevur vøksturin verið góður, og fiskurin hevur trivist væl. Marine Harvest læt herfyri upp virkið, sum felagið hevur keypt á Strondum, og sum Bakkafrost áður hevur brúkt til kryvjivirki. - Men, vit eru so nýggir á hesum øki, og hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu kryvja sjálvi. Hans Jákup Mikkelsen ásannar, at enn er felagið ikki útgjørt til at kunna taka fiskin upp á Sandsvág, og tí er tað Hans á Bakka, sum hev­ ur gjørt hetta arbeiði fyri felagið. - Vit hava eisini keypt okkum tænastuna til kryvjing og pakking av hesum fiski frá Bakkafrost. Tal­ an verður ætlandi um til­sam­ans fýra tøkudagar og fýra arbeiðs­ dag­ar á Bakkafrost við kryvjing og pakk­ing, sigur stjórin. Eftirmeta seinni Hjá Marine Harvest fara tey seinni at eftirmeta hesa seinastu ali­roynd­ ina á Sandsvág. - Nú allur fiskurin verður tikin úr ringunum, ætla vit at leggja tveir av ringunum á legupláss heilt inni á vánni, meðan hin sein­ asti ætlandi kemur at liggja úti á vánni, har ringarnir liggja í dag - við fortoyningum, nót og øll­um. Vit fara at gera mátingar og eyg­ leið­ingar gjøgnum veturin, og tað er eingin loyna, at vit framvegis droyma um møguleikarnar eisini at ala á Sandsvág alt árið. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at tá veturin, sum nú stundar til, er umliðin, og vit koma út á várið, verð­ur vitanin um ali­møgu­leik­ar­ nar vónandi væl størri. - Tað hevur stóran týdning fyri løn­semi, hvørt vit kunnu ala á Sands­vág um veturin ella ikki, tí tað verður ov knýpi bara at kunna brúka vánna í summarhálvuni. Hetta merkir tó ikki, at vit ongan áhuga hava í Sandsvág sum summ­ ar­beiti. Nú hesar fyrstu royndirnar mis­eydnaðust, hava vit verið eitt sindur óttafullir, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vónin um at kunna ala á Sandsvág – eisini um vet­urin – framvegis livir, sigur stjór­in í Marine Harvest. - Nú fiskurin verður tikin á Sandsvág, ætla vit at leggja tveir av ringunum á legupláss heilt inni á vánni, meðan hin seinasti ætlandi kemur at liggja úti á vánni, har ringarnir liggja í dag - við fortoyningum, nót og øllum, sigur Hans Jákup Mikkelsen - Laksurin, sum varð tikin í fyrstu tøkuni herfyri, lá um fýra kilo, og vit eru væl nøgd við vøksturin í hesum tíðarskeiði. Fiskurin hevur havt tað gott og hevur trivist væl, sigur stjórin í Marine Harvest, Hans Jákup Mikkelsen