Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ritstjóri til Nám Vilt tú vera við til at gera undirvísingartilfar í Námi? Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra til setanar 1. november 2018 ella skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám gevur út undirvísingartilfar og veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, kt-skipan og námsfrøðiliga ráðgeving. Útgávutoymið, sum ritstjórin verður ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Vit leita eftir einum ritstjóra til útgávur og at loysa aðrar viðkomandi uppgávur, í fyrstu syftu serliga innan náttúruvísindaligu lærugreinarnar og undirvísingarportalin Snar. Arbeiðsøkið fevnir m.a. um: • at ritstjórna, týða og tillaga tilfar til nýggjar útgávur og undirvísingarportalin Snar • at samstarva við onnur starvsfólk innan sama fakøki • at vera við í skeiðsvirkseminum í Námi • at vera við til at gera námsfrøðiligar frágreiðingar, ið Nám stendur fyri • at átaka sær aðrar uppgávur, ið hoyra til arbeiðsøkið hjá Námi Vit leita eftir einum persóni, ið hevur: • fólkaskúlalæraraútbúgving ella aðra hægri útbúgving (cand./master) • arbeiðsroyndir frá undirvísing í fólkaskúla ella miðnámi ella aðrar viðkomandi arbeiðsroyndir • góðan kunnleika um námsætlanir sum heild • góðan kunnleika um náttúruvísindaligar lærugreinir • góðan telduførleika • góðan málførleika, serliga í føroyskum men eisini norðurlendskum og enskum • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt Setanarviðurskifti Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir og samband Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21. oktober 2018 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, námsfrøðiliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, kt-skipan, útlán og skeið. Í Námi eru 26 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk. Skrivstovunæmingur til Føroya Rætt Í Føroya Rætti er eitt lærupláss leyst at søkja, til setan skjótast tilber Vit vænta: • At tú hevur, FHS, HH-, students ella / HF prógv • At tú dugir væl at skriva føroyskt og danskt • At tú er opin og fyrikomandi • At tú hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða: • Eina útbúgving innan almenna fyrisiting • Eitt fjølbroytt lærupláss • Eitt umhvørvi har nógv er at gera • Eitt spennandi arbeiðspláss við avbjóðingum og møguleikum Útbúgvingin: • Almenn fyrisiting • Næmingurin fær útbúgving innan øll málsøki í Føroya Rætti og luttekur á kunningarskeiðum sum Domstolsstyrelsen skipar fyri • Útbúgvingartíðin við HH-prógvi 2 ár, við students/HF prógvi, 2½ ár og við FHS prógvi 3 ár • Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á skúla í 15 vikur samanlagt • Lønar og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Statsansattes Kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet Umsøkjarar við students – ella HF prógvi skulu fylgja kravdari undirvísing á Glasi. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Andreasen, skrivstovuleiðara ella Marin H. Augustinussen, deildarleiðara á 31 10 03 ella skrivligan fyrispurning til post@sorinskrivarin.fo Umsókn, prógv og møgulig viðmæli skulu vera Føroya Rætti í hendi í seinasta lagi 19. oktober 2018, kl. 12.00, og kunnu sendast við posti ella telduposti til post@ sorinskrivarin.fo Miðað verður eftir at hava setanarsamrøður í viku 44. S O R I N S K R I V A R I N Í F Ø R O Y U M FØROYA RÆTTUR C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO-110 Tórshavn post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13 Dreymastarvið finnur tú á in.fo DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á Miðnám á Kambsdali: Økutossi og Calanus a ur í undirvísing s8-9 Skúvoy: Lundin hevur havt tað go s4 LANDSROYNDIR: KØVA ÁHUGA HJÁ BØRNUM AT GRANSKA Lærarar í náúruvísindaligum læru grein um kenna seg noydd ar at leggja dent á at menna fak ligu før- leik ar nar hjá næmingunum, so teir fáa góð úrslit í landsroyndunum. Lítið og einki pláss er eir til at menna evnini hjá næmingunum at arbeiða sjálvstøðugt og gera egnar kanningar Vísindavøka s10-11 Eyðun hevur Parkinson: Bl ð ð Tað var sum at fáa deyðadóm, men tað gek hevði eg fótað mær a ur, sigur Eyðun Ásas tá ið hann fekk staðfest Parkinson. Nú skal og sunnudagin hevur hann konsert í Salt fy er ei seinasta, go minni við sær til skurðv SJÚKA RÍKAR MÆR L Torkil Veyhe altjóða gjøgn- Uppboðssøla forðar breið- ari semju G SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR TORKIL VEYHE DRØNAR AVSTAÐ: -EG TOSI VIÐ TRÝ LIÐ Í LØTUNI STIAN EL: VAR IKKI SSPARK LES UM TORKIL VEYHE Á SÍÐU 14-15 -VÍKING Á SÍÐU 18-19 UM ROKIÐ Á SÍÐU 23 N KA AGIÐ og skilji føroyskt, men »før oy ingurin« um fólk í Føroyum Síða 4